Harðskapur: "Slepp tær burtur, tí tað verður vandamiklari og vandamiklari"
Lívsstílur
Harðskapur: "Slepp tær burtur, tí tað verður vandamiklari og vandamiklari"
Í dag, 25. november, er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, og tí seta vit í dag sjóneykuna á harðskap við einari samrøðu við Kathrina Lindenskov Holm sálarfrøðing.
Eftir: Anniku Kunoy Im Myndir Kvinnuhúsið og Amy Hansen 25.11.2022

Tað kann vera vandamikið hjá eini kvinnu, sum er fyri harðskapi, at seta mørk. Tað er eisini ein ógvuslig skomm, ið fylgir við einum harðskapsraktum parlagi, og tað er øgiliga torført at rúma tíni egnu kenslu av skomm. Men kanningar vísa, at tað gerst vandamiklari og vandamiklari at liva í harðskapi, greiðir Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, frá. Tá kvinnan rýmir, byrjar stríðið um børn og ognir, og tær vilja ofta finna útav, hví makin var harðligur. – Kanst tú svara ‘hví-spurninginum’, jamen so leggur tað upp til, at ein orsøk var til harðskapin. Tað er einki svar. Rým, leita tær hjálp og lat tað fara, staðfestir sálarfrøðingurin álvarsliga. 

Parlagið byrjar ikki við harðskapi. Tvørturímóti byrjar parlagið øgiliga ofta við at vera ómetaliga gott og ljósareytt. Kvinnan verður oyst undir við rósandi orðum, gávum og gerðum. Hon fær ofta at vita, at hon er tann deiligasta og vakrasta  - og hann, hann er romantiskur, fittur, gevandi og rósandi. Ofta dugir hann eisini væl at tosa og at sannføra bæði hana og onnur um, at tað er soleiðis, hann er.

Eftirlitið og stýringin kemur ofta sníkjandi inn í eitt slíkt parlag. Spurningar verða settir við vina- og familjusambond, og spurningarnir eru ílatnir umsorgan ella stúran: - Er vinkonan nú so góð við teg, sum tú heldur. Hon roynir eftir mær. Og hví ert tú altíð í so ringum lag, tá tú hevur tosað við mammu tína. Eg haldi ikki, at tú skalt tosa so ofta við hana longur. Tíni vinfólk dáma meg ikki. Tey vilja ikki okkum. Vit skulu halda okkum fyri okkum sjálvi. Soleiðis minka sosial sambond og tilknýti spakuliga, til einki er eftir, og makin hevur fult ræði á kvinnuni.

Ávaringartekin:Ivast tú, um tú ert fyri harðskapi í parlagnum, set so tær sjálvari hesar spurningarnar. Svarar tú ja til ein ella fleiri, kunnu tað vera ávaringartekin um harðskap.
Merkir tú, at spurnartekin verður sett við tað, sum tú gert, tína familju ella tínar vinir?  - Fert tú at ivast í egnum metingum av tær sjálvari?  - Byrjar tú at reagera og agera, alt eftir hvørjum lagi makin er í?- Kennist tað, sum hevur tú mist teg sjálva burtur?

Í slíkum førum er talan um menn, ið vilja hava vald. Ofta spælir øvundsjúka eisini ein stóran leiklut í parlagnum, og ivi verður settur við allar avgerðir, kvinnan tekur, tað hon ger, og tað hon er. Endamálið er at halda eftirlit og fáa valdið á kvinnuni.

  • Livir tú í einum parlagi, har harðskapur verður framdur, livir tú samstundis í ógvusligum ótryggleika, tí tað er ógjørligt at fyrireika teg uppá, hvat fer at henda. Tú veitst ongantíð, nær harðskapurin verður framdur, ella hvat skal til, áðrenn makin verður illur, og tú verður niðurgjørd, skeldað, sligin ella valdstikin. Tað hendir knappliga, greiðir Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur við drúgvum royndum innan harðskap móti kvinnum, frá.

Og ofta er tað soleiðis, at kvinnan roynir at gera tillagingar í egnum atburði og hugburði, tí hon enn trýr uppá, at hon hevur skuldina í, at tað ikki riggar, og at parlagið aftur kann blíva tað, sum tað var fyrstu tíðina.

