Hevur tú ráð at gerast gomul?
Lívsstílur
Hevur tú ráð at gerast gomul?
Soleiðis tryggjar tú tína framtíð
Eftir: Kvinnu í samstarvi við Betri Banka 06.02.2026

80 prosent av føroyingum hava ikki nóg gott innlit í sína pensjón – ert tú ein teirra? Hóast tað kann kennast abstrakt at hugsa um árini, tá ið tú verður liðug at vera á arbeiðsmarknaðinum, er sannleikin er einfaldur: Valini, tú tekur í dag, avgera, hvussu fíggjarliga fræls tú verður, tá ið tú gevst at arbeiða.

 

Tær flestu okkara brúka nógv tíð uppá at leggja til rættis næstu feriuna. Vit brúka pengar upp á vælveru, røkt og heimið. Vit tryggja, at børnini hava alt, teimum tørvar. Men hvat við kvinnuni, sum tú sært í speglinum um 10, 20, 30 ella 40 ár? Hevur hon ráð at liva tað lívið, sum tú í dag droymir um? Sum ráðgevi í Betri Banka hitti eg kvinnur í øllum aldri – frá henni síðst í tjúgunum, sum júst er flutt í sína fyrstu íbúð, til hana, sum telur niður til síðsta arbeiðsdag. Felags fyri tær allar er, at teirra framtíðar fíggjarliga frælsi verður lagt til rættis júst nú! 

 

Vit kvinnur liva ofta longur enn menn. Tað er ein gáva – men tað merkir eisini, at uppsparingin skal røkka til fleiri ár. Samstundis vita vit, at kvinnur ofta hava minni á kontuni, tí vit millum annað hava verið í farloyvi ella arbeitt niðursetta tíð. Tí er tað eyka umráðandi, at vit taka stýringina, tá ið tað ræður um okkara egnu pensjón. 

 

Hevur tú hugsað um, hvat tú vilt gera, tá tú gevst at arbeiða? Kanska droymir tú um at ferðast til heitari lond, vitja børn og ommubørn uttanlands, ella kanska vilt tú bara hava ró og ráð til at vera búðsitandi í tínum egna heimi.

 

Flest allar ynskja at halda sama livistøði, sum vit hava í dag. Men fyri at náa har til, má ein ætlan gerast. Vit hava eitt tvungið eftirlønargjald, sum er 12 prosent av okkara løn og summi gjalda meir, tí sáttmálin sigur tað. Men er tað mikið, ella skal tú kanska gjalda eitt sindur afturat sjálv? 

 

Tað skal ikki at vera torført. Í Betri Banka hevur tú fleiri møguleikar at umsita tína eftirløn:

 

  1. Trygga loysnin (konto)
    Pengarnir standa trygt á konto við eini rentu, sum í løtuni er 2,15 %. Her veitst tú, hvat tú hevur, men avkastið er avmarkað.

  2. Fakfólkini hjálpa (Markets)
    Okkara serfrøðingar í Markets gera íløgur fyri teg. Markets hevur leypandi eftirlit við íløgunum og tillaga tín váðaprofil og íløgutíðarskeið. Tað verður tryggja, at váðin er spjaddaður á partabrøv og lánsbrøv, sum passa júst til tín aldur og tín profil. Tú fylgir bara við í netbankanum og fær regluliga kunning um, hvussu tað gongur við tínum íløgum.

  3. Ger tað sjálv
    Tú kanst sjálv røkja tínar íløgur. Tá er tó ein fyrimunur, at tú kennir váðar og møguleikar á virðisbrævamarkanaðinum, soleiðis at tú kanst røkja íløgur á besta hátt. Røkir tú sjálv tínar íløgur, kanst tú bert í ávísan mun velja, hvørji virðisbrøv tú vilt keypa.


Tíðin er tín besti vinur
Søguliga sæð løna íløgur í virðisbrøv seg betur, enn at lata pengarnar standa á einari vanligari konto. Ein góð meginregla er, at jú yngri tú ert, tess meira váða kanst tú loyva tær at taka. Og jú nærri tú kemur pensjónini, tess meira eigur tú at tryggja uppsparingina.

 

Á heimasíðuni hjá Betri Banka finnur tú ein eftirlønarroknara, har tú skjótt kanst fáa eina mynd av, hvussu framtíðin kann síggja út – og hvussu stóran mun smáar broytingar gera.

 

Tryggja tíni kæru
Tað er ikki bara tín egni gerandisdagur sum pensjonistur, tú eigur at hugsa um. Við lívs- ella restskuldartrygging tryggjar tú, at tíni kæru ikki standa eftir í fíggjarligari óvissu, um tað ringasta skuldi hent. Tú velur sjálv, hvør fær upphæddina, og kanst laga tað, tá lívið broytist.

 

Bráðsjúkutrygging kann geva tær eina útgjalding, um tú verður rakt av álvarsligari sjúku, og ein óarbeiðsføristrygging tryggjar tær inntøku, um arbeiðsførleikin verður munandi skerdur.

 

Nógvir arbeiðsgevarar bjóða tryggingar, men tær eru ofta ikki nóg mikið í mun til skuldina, ein hevur. Tí er skilagott javnan at kanna, um tú ert nóg væl tryggjað. Tryggingartørvurin broytist nevniliga alt lívið – tá tú gerst foreldur, keypir bústað, skiftir starv ella fært nýggjan maka.

Vit eru skjót at tryggja hús og bil, men gloyma ofta tað týdningarmesta: okkum sjálvi og tey, vit elska. Tí eigur tú eisini at kanna arvastøðuna, so fíggjarliga grundarlagið hjá familjuni er tryggjað.

 

Títt næsta stig
Tað er ongantíð ov seint at byrja. Men tað verður heldur ongantíð lættari enn í dag.

 

Míni ráð til tín:

Fá yvirlit. Royn eftirlønarroknaran og hygg, hvat munur tað ger at spara meira.

Tryggja teg rætt. Jú størri fíggjarligar skyldur tú hevur, tess sterkari eigur tryggingin at vera.

Hav stýr á arvinum. Familjur eru ymiskar – fá greiðu á, hvussu tíni næstu eru tryggjað.

Tosa við ein ráðgeva. Kom inn til ett prát um tína eftirløn og tryggingar. Vit hjálpa tær at fáa eitt yvirlit og leggja eina ætlan, sum tryggjar teg og tína framtíð.




Viðkomandi greinar