Himmalvíður munur á jólasiðunum í Peru og Føroyum
Lívsstílur
Himmalvíður munur á jólasiðunum í Peru og Føroyum
Jólakrubbur, fýrverk, midnáttardøgurði og dansur. Jólasiðirnir í heimlandinum hjá Patriciu del Carmen Rasmussen í Peru eru ómetaliga umráðandi, og teir kundu næstan ikki líkst meiri frá teimum føroysku. Nú sjey ár eftir, at hon flutti til Føroya, hevur hon lært seg at virðismeta føroysku jólini, men hon sníkir enn ein latínamerikanskan sving-om inn áðrenn tunga dunnudøgurðan
Eftir: Anniku Kunoy Im 18.12.2023

Patricia del Carmen Rasmussen er úr býnum Chimbote, sum er í útnyrðingspartinum av Suðuramerikanska landinum Peru. Hon er gift við føroyingi, og eftir at tey høvdu gingið saman eina tíð, giftust tey, og hon flutti til Føroya at búgva. Tá hevði hon bara vitjað íFøroyum nakrar ferðir fyrr um summarið. Ein myrkan og buldrutan vetrardag í desember fyri sjey árum síðani lendi flogfarið í Vágum, og hol varð sett á nýggju tilveruna hjá Patriciu.

– Tað, sum eg minnist best, er munurin úr 40 hitastigum í Peru til eini 3-4 hitastig í Føroyum. Tað var í veruleikanum ordiliga svalligt og kærkomið, greiðir Patricia frá og vísir á eina mynd av sær í shortsum og toppi í Peru og síðani eina mynd av henni dagin eftir í Føroyum í tjúkkum vetrarjakka. Stutt eftir, at Patricia var flutt til Føroya at búgva, stóðu jólini fyri durum. Hon greiðir frá, at í Peru eru jólasiðvenjurnar sterkar og ómetaliga umráðandi uppá fleiri mátar. Júst sum tað eisini er her í Føroyum, men siðvenjurnar í londunum líkjast bara yvirhøvur ikki.

– Í Peru gera vit nógv burturúr at pynta við jólakrubbum. Vit seta flottar figurar upp, bæði heima við hús og í býnum, við Jósefi, Mariu og Jesusbarninum í krubbu, teimum trimum vísmonnunum og djórunum. Jólaaftansdag sova vit øll altíð leingi, og so fara vit upp og vaska og prýða heimið. Vit plaga at leggja tey smáu børnini um 17 tíðina, so tey fáa ein lúr og orka at luttaka í gildisróminum seinni um kvøldið, greiðir hon frá.

– Tá heimið er reint og ruddiligt, gera vit okkum sjálvi klár og fara í nýtt og vakurt stás. Tað er umráðandi, tí tankin í tí er, at Jesus varð føddur 25. desember, og tá tað nærkast midnátt, nærkast eisini føðingardagur hansara, og tá kemur hann á gátt, og vit hátíðarhalda tað. Tí má tað vera so pent, ruddiligt og snøgt. Tá klokkan verður umleið 22, verða børnini vakt, og vit gera mat, meðan tey spæla uttanfyri. Á jólamatskránni er ofta høsnarungi, epli, majonesa, rís, traditionelt heitt kakao og traditionella peruvianska dessertin ‘panetón’, sum er eitt høgt søtt breyð við millum annað kaneli og papaya, greiðir hon eldhugað frá.

Satt at siga var eg eitt sindur kedd, fyrstu ferð eg helt jól í Føroyum, og tað var serliga tí, at eg fyri fyrstu ferð helt jól uttan familjuna hjá mær

Tá klokkan slær midnátt, takka tey Jesusi fyri høgtíðina og fara síðan út at skjóta og hyggja at fýrverki.

– Síðan tekur mamma altíð orðið og takkar fyri, at vit eru har saman, meðan hon borðreiðir fyri okkum, og so hugna vit okkum saman, áðrenn vit fara yvir á sofuna og geva hvørjum øðrum gávur. Vit skriva ikki til og frá seðlar á gávurnar, tí vit keypa í mestan mun bara til børnini, og vit vita, hvør hevur keypt hvat til hvønn.

