Meðan tónleikurin rungar á Vágsbøi, savnast fólk eisini aðra staðni í býnum. Í einum eldri húsum í Klaksvík heima hjá Hannu og Henrik Thøgersen stendur hurðin opin. Fólk koma og fara allar dagarnar, festivalurin er. Summi støkka inn á gólvið til ein kaffimunn, onnur seta seg í urtagarðin eina løtu, áðrenn tey fara oman á festivaløkið, og fleiri verða sitandi í fleiri tímar og hugna sær. Har hittast gamlir vinir og kenningar, nýggj sambond verða knýtt - og børnini renna millum borð og stólar. Hanna veit ikki sjálv, hvussu nógv fólk koma á gátt hvørt ár, men hon veit, at tað eru nógv. Og soleiðis hevur tað verið, so leingi hon minnist.
– Vit hava ongantíð verið burturstødd á Summarfestivalinum, øll tey árini, festivalurin hevur verið, hetta er eitt av hæddarpunktinum á summarinum hjá okkum, greiðir hon frá.
Hon greiðir framhaldandi frá, at húsini hjá teimum hava eina serliga søgu, og at tað eru nógv, sum hava tilknýtið til húsini. Serliga systkinabørn og familja, sum ikki búgva í Klaksvík longur, leggja leiðina framvið. Men eisini vinfólk, fyrrverandi og núverandi starvsfelagar og aðrir kenningar støkka inn á gólvið.
Sjálv arbeiðir Hanna sum stovnsleiðari á Argjum, og eisini tað gevur Summarfestivalinum sín serliga dám.
– Tað hendir eisini, at foreldur koma forbí við børnum, sum ganga á stovninum, har eg arbeiði - eg blívi so heit um hjartað av tí, sigur hon.

Hanna leggur nógv arbeiði í hugnaliga urtagarðin, so hann er klárur til festivaldagarnar
Summarfestivalurin byrjar um páskirnar
Hjá Hannu og teimum byrjar festivalurin fleiri mánaðir áðrenn, fyrsti tónin verður spældur á Vágsbøi. Longu um páskirnar fer Hanna at hugsa um, hvussu garðurin skal síggja út. Hvat skal flytast? Hvat skal plantast? Og hvar fólk skulu sita í ár? Garðurin er nevniliga vorðin ein týdningarmikil partur av festivalvikuskiftinum.
– Tá byrji eg at hugsa um, hvat í garðinum skal flytast og broytast, og fari so í gongd og eri í garðinum hvørja fríløtu, eg havi. Eg royni at verða liðug eina viku, áðrenn festivalurin byrjar, greiðir hon frá.

Gjøgnum árini er garðurin vorðin skipaður í smærri hugnalig horn, so fólk kunnu finna sær eitt pláss at seta seg niður.
– Garðurin rúmar nú fleiri "statiónir", so fólk kunnu sita í næstan øllum garðinum. Eisini er ein bonkur til tey forelskaðu, sum stendur í vesturskininum. Í ár havi eg gjørt eitt tema aftanfyri hjallin við gamlari útgerð, sum er úr hesum gamla húsinum, sigur hon eldhugað.
Tíðin skal brúkast saman við fólki
Tá húsið er fult av gestum í fleiri dagar, eru eisini nógv praktisk ting at hugsa um. Men har hevur Hanna valt at gera tað so einfalt sum gjørligt.
– Eg hvørki ruddi ella vaski, meðan festivalurin er, og eg brúki bara eingangsservisu, so alt er so lætt, sum gjørligt, og tíðin fer heldur við at práta við fólk.
Og tað er júst tað, dagarnir snúgva seg um hjá teimum. At hava tíð til gestirnar og samrøðurnar.
– Tað besta er at hava tað stuttligt! At uppliva, at so nógv fólk koma í garðin. So nógv ymisk fólk, eisini fólk, sum vit ikki hava sæð síðani seinasta Summarfestival. At uppliva stemningin. Øll eru glað, og øll eru her av somu orsøk.
Gjøgnum árini hevur Hanna tó eisini upplivað nógvar stórar konsertir. Hon minnist bæði Boney M., Kim Larsen og Shu-bi-dua, men tá hon lítur aftur á, eru tað ikki bara høvuðsnøvnini, sum fylla.
– Vit elska smáu føroysku bólkarnar og allar sangløturnar, har vit øll syngja við.

Í ár fær garðurin eisini ein nýggjan lítlan gest, sum tey gleða seg til at fáa á vitjan.
– Eitt minnið, sum verður frá hesum Summarfestivalinum, verður helst, at vit eru júst blivin omma og abbi, og at lítli beiggin í Havn kemur til Klaksvíkar at vitja í morgin, sigur hon stolt.
Tað verður fyrstu ferð, at hann upplivir Summarfestivalin – hóast hann er ov lítil til at minnast nakað av honum. Men um nøkur ár verður hann kanska eisini ein av teimum, sum rennur inn og út gjøgnum hurðina hjá ommuni og abbanum, meðan garðurin enn eina ferð er fullur av gestum.
Og júst soleiðis ynskir Hanna, at tað framvegis skal vera.
– Eingin Summarfestivalur uttan glað fólk í okkara garði, sigur hon.