Hvør var Elinborg  Lützen?
Lívsstílur

Hvør var Elinborg Lützen?

Í dag 24. september 2019 kl. 16.30 verður føroya fyrsta standmynd avdúkað av eini navnkendari kvinnu. Standmyndin er í Klaksvík, og tað verður Brynhild Danielsen, sum fer at avdúka standmyndina. Elinborg var fastir hennara.
24.09.2020

Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík 26. juli 1919 og andaðist 22. november 1995. Hon var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum.

Foreldur hennara vóru Andrias Christian Lützen, keypmaður (1875-1941) og Hanne Joline Niclasen (1884-1957). Systkini vóru níggju í tali, og var Elinborg nummar seks í røðini. Elsta systir hennara, Marianna Matras, gjørdist eisini myndlistakvinna.

Elinborg var 18 ár, tá ið hon flutti til Keypmannahavnar og fór undir útbúgving á ”Tegne- og Kunst-industriskolen for kvinder”. Hesi árini búði hon saman við Sámali Joensen-Mikines, og giftust tey 2. desember 1944, men hjúnalagið endaði í 1952.

Tá ið hon fór til Danmarkar, var ætlanin at hon bert skuldi vera har til 1940, men seinni veraldarbardagi brast á, og tí var ógjørligt hjá føroyingum í Danmark at sleppa heimaftur til Føroyar, ið var hersett av bretum.

Frá 1947 til 1981 búði hon í Klaksvík í húsunum niðanfyri standmyndina, vanliga kallað Faktorshúsini.

Í hesum húsunum er Elinborg barnvaksin, og vórðu tey á hennara døgum eisini kallað Lützenshús. Tá ið hon hevur búð í Klaksvík, hevur hon búð her. Elinborg flutti til Havnar í 1981, har hon doyði barnleys í 1995.

Sum grafikari arbeiddi hon mest við linoleumsskurðum. Eftir at hon hevði vitjað ”Kunsthåndværkerskolen” í Bergen, gjørdist hon eisini kend við sínum bókaprýðismyndum. Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu.

Myndevnini, Elinborg arbeiddi eina mest við, vóru ævintýr, okkurt úr kvæðunum og tað gátuføra. Eisini dugdi hon væl at lýsa bygda- og landsløg.

Í 1980 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.