Interrailtúrurin hon fór einsamøll er eitt summarrminni, sum hevur fest seg
Lívsstílur
Interrailtúrurin hon fór einsamøll er eitt summarrminni, sum hevur fest seg
Summarprát við Steintóru Gleðisheygg Joensen um G! Interrail og summarsligar vakurleikavanar.
Eftir: Kvinnu Mynd Hanna Vang 20.06.2023

Eitt stað í Føroyum, øll eiga at uppliva ein góðan summardag ... G! Festival. Huglagið á festivalinum er heilt serligt. Fleiri ættarlið eru savnað á sama staði, og vit sleppa bæði at hoyra tónleik, ið vit kenna og eru góð við, og flestu okkara sleppa eisini at hoyra okkurt, ið vit ikki hava hoyrt áður. Hvussu og hvat vit lata okkum í til festivalin, er eisini við til at skapa góða huglagið, og tað dámar mær eisini væl at eygleiða.

Steintóra Gleðisheygg Joensen er 31 ár. Hon er virkandi sóknarprestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Eitt summarminni, ið hevur fest seg, er ... tá ið eg fyri nøkrum árum síðan fór einsamøll á Interrail ígjøgnum Italia, Frankaríki og Spania. Eg hevði einans bílagt gisting tær fyrstu fýra næturnar í Róm, og síðani koyrdi eg í toki ígjøgnum øll trý londini, steðgaði á á teimum støðunum,ið eg hevði hug til, og svav á vallarheimum og á hotellum. Tað fari eg ongantíð at gloyma.

Á míni summarmatskrá er ... pitsa við súrdeiggjbotnivið eitt sindur av osti, eplum, frískum basilikumi og aleppo pipari!

Les eisini: Pitsa í stoypijarnsgrýtu

Í mínum sminkupungi havi eg altíð um summarið... Idéal Soleil Solar Protective Water frá Vichy, Butterstick Pop Peony við sólfaktori frá Kiehl’s, Brume Solaire Hydrante SPF50 fra Biotherm. Og so mínar MiuMiu sólbrillur, ið eg havi havt í nógv ár. Eisