
Hví skal eg hugsa um mína pensjón?
Vit verða noyddar til at hugsa um pensjónina, tí tá vit koma har til, at vit skulu av arbeiðsmarknaðinum, so verður pensjónin avgerandi fyri, hvussu livistøðið hjá okkum verður. Tað er ymiskt, hvat livistøði, fólk eru nøgd við, og hvønn tørv tey hava, tá tey verða pensjónerað, men um tú vilt liva, sum tú gert nú, tá tú fert av arbeiðsmarknaðinum, so krevur tað, at tú tekur støðu til hesi viðurskiftini og hugsar um, hvussu nógv, tað, tú rindar í pensjónsuppsparingina, verður til, tá tú fert frá.
Hvat er ein góð pensjón?
Tað er ógvuliga individuelt og snýr seg aftur her um, hvussu tú vilt liva, tá tú fert á pensjón. Summi vilja liva, sum tey gera nú, meðan onnur gleða seg til at kunna njóta uttanlandsferðir og onnur áhugamál, tá pensjónsárini koma. Ofta verður sagt, at forbrúkið pensjónsárini liggur á leið á 60-80 prosentum av tí, tú tjenar á arbeiðsmarknaðinum, tí tú tá ikki hevur smábørn ella lán. Hinvegin eru tað eisini fleiri eldri, ið taka lán til viðlíkahald og annað. Fólk eru ikki altíð skuldarfrí, áðrenn pensjónsaldurin í dag. Tí er tað so umráðandi at taka støðu til, hvat ein góð pensjón fyri teg sjálva er.
Hvat má eg vita um MÍNA pensjón?
Tað er umráðandi at vita, hvat tú fært í pensjón – men tað er eisini ógvuliga umráðandi at vita, hvussu tín pensjón verður rentað. Pensjónin kann vaksa munandi, tá hon verður løgd í íløgur, og tí er umráðandi at taka støðu til, hvønn váða tú vilt hava á tíni pensjón.
Harafturat er týdningarmikið at vita, hvørji eru tilskilað á tíni pensjón, soleiðis at tað eru tey røttu, ið tú vilt, skulu fáa hana, um tú doyrt, áðrenn hon verður útgoldin.
Hvat váðastøði KANN EG VELJA?
Betri Pensjón hevur seks ymisk váðastøði at velja í, og tað er ymiskt, hvat kundarnir velja. Okkara royndir siga, at summir kundar als ikki tora at gera íløgur, meðan onnur hava nógva vitan um evnið og vilja gera íløgur. Ofta snýr tað seg bæði um tørv og dirvi, og tí verður støðið altíð tikið í einstaka kundanum – hugt verður eisini at, hvussu viðurskiftini hjá viðkomandi eru, og hvør aldurin er. Jú yngri tú ert, jú meiri tíð hevur tú, áðrenn tú røkkur pensjónsaldri, og tí tolir tú betur sveiggini, ið eru á íløgumarknaðinum. Summi ár hava nevniliga negativt avkast, og onnur ár hava positivt avkast. Hevur tú fleiri ár til pensjónsaldurin, hevur tú tí betri møguleika fyri at vinna negativa avkastið inn aftur.
Vit seta okkum altíð í samband við nýggjar kundar, so teir kunnu velja tað váðastøðið, sum hóskar teimum, men vit viðmæla eisini, at øll eftirkanna 5.-10. hvørt ár, hvar tey liggja, serliga um onkrar lívsumstøður broytast. Váðastøðini, sum eru sett saman av lánsbrøvum og partabrøvum, tillaga seg eisini eftir aldrinum, soleiðis at býtið verður varnari, jú nærri tú nærkast pensjónsaldrinum.
Tað er altíð møguligt at broyta sítt váðastøði, og tað er ókeypis at broyta.
Hvør kann hjálpa mær at gerast klókari um mína pensjón?
Tað ber altíð til at ringja til okkara, um tú vilt vita meira um tíni pensjónsviðurskifti. So kunnu vit saman hyggja at, hvør tørvurin er – bæði við inngjaldi nú, men eisini, tá tú verður pensjónerað. Harfrá kunnu vit taka støðu til, hvat kann gerast, ella hvat kann broytast, um tørvur er á tí.
Hvussu kann eg samráða meg til betri pensjón?
Eg haldi, at tað er umráðandi at hugsa um pensjónina sum ein part av lønini, og vit eiga at kunna samráðast um pensjónina, júst sum vit samráðast um lønina. Tí mugu vit ikki gloyma pensjónspartin, tá vit fara til arbeiðsgevaran til lønarsamráðingarnar. Ert tú í fakfelag, so samráðist felagið fyri teg, og tú arbeiðir tí undir teimum kørmunum. Hinvegin, so kunnu øll altíð rinda meira í pensjón av sínum eintingum. Vilt tú til dømis rinda eini-tvey prosent meiri í pensjón, enn tú gert í dag, set teg so í samband við pensjónsfelagið, so verður tað sett í verk.
Hvat skal eg gera beint nú fyri AT betra um míni pensjónsviðurskifti?
Byrja við at taka fyrsta stigið. Ikki ignorera ella útseta pensjónsviðurskiftini, tí vit koma allar – vónandi – har til, at vit skulu á pensjón. Hevur tú ikki yvirlit yvir tíni viðurskifti, byrja so við at seta teg í samband við tín pensjónsráðgeva og bið um eitt prát, tí so kunnu tit hyggja at, hvussu tíni pensjónsviðurskifti síggja út nú, og hvussu tey koma til at síggja út seinni. Harfrá kunnu fleiri stig takast, sum passa til júst tíni ynskir um lívið eftir arbeiðsmarknaðin.