Hanna Jensen um jólini: Stundir til alt tað, vit ikki náa í gerandisdegnum
Lívsstílur

Hanna Jensen um jólini: Stundir til alt tað, vit ikki náa í gerandisdegnum

Tónleikur, bakstur og jólapynt merkja jólini hjá Honnu Jensen. Men á jólum setur løgtingskvinnan eisini tíð av til at hugsa um tilveruna: Umsita vit nóg væl jólaboðskapin um frið á jørð og í menniskjum góður tokki? Vit hava biðið Honnu Jensen enda sjey setningar um jólaminni, jólatankar, jólamat og jólaynski.
Eftir: 01.12.2019

Í ár eru jólini hjá mær serliga merkt av... at vit eru mest heima og inni. Nógv er valt frá av tiltøkum fram til jóla, og vit eru saman við familjuni heima, og hjá hvørjum øðrum ymsar dagar. Tveir føðingardagar eru í nærmastu familjuni, so teir seta dám á jóladagarnar eisini – ikki minst tann hjá yngsta barninum, yngri sonurin, sum fyllir 10 ár annan jóladag. 

Tá eg havi jólafrí... taki eg mær enn betri tíð til at lurta eftir tónleiki, og at hyggja at onkrum filmi við børnunum/familjuni, síggja sjónvarpsjólakalendara, hoyra útvarpskalendara og sovorðið, men jólastákan, gávur, pynt og annað taka mestu tíðina fram til og við jólaaftan. Men sum heild vil eg hava stundir til okkurt kreativt og okkurt saman við børnunum, sum ikki er so lætt at náa í gerandisdegnum.


Á jólum hugsi eg um... hvat fyri kenslu, vit skapa og stimbra hjá hvørjum øðrum, bæði millum tey nærmastu, men eisini víðari út til onnur: eru vit við til at skapa gleði, kenslu av samanhaldi og felagsskapi og nærleika? Ella eru vit á onkran hátt orsøk til, at onkur kennir seg enn meira einsaman, uttanfyri og harvið kedda? Hugsi á hvørjum ári, at jólaboðskapurin er ótrúliga sterkur, um frið á jørð og í menniskjum góður tokki, og at vit mugu minnast til at vera opin fyri, um vit umsita hann nóg væl og á góðan hátt.


Mítt sterkasta jólaminni... er nakrar løtumyndir frá barndómsins jólum. Ikki tí, fleri av jólunum, tá eg og maðurin hildu jól uttanlands, standa sterk í minnunum, sum góðar ógloymandi og serligar løtur, men tað er nokk so, at barndómsminni festa seg heilt djúpt. Og fram fyri meg koma serliga eini jól í læknaíbúðini við Eirargarð, tá omma í Suðuroy hevði keypt øllum ommudøtrunum eitt dukku-baðirúm frá týsku bíleggingarfyritøkuni Quelle, sum lýstu burturúr og vóru partur av barndómsparadísinum við kærleiksfullum ommum og abbum. Hetta var seint í 70’unum. Líknandi løtumynd er frá jólunum í Albertslund í 1981, tá vit báðar systrarnar fingu vakrar heimabundnar troyggjur frá mostur í Leirvík, og eg enn minnist, hvussu vit tosaði í telefon við fleiri í familjuni heima í Føroyum, eftir at vit glaðar høvdu pakkað út gávur og beundrað tær. Hetta vóru seinastu jólini saman við mammu okkara.


Mítt størsta jólaynski... er ein vón um, at hesi jólini verða rík minni skapt, sum kunnu gerast hesar løtur, vit goyma og taka við okkum, sum eru gløður, tá kuldagjóstur fer gjøgnum sálina, og eru ljósglæma í myrkrinum.


Jólamaturin skal... helst hava okkurt serstakt: føroysk gás er tann seinast innførda siðvenjan hjá okkum, og vit gera eina útferð burturúr, tá hon skal heinstast úr Funningi. Best, um vit náa at súlta reyðkál sjálvi, og næstu dagarnar er tað so forkunnugt at matgera nógvar av hesum rættunum, sum eg einans geri í desember ella um jóltíðir: Lusiubollar, kanelbollar, hangikjøt, hvítt gløgg, heimagjørt livradeiggj av lambslivur, finskar piroggar o.a.


Næsta ár á jólum... vil eg vera fyrr liðug at keypa jólagávur og gera húsini ordiliga hugnalig, so at tíðin til tónleik, matgerð, bakstur og at gera jólapynt verður longur. Havi hugsað um at fara uttanlands at halda jól einaferð, áðrenn øll børnini verða ov vaksin, men eg veit ikki, um tað kemur upp á tal næsta ár.




Viðkomandi greinar