Harry & Meghan í nýggjari heimildarrøð
Lívsstílur
Harry & Meghan í nýggjari heimildarrøð
– Eingin sær tað, ið hendir handan afturlatnar dyr. Eg varð noyddur at gera alt, eg var mentur, fyri at verja mína familju, sigur Harry prinsur í forfilmi til heimildarrøðina
Eftir: Anniku Kunoy Im Myndir Pr 04.12.2022

Í næstum verður nýggj heimildarrøð um bretska Harry prins og konu hansara, Meghan hertúgindu, víst á Netflix, ið eisini júst hevur útgivið forfilm av røðini.

Líkt er til, at parið, ið tók seg aftur sum sjónskir limir í bretsku kongsfamiljuni fyri fáum árum síðani, fer at veita innlit í lív teirra, ið vit fyrr ikki hava fingið innlit í.

Í forfilminum verður Harry prinsur spurdur, hví hann vildi luttaka í hesi heimildarrøðini.

– Eingin sær tað, ið hendir handan afturlatnar dyr. Eg varð noyddur at gera alt, eg var mentur fyri at verja mína familju, sigur hann.

– Tá tað leikar so hart á, gevur tað tá ikki best meining at hoyra okkara søgu frá okkum báðum, spyr hertúgindan, tá hon fekk sama spurning.

Enn hevur Netflix ikki boðað frá, júst nær heimildarrøðin verður tøk at stroyma á stroymingartænastu teirra, men mett verður at tað verður áðrenn ársenda.




Viðkomandi greinar