Hjálp! Eg pissi í buks...
Lívsstílur
Hjálp! Eg pissi í buks...
Serfrøðingurin svarar lesara. Serfrøðingurin hesaferð er KAtrin Jacobæus, sum er fysioterapeutur
Eftir: Katrin Jacobæus Mynd Veitari 11.04.2023
Góði serfrøðingur
Eftir eg átti børn, havi eg havt ringt við at halda mær. Serliga tá ið eg íðki ítrótt, har eg t.d. skal renna. Og at hoppa í trampolin við børnunum, kemur ikki uppá tal. Hetta ávirkar meg, so eg illa hætti mær út at vera saman við øðrum fólki. Eg føli tað, sum eg lukti av pissi, og at onnur síggja ein vátan plett. Eg brúki tjúkk bind, so pissið ikki kemur í gjøgnum. Eg eri so flóv av hesum. Hevur tú nøkur góð ráð til mín?
Vinaliga
Mamman, sum er farin at pissa í buks

___

Góða mamma
Eitt skalt tú vita. At blíva inkontinentur (sum tað eitur, tá ein ikki fær hildið sær) er so sera vanligt. Mann veit, at umleið tíggju prosent av øllum kvinnum eru inkontinentar. Harafturat eru eisini tær, sum aldrin venda sær til lækna við trupulleikanum. So møguliga er talið nakað væl hægri!
Tá kvinnan hevur verið við barn, hevur kokan borið uppá vektina hjá barninum og øktu vektina hjá kvinnuni. Harafturat verða vøddarnir settir á tamb, tá kvinnan eigur vaginalt. Eftir hetta kann kvinnan uppliva eina tyngd í kokuni eftir buðrin, og tað er serliga stutt eftir buðrin, at hon er inkontinent. Men fyri summar kvinnur batnar tað ikki, men gerst heldur verri við tíðini.
Hesin trupulleiki verður ofta uppdagaður, tá kvinnan verður boðin at koma til átta vikurs kanningar hjá læknanum, men hendan kanningin avdúkar ikki altíð alt. Antin tí kvinnan ikki fortelur, at hon er vorðin inkontinent, ella at trupulleikin ikki er til staðar, tá kanningin fer fram.
Flest kvinnur vita, at tað er gott at gera krympivenjingar fyri kokuna, serliga eftir barnsburð. Men kanningar vísa tíverri, at nógvar kvinnur ikki vita, hvussu og hvørjar vøddar tær skulu spenna. Summar spenna bøllarnar, aðrar lørini og onkrar trýsta niður í kokuna, sum tá tú skal av við avføring. Eisini eru ótrúliga nógvar, sum fortelja, at tær als ikki gera venjingarnar. Kanska gloymur mann at venja, ella kanska er venjingin eitt sindur keðilig og kennist uttan endamál. Men hettar eru góðar venjingar at duga. Og serliga er tað gott at kenna samstarvið hjá vøddunum í kokuni, búki, ryggi og stóra andadráttsvøddan. Tær eru góðar at duga, so at tú fær hildið tær og serliga, tá trýst er á. Og har er trýst á kokuni, tá tú berur børn ella t.d. innkeypsposar í dagligum geramálum ella sjálvandi, tá ið tú vil á vesið.
Eg vil viðmæla tær at fáa hjálp til at venja. Kanska venijingin kann gera, at tær ikki nýtist at brúka bind dagliga. Og ikki minst vil eg biða teg hugsa fram, so at tú sum eldri kvinna, ikki nýtist at vera brúkari av blæu, tí vøddarnar í kokuni eru viknaðir. Hettar kann fyribyrgjast!