Hotel Brandan bjóðar kvinnurennarunum vælkomnum við gisting og avsláttri
Lívsstílur
Hotel Brandan bjóðar kvinnurennarunum vælkomnum við gisting og avsláttri
Kvinnurenning 2021: Gist á nýggja og lekkra gistingarhúsinum Hotel Brandan í sambandi við Kvinnurenningina og fá 50% avsláttur uppá tvær drykkivørur í hugnaligu kaféini.
Eftir: Kvinnu (LÝSING) / Myndir: Hotel Brandan 04.05.2021

Í sambandi við Kvinnurenningina 2021 hevur Hotel Brandan sett saman eitt serligt tilboð til tær, ið ætla sær at renna við.

Hugna tær saman við vinkonuni og gist á nýggja hotellinum við lekkru barrini og møguleika fyri at leiga uttandura hitapottar. Við í tilboðnum er eisini virðisseðil uppá 50% avsláttur uppá tvær drykkivørur í hugnaligu kaféini Landmark.

Matstovan á niðastu hædd Húsagarður hevur sjálvandi eisini opið, har borðreitt verður við øllum tí góða, ið høvuðskokkarnir Rannvá og Janus Einar ganda til tykkara. Tú kanst bíleggja borð og síggja, hvørjum matstovan borðreiðir við HER.

Eisini hevur hotellið ókeypis 'wine hour' til gistandi millum kl. 17 og 18.

Áðrenn tit tjekka út sunnumorgunin, verður sjálvandi borðreitt við leskiligum morgunmati við øllum góðum.

Prísir
Gisting við morgunmati (2 persónar) fyri 798 kr.
Gisting við morgunmati (1 persónur) fyri 650 kr. 

Bílegg kamar longu nú HER.