Fyrstu føroysku jólini
– Satt at siga var eg eitt sindur kedd, fyrstu ferð eg helt jól í Føroyum, og tað var serliga tí, at eg fyri fyrstu ferð helt jól uttan familjuna hjá mær. Eg helt tað vera løgið, at verfamiljan ikki legði størri dent á jólastásið, og at einki fýrverk varð skotið, tí tað er ein so umráðandi liður í jólahátíðarhaldinum í míni mentan. Og so var dagurin eisini hildin so nógv øðrvísi, enn hann verður hildin heima í Peru. Hesi fyrstu jólini skilti eg heldur einki av føroyskum, og verfamiljan dugdi ikki so væl enskt. Eingin dugdi spanskt. Tað var torført hjá mær, tí eg eri opin og frí, og mær dámar væl at tosa, og hóast øll royndu at fáa meg at kenna meg væl, kendist tað einsligt. Eg helt, at tað var so løgið, at vit skuldu eta jóladøgurðan longu klokkan seks um kvøldið, og at vit fingu dunnu, tí tað dámar mær ikki. Eitt annað, sum eg gjørdist bilsin av, var, at vit ótu so nógvan mat. Fyrst døgurða og síðan kaffi, kaku, rís a la mande, sjokulátu og nógv annað gott. Eg var alt ov mett, sigur hon bæði erliga og skemtiliga frá.

– Tað var eisini so løgið hetta kvøldið, tí vit skuldu geva so ómetaliga nógvar gávur. Tað virkaði so leingi at bíða, meðan vit góvu gávur út og pakkaðu upp. Eg minnist, at eg var eitt sindur irriterað, tí eg skilti lítið, og eg hevði bara verið í landinum í góðar tríggjar vikur. Men tað kom eisini óvart á meg, at eg fekk so nógvar gávur sjálv, hóast eg eri vaksin. Tað var als ikki so galið, sigur Patricia flennandi og greiðir víðari frá, at henni dámar væl tey føroysku jólini, nú hon hevur havt stundir til at venja seg við siðvenjurnar, og verfamiljan hevur havt stundir til at venja seg við Patriciu. Tí nú kemur meiri enn so fyri, at latínamerikanskur dansur, so sum Samba, Rumba ella Cha-Cha-Cha er á skránni, áðrenn dunnudøgurðan.

– Í Føroyum verður ofta tosað um, at jólini eru vorðin alt ov materialistisk, men eg kann ikki samanbera Føroyar og Peru, tí tað er so himmalvíður munur á búskapunum og mentanunum báðum. Eg veit, at mamma mín hevði viljað keypt okkum meiri í gávu, men tað hevur hon ikki pengar til. Her hava vit pengarnar, og eg haldi, at tað er í lagi, at vit tá keypa hvørjum øðrum gávur. Eg elski eisini at fáa heimabundin pløgg og annað, sum eg plagi at fáa frá vermammu míni, tí eg síggi kærleikan, hon hevur lagt í arbeiðið, og tá kenni eg meg eisini elskaða.

Er fallin fyri føroysku jólunum
Hóast stóru munirnir á latínamerikonsku mentanini hjá Patriciu og føroysku siðvenjunum í landinum, hon nú kallar heimlandið, er karismatiska peruvianska kvinnan í Havn nú fallin fyri teim føroysku jólunum og gleðir seg, tá tað gongur høgtíðini ímóti.

nú eg havi verið so leingi í Føroyum, veit eg, hvat eg kann vænta av føroysku jólunum, og eg havi eisini tikið okkurt við í føroysku jólini úr míni egnu mentan

– Eg havi funnið útav, at mær í veruleikanum dámar væl at eta jóladøgurðan klokkan seks á kvøldi, tí tað er góð tíð hjá børnunum at spæla við gávurnar, tey fáa, áðrenn kvøldið er av. Tað er hugnaligt við so góðari tíð saman við familjuni. Men tað er eisini stressandi at skula keypa so nógvar gávur til so mong, tí tað eru so nógv fólk í býnum, og øll hava so nógvan skund. Tað dámar mær als ikki, greiðir hon frá.

– Eg eri opin, prátingarsom, smílandi og eg elski at dansa. Eg fái ikki broytt mín persónleika ella mína mentan, og tað havi eg heldur ikki ætlanir um, og nú eg havi verið so leingi í Føroyum, veit eg, hvat eg kann vænta av føroysku jólunum, og eg havi eisini tikið okkurt við í føroysku jólini úr míni egnu mentan. Til dømis tað, at eg seti figurar upp av Jósefi, Mariu og Jesusbarninum í krubbu, júst sum vit gera heima í Peru. Børnini hjá mær vita eisini, hvussu umráðandi jólakrubburnar eru fyri meg.

– Maður mín hevur virðing fyri míni mentan og teimum siðvenjum, sum vit eisini hava um høgtíðirnar, og tað er so ómetaliga umráðandi at virða mentanirnar hjá hvørjum øðrum. Tí virði eg eisini ta føroysku mentanina, og eg elski at hava eitt ordiliga føroyskt lív her.

Greinin var upprunaliga prentað í jólaKvinnu í 2021.