Væl røkti urtagarðurin og glasverkstaðurin uttanfyri hjá Sædis Eilifsdóttir í Syðrugøtu eru at síggja til eini hús, ið eru karmur um eitt skapandi menniskja, og kenslan verður undirbygt, tá dyrnar verða latnar upp til fjálga, litríka og hugnaliga heimið. Í dag býr hon tó einsamøll har - døturnar Eivør, Elinborg og Elisabet búgva allar tríggjar í Keypmannahavn, og hon misti mannin, Páll, fyri tólv árum síðan. Listarligi andin í heiminum hevur øll árini, Sædis og Páll høvdu saman, verið ein sameinandi megi, sum einans varð sterkari um jólini. Og tað var Pálli at takka, tí hóast Sædis eisini dámar væl hugnaligu, litríku og ljósu jólatíðina, var tað hann, sum stóð á odda. Hann elskaði jólini og nýtti høvið at spíla seg út við matgerð, gávum, prýði og søgum. Tí broyttust jólini eisini ómetaliga nógv, tá Sædis misti mannin,og genturnar mistu pápa sín.
Jólini fyrr
Sædis smílist, meðan hon greiðir frá, hvussu jólahøgtíðin varð hildin, áðrenn Páll fór.
– Á jólum var tað hugnin, sum setti dagskránna, og alt var loyvt. Vit byrjaðu altíð at pynta tíðliga, sum ikki var so vanligt fyrr, og hann legði alt til viks og raðfesti veruliga hendan hugnan. Hann fór eisini tíðliga at stákast og gjørdi reyðkál, sildasalat og legði kjøt í vín. Hann elskaði hesa tilgongdina, og hann var so spentur at borðreiða hetta fyri okkum eisini. Vit flentu eitt sindur at hesum roksinum tá, men sum tað altso kendist tómt, tá vit ikki høvdu tað longur.
– Eisini var jólainnkeypið serstakt,og eg slapp als ikki at blanda meg uppí. Hann og genturnar gjørdu innkeypslistan, og løtan var gandakend, tá tey komu aftur við fullum eskjum av øllum møguligum leskiligum. Ja, sovorðnum, sum genturnar vanliga als ikki sluppu at keypa, eitt nú sodavatn. Eisini keyptu hann og genturnar jólatræið, tí tað skuldinevniligastanda í kjallaranum í fleiri dagar og torna og hjúklast um, áðrenn tey í felag settu tað upp í stovuni lítlajólaaftan, har tað síðan varð pyntað. Mín leiklutur var at baka smákøkur og skapa hugnan, sum angin av eitt nú piparnøtum gevur, greiðir hon livandi frá.
– Páll gjørdi eisini nógv burturúr gávum, og dagarnar fyri jól plagdi hann at goyma jólapakkar til genturnar ymsastaðni, hann skrivaði stuttligar seðlar, og so skuldu tær leita eftir postum - og tað kundi enntá vera á ovastalofti á stálull - áðrenn tær fóru í skúla. Eg minnist, hvussu roksut eg helt hetta vera, flennir Sædis afturskoðandi.
– Hann gjørdi eisini nógv kreativt. Vit tímdu ikki altíð líka væl sum hann, og ofta sat hann einsamallur og sang og klipti. Hann gjørdi jólabý saman við gentunum, og hvørji jól klipti hann vættrar og annað prýði úr pappíri saman við teimum eisini. Tað var so stuttligt, tí hann bæði tímdi og dugdi so væl. Hansara mynstur og útklipp vóru eisini altíð øðrvísi enn hjá øðrum, og so fylgdi ein góð søga við, hví so var. Eg haldi, at genturnar vóru ómetaliga inspireraðar av honum, sigur hon umhugsin frá.
– Hann pyntaði eisini altíð í so nógv við ljósperum uttanfyri, og alt stóð og blinkaði. Eg minnist, at eg altíð helt, at hann gjørdi alt ov nógv burturúr hesum perunum, og at tað næstan líktist Las Vegas, men júst hetta við ljósperunum uttanfyri fór at eyðkenna komandi árini.