– Hon fær at vita ferð eftir ferð, at hon er atvoldin til, at hann er, sum hann er, og ger tað, hann ger. At enda trýr hon tí. Hon vil fegin gera hann glaðan aftur. Hon vil tekkjast honum aftur og stríðist tí við at gera tær broytingarnar, hann krevur.

– Tað er tó ikki bara henni, tað er galið við. Nei, tað er eisini familjuni, vinunum og øðrum, hon lítir á, so sum læknanum, ráðgevanum í bankanum, sosialráðgevanum, læraranum, leiðaranum, starvsfeløgunum og so framvegis, sigur Kathrina Lindenskov Holm.

Avleiðingar fylgja tær

Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at menn fremja harðskap móti kvinnum, greiðir sálarfrøðingurin frá. Tað kann vera millum annað lítið sjálvsálit, svik og upplivingar í barnaárunum, persónleikaórógv, óndskapur ella annað.

Gransking innan trauma og PTSD (post traumatisk strongdarórógv) vísir á, at tá menniskju uppliva, at tað eru onnur menniskju, ið tilvitað eru atvoldin til líðingina og traumaið, tú følir, veitir tað størri sálarligan skaða enn avleiðingar av náttúruvanlukku. Tað er eisini ein av orsøkunum til, at fleiri kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi, stríðast við PTSD.

Danski sálarfrøðingurin, Ask Elkit, ið eisini hevur granskað nógv innan trauma, sigur, at verður tú eyðmýkt, sligin ella óvanliga bangin fyri einum øðrum menniskja, kunnu minnini vitja aftur og aftur, uttan at tú varnast tað - og tú fært flashback. Tá kennist tað, sum tú veruliga upplivir og ert í somu støðu aftur. Tú ert aftur í harðskapinum. Tú sært tað, tú sást tá. Tú følir tað, tú føldi tá.

– Pínan, sum situr í nervalagnum, verður sitandi og kann lættliga vekjast aftur. PTSD er ein álvarsom støða, og menniskju við PTSD hava millum annað trupulleikar við svøvni, hava tekin um tunglyndi og hava torført við at hugsavna seg. Tú kanst eisini gerast ilsk, ill og móð, tá tú ert í støðum, har minnini um upplivingarnar koma fram fyri teg, sigur Kathrina Lindenskov Holm.

– Fleiri av kvinnunum, ið eg havi møtt, ið hava verið fyri ymsum harðskapi í parlagnum, hava tekin um PTSD umframt at vera traumatiseraðar. Teimum tørvar frið, verju og viðgerð.

– Tað hendir eisini ofta, at harðskaptsrakta kvinnan ikki sleppur av við makan, eftir at hon hevur tikið stigið til at fara frá honum. Fleiri uppliva tráelting (stalking) í gerandisdegnum aftaná, telefonnummur mugu skiftast, adressur broytast, sosialir miðlar strikast og so framvegis.

Tað er ongantíð ov seint at fara úr einum slíkum parlagi, men jú longur tú ert í tí, jú meir oyðileggjandi er tað.

– Tað er ongantíð ov seint at fara úr einum slíkum parlagi, men jú longur tú ert í tí, jú meir oyðileggjandi er tað. Tað er eisini umráðandi at søkja tær hjálp eftir, at tú ert sloppin úr einum slíkum parlagi, og her er Kvinnuhúsið ein ógvuliga góð byrjan, greiðir sálarfrøðingurin frá.

Ávaringartekin:Ivast tú, um tú ert fyri harðskapi í parlagnum, set so tær sjálvari hesar spurningarnar. Svarar tú ja til ein ella fleiri, kunnu tað vera ávaringartekin um harðskap.

  • Merkir tú, at spurnartekin verður sett við tað, sum tú gert, tína familju ella tínar vinir?
  • Fert tú at ivast í egnum metingum av tær sjálvari?
  • Byrjar tú at reagera og agera, alt eftir hvørjum lagi makin er í?
  • Kennist tað, sum hevur tú mist teg sjálva burtur?

Blanda teg uppí!– Hevur tú illgruna um, at ein, tú kennir, er í parlagi, har harðskapur verður framdur, mást tú blanda teg uppí. Tað er sannlíkt, at kvinnan vísir teg burtur, men sum avvarðandi eiga vit ikki at góðtaka avvísingarnar. Vissa hana um, at tú ert har fyri hana, hóast tit ikki síggjast líka nógv longur, sigur Kathrina Lindenskov Holm.




Viðkomandi greinar