Hallur Joensen "Kona mín er alt mítt lív"
Lívsstílur
Hallur Joensen "Kona mín er alt mítt lív"
Hallur Joensen er ikki í iva. Í hansara lívi hevur bert verið ein kvinna, og henni skyldar hann alt. Hann hitti Anniku sum blaðungur, og hann hevur elskað hana líka síðani. Líka leingi, sum countrysangurin hevur verið hansara lív, hevur Annika verið hansara lív, og er tað framvegis. – Hon er í øllum, eg syngi og skrivi um. Eg fari lættliga at tára, tá eg syngi og hugsi um hana. 
Eftir: Eilen Anthoniussen Mynd Rósa Tovudóttir 21.02.2023

Vit hava prátað við Hall Joensen um nakrar av kvinnum í hansara í lívið.

Navn: Hallur Joensen 
Starv: Tónleikari
Privat: Í parlagi við Anniku síðani í 1984. Giftust í 2002. Børn: Jessica og Alex.

Tað týdningarmesta, ein kvinna hevur lært meg ...
Annika hevur lært meg tað týdningarmesta, sum er hent í mínum lívi, og sum eisini var stóra vendingin í mínum lívi. Vit komu saman sum 17 og 15 ára gomul, og tá var eg alkoholikari. Sum 21 ára gamal fór eg til Velbastaðar og kom út aftur sum ein edrúur maður, og eg havi ikki drukkið dropan síðani. Tað, at hon bíðaði eftir mær, meðan eg kom burtur úr tí, og at hon hevði tol og forstáilsi, lærdi meg um stóra kærleikan, sum kann vera so sterkur. Tað hevur lært meg, at øll skulu hava ein kjans her í lívinum, tí menniskjansligar lagnur eru ikki altíð so einfaldar, sum tær kunnu tykjast.

Eg hevði eisini eina systur, sum æt Jórun. Hon hevði nógva mótgongd við sjúku, sum hevði við sær, at hon misti annað beinið, og kortini var hon altíð glað og nøgd. Eg hugsaði mangan, at hon hevði tað strævnari enn tey flestu, men hon var ongantíð ónøgd ella ill um sína støðu.

Hon er ein skansi, sum eg altíð gleði meg at sleppa heim aftur til.

Tann sterkasta kvinnan í mínum lívi ...
Tað er Annika. Hon hevur yvirlit, hon er so røsk og heldur 100 prosent sínar avtalur. Hóast vit ganga um beinini á hvørjum øðrum, er hon nakað so stuttlig at vera saman við. Tá eg fór til Nashville fyrstu ferð í 2007, var fyrstu ferð, vit bæði skuldu vera frá hvørjum øðrum, síðan vit hittust í 1984. Vit tosaðu um, hvussu hetta mundi fara at ganga. Tað gekk fínt – við skype. Hon er ein skansi, sum eg altíð gleði meg at sleppa heim aftur til. Vit eru saman um alt. Eg veit ikki, um eg eri betri við Anniku, enn aðrir eru við sínar kvinnur, men eg tori at siga tað.

Sum 21 ára gamal fór eg til Velbastaðar og kom út aftur sum ein edrúur maður, og eg havi ikki drukkið dropan síðani. Tað, at hon bíðaði eftir mær, meðan eg kom burtur úr tí, og at hon hevði tol og forstáilsi, lærdi meg um stóra kærleikan, sum kann vera so sterkur.

Fyrsta kvinnan ...
Er mamma. Hon er 86 ár og býr í Danmark. Hon hevur altíð verið so ótrúliga røsk og er tað framvegis. Hon rokast í havanum hvønn dag og elskar at hava síni ommu- og langommubørn rundan um seg. Mamma var tann, sum tolin tók sær tíð at sita lurta, meðan eg sat við gittaranum sum smádrongur og lærdi meg ein sang. Eg var bara ein av seks systkjum.

Yngsta kvinnan …
Er dóttirin Jessica. Hon broytti okkara lív. Hon varð fødd í Danmark í 1997. Vóru vit tætt knýtt áðrenn, gjørdust vit enn tættari, tá hon kom. Hon er sjálvstøðug og sterk og hevur megnað ótrúliga væl at handfara ta krevjandi familjustøðuna við at hava ein beiggja við Aspergers syndromi. Og so syngja vit jú saman, og tað eri eg ótrúliga fegin um. Hon hevur lært seg at syngja og spæla av egnum áhuga og ikki, tí at eg havi koyrt undir hana. Hon lesur í Aalborg og syngur í frítíðini í donskum orkestri, sum spælir allar møguligar sjangrur - eisini annað enn countrytónleik. Tað er stuttligt at fylgja henni og at merkja, at hon tímir at taka eina duett saman við pápa sínum av og á.




Viðkomandi greinar