Instagrammarin: Vit viðmæla @annegaardmand
Lívsstílur
Instagrammarin: Vit viðmæla @annegaardmand
Ein frálíkur vangi at fylgja hjá tær, ið vil fáa betri mat- og rørsluvanar. Instagram-vangin hjá podvarpsvertinum á “Detox din hjerne” og rithøvundinum av bókini “Madro” er uttan iva ein góður brúkari, um tú hevur hug at fylgja við eini ørgrynnu av góðum ráðum um rørslu, mat og nógv annað.
Eftir: Sadie Niclasen Mynd https://madroinstituttet.dk/ 31.07.2025

3 ráð frá @annegaardmand um, hvussu tú kanst koma avstað til venjing, hóast tú ikki ert motiverað


1. Bein forðingarnar burtur – tá ið tú ikki ert motiverað at venja, kennist tað, sum at har eru óteljandi forðingar. Eini ráð eru at lata teg í venjingarklæðini sum tað fyrsta, hóast tú ikki skalt venja beinanvegin, tí so er eitt minni at hugsa um, tá ið tú skalt avstað.

2. Lækka væntanirnar – oftast eru tað tínar egnu væntanir, ið forða tær. Tá er gott at hava eina go-to lætta og stutta venjingarætlan, sum tú altíð megnar at gera.

3. Ger venjingina hugnaliga - kenslan eftir venjingina er altíð góð, men onkuntíð er neyðugt, at okkurt motiverar okkum, meðan vit venja. Tað kundi eitt nú verið ein læruríkur poddur ella ein góður playlisti.

 Fylg Anne Gaardmand her

 




Viðkomandi greinar