Hug at fara útum at venja í góðveðrinum?
Lívsstílur
Hug at fara útum at venja í góðveðrinum?
Tú kanst lættliga fáa eina góða og gevandi venjing beint har, sum tú ert uttan stórvegis útgerð
Eftir: Anniku Kunoy Im 16.06.2022

Tá tað er summar í Føroyum, hava vit sum oftast hug at njóta góðu, ljósu og gevandi løturnar uttanfyri. Ja, so mangar av teimum, sum vit kunnu, áðrenn tungi og myrki veturin aftur noyðir okkum inn tað mesta av tíðini.

Dámar tær væl at venja og røra teg, kann tað tí vera trupult at finna hugin til at fara inn í venjingarhølini. Tú kanst tó lættliga fáa eina góða og gevandi venjing beint har, sum tú ert uttan stórvegis útgerð, hevur tú hug til tað. Og ofta tíma børnini væl at vera við.

Nógvar góðar og gevandi heimavenjingar eru á millum annað YouTube ella Pinterest. Hevur tú ikki hug at leita, kanst tú byrja við at royna hesa venjingina - annaðhvørt inni ella uttanfyri í frísku luftini, tá veðrið er til vildar. Tað gevur eyka góða vælveru og d-vitaminir. 

Minst til vatndunkin og eina máttu, um tær tørvar undirlag :)

Ger hetta tríggjar ferðir: 

1. 50 Sprellimenn
2. 40 Squats
3. 30 Walking Lunges
4 . 20 Ryggvenjingar meðan tú liggur á búkinum (Back Extensions)
5. 10 Armboyggingar
6. Halt planka í 20-60 sekund (Alt eftir, hvussu leingi tú klárar at halda góðan form)


P.S. renn eina rundu runt grannalagið millum venjingarnar, um tú hevur hug til eitt sindur eyka!