Jólini eftir missin
Páll doyði brádliga í februar í 2011 eftir stutta sjúkralegu, bert 58ára gamal. Tað tók Sædis langa tíð at skilja, hvat var hent, tí hon als ikki fekk sagt farvæl.
– Eg eri glað fyri,at hasir mánaðirnir gingu, áðrenn fyrstu jólini uttan Páll stóðu fyri durum, so eg fekk tíð at koma yvir tað allarstørsta sjokkið. Men eg minnist væl hasa tíðina í desember, tá grannarnir hingu jólaperurnar upp uttanfyri. Eg stóð við tárum í eygunum og eygleiddi og hugsaði, at perurnar koma ongantíð upp aftur uttanfyri hjá mær. Tað slóknaði eitt stórt ljós inni í okkum, tá hann fór, uttan at vit vildu tað. Húsini eru myrk. Tað liggur eisini ein ávísur súmbolikkur í tí.
Tey fyrstu jólini uttan Páll legði Sædis stóran dent á, at tað skuldi vera, sum tað plagdi. Hon pyntaði, sum hon var von, hon hongdi gávurnar har, tær altíð hingu, og hon stákaðist eftir besta førimuni.
– Eg hugsaði, at eg skuldi gera alt fyri, at genturnar skuldu fáa eini fantastisk jól. Onkursvegna ótilvitað, so tær ikki skuldu uppdaga, at pápi teirra manglaði. Tað var alt so løgið, tí tær stúrdu eisini um meg, so tær gjørdu akkurát tað sama.
– Vit royndu allar yvir evni at fáa alt at vera í hansara anda, og vit ræddust eitt sindur hvørja aðra og stúrdu fyri, at ein okkara fór at verða kedd. Tað spælið riggaði líka til klokkan 18 jólaaftan, tá eg stóð og rørdi róman í mandlurísið, tá eg so small saman og brast útúr at gráta. Tá komu tær allar tríggjar rennandi, tóku um meg og vit grótu forloysandi saman. Tá vit so lótu tárini falla, kendist tað natúrligt, og tað var, áðrenn vit grótu, at tað kendist ónatúrligt. Tá ein løta var liðin, summaðu vit okkum og viðurkendu, at tað var ókey, at vit steðgaðu hesum sjónleikinum, sum eingin okkara orkaði at spæla. Tá gestirnir síðani komu, gekk kvøldið væl, hóast saknurin natúrliga var har í øllum, greiðir hon umhugsin frá.
Alt er broytt
Tá eitt menniskja í eini familju manglar, kennist tað eyka svárt um høgtíðirnar og aðrar merkisdagar. Ein av orsøkunum til tað er, at vit hava eina felags kenslu og eru nógv saman um jólini.
–Vit ávirkast av hesi kensluni av, at vit eru ein eind, og tað ger tað eyka sárt, tá ein manglar í eindini, heldur Sædis.
Jólini eru enn torfør hjá Sædis og gentunum, hóast tað longu onnur jólini eftir missin kendist eitt sindur lættari.
–Vit hugsa allar hvør í okkara egna lagi um hann í øllum, sum vit gera um jólini, tí tað nevniliga eru so nógvar siðvenjur, luktir, smakkir og tónleikur, sum vit kenna aftur ár eftir ár. Páll var ein livandi maður, sum ikki bara sat og bíðaði, og tí er missurin so stórur. Hann var einkjumaður við tveimum børnum, tá hann møtti mær. Fyrra kona hansara doyði av krabbameini, og eg haldi, at tað eisini gjørdi, at hann visti, hvussu stokkut løtan kann vera, og harvið dugdi hann eisini so væl at vera nærverandi og virðismeta tær smáu løturnar í lívinum. Tað var hann í veruleikanum serfrøðingur í.
Nú hava Sædis og døtur hennara funnið sínar egnu nýggju jólasiðvenjur, og tær halda jólini á sín hátt nú, hóast jólini í dag líkjast nógv jólunum, sum vóru fyrr. Men nú gera tær matin, hann plagdi at gera, í felag.
–Vit eta tað sama, syngja somu sangir, og vit spæla tey somu spølini. Størsti munurin er, at vit vitja grøvina hjá Pálli, og vit hava hann við okkum. Eg haldi tað vera umráðandi at vera tilstaðar um jólini og ikki verða tikin við materialistiska streyminum í handlunum. Tá er meira umráðandi at síggja tað stóra í tí smáa, gera heimagjørdar gávur at seta inn til onkran, sum hevur tørv á júst ta gávuni. Meiningin við høgtíðini er at steðga á og vera um tey, ið hava tørvá tí, hugleiðir hon.
Sorg omaná sorg
Eitt ár eftir, at Sædis misti Páll, varð hon sjúk av krabbameini í maganum. Hon fekk at vita frá læknunum, at kroppurin segði frá. Hon hevði verið undir stórum trýsti, og hon vildi vera tann sterka, hóast hon hevði mist sín lívskærleika.
–Tað var ræðuligt, tá eg skuldi siga gentunum, at eg var blivin sjúk. Tað gekk ein heil vika, áðrenn eg segði nakað, tí eg tordi ikki at siga tað. Eg royndi at vera sterk hesa tíðina, vit mundu upplivað tað ræðuligasta - at genturnar mistu okkum bæði. Tí haldi eg tað vera so umráðandiat seta tingini í perspektiv, greiðir hon frá og fegnast um, at hon bleiv frísk og kom seg aftur.
At elska stórt
Sædis greiðir frá, at tá Páll doyði, var tað ein missur fyri alla bygdina eisini, tí tað ofta var hann, ið stóð á odda fyri sangi og undirhaldi til tiltøk og veitslur í nærumhvørvinum. At syrgja er ein tilgongd, og tað tók tí eisini Sædis fleiri ár, áðrenn hon sjálv megnaði at hava ein leiðandi leiklut í veitsluhøpi.
– Í fleiri ár fór eg bara heim tíðliga og læt hini um at hugna sær víðari. Tað er ikki fyrr enn nú, at eg megni at skipa fyri felagssangi til dømis. Og hevur tú elskað stórt, er missurin tað størri. Tað er ræðuliga ringt at missa tað besta, sum altíð hevur riggað. Sorgin er stór, men lívið við Pálli er ikki eitt lív, eg hevði viljað verið fyri uttan, sigur hon og greiðir framhaldandi frá, at tað, sum hevur verið høvuðsbjargingin, er samanhaldið millum hana og genturnar.
– Vit mugu ongantíð lata ljósið, sum Páll gav okkum, slókna. Og tað er júst hetta at tosa opið um missin, um sorgina og tíðina eftir og at halda saman sum familja, ið er so umráðandi fyri hana.
– Tá eg misti Páll, skrivaði ein kona, sum eg als ikki kendi, til mín. Hon skrivaði, at tað var umráðandi, at eg læt sorgarfuglarnar flúgva uppiyvir høvdinum á mær, men at eg samstundis ikki læt teir byggja reiður. Tað hugsi eg ofta um, tá eg eri kedd og kenni meg beiska. Páll var maður mín, og eg elskaði alt við honum, men eg fái hann ongantíð aftur. Tað er í lagi at vera kedd eina løtu, men tað má ikki festa seg.
–Vit hava eina stóra mynd av honum á borðinum. Vit rúma, at tað er í lagi at fella eitt tár við myndina um jólini, tí hetta var hansara høgtíð. At finna gleðina aftur er ikki lætt, men vitf inna hana, um vit leita, og her hevur mítt lætta lyndi eisini hjálpt mær. Onkuntíð fái eg ringa samvitsku av, at eg eri so glað, men eg havi altíð verið glað, og tað var tað, hann elskaði við mær. Eg vil ikki broyta meg fyri tað, um eg var fyri tí vanlagnu at missa mannin. Eg havi hansara kærleika við mær, og tað er tað, sum er umráðandi.
Fakta
Navn: Sædis Eilifsdóttir
Aldur: 61 ár
Familja: Mamma at trimum døtrum og eigur tveir fostursynir
Yrki: Lærari í Gøtu skúla
Greinin var upprunaliga prentað í jólaKvinnu í 2021