
Tað eru nú góðar tríggjar vikur síðan, at tað varð almannakunngjørt, at okkara Sissal, sum var við í Eurovision 2025, verður við í seinastu sesongini av Vild med dans. Nú er tað so í kvøld, at Sissal trínur á dansigólvið í Vild med dans saman við dansipartnaranum, Eugen Miu, ið vann dansikappingina í fjør. Hetta er 22. ferð, at danska dansikappingin Vild med dans verður víst.
Tey, sum fylgja Sissal á millum annað Instagram, hava sæð, at nógvir tímar eru nýttir í dansihølunum saman við dansipartnaranum - og hinum luttakarunum annars - hesar seinastu vikurnar, har tey hava vant, flent, skeldast og baksað.
Í samrøðu, sum dansiparið hevur gjørt við donsku miðlarnar, greiðir Sissal millum annað frá, at hon hevur torført við at lata Eugen føra dansin og at yvirlata stýringina til hann, og hon greiðir frá, at tað allarhelst kemst av, at hon hevur ein inngrónan mentalitet, sum sigur, at ein maður ikki skal stýra henni, og at hon er sjálvstøðug. Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá teimum báðum, og tískil er nógv venjing farin við hesum.
Tá ið Sissal verður spurd, hvussu tað verður at trína á eitt dansigólv heldur enn ein sangpall, sum hon er von við, svarar hon:
– Heilt øðrvísi! Eg eri trygg við at syngja, tí eg veit, hvat eg dugi, og hvat eg eri dugnalig til, men dansur er ikki nakað, sum liggur í mær á sama hátt, sum tað ger hjá hinum, har tað er natúrligt at hava eina ávísa positión í teimum ymsu dansunum. Tað verður øðrvísi hjá mær, tí tað er ikki í dansinum, at eg føli meg mest trygga. Eg verði spent og nervøs uppá ein annan máta, enn eg plagi, sigur Sissal við danska miðilin Woman.
Dansiparið er tó á einum máli um og hava avtalað, at um eitthvørt skuldi kiksa á dansigólvinum í kvøld, ella um Sissal gloymir koreografiina, so skal hon bara twerka. Sum hon sigur: “When in doubt - twerk.”
Vild med dans verður at síggja á TV2 kl. 19, føroyska tíð. Tá ber til at atkvøða fyri Sissal og Eugen við at skriva SE til 1234. Kringvarpið vísir eisini sendingina kl. 20:20, men tá ber ikki til at atkvøða, tí tá er sendingin ikki beinleiðis.
Vit eru í øllum førum spentar at heppa uppá Sissal í kvøld! Fert tú at hyggja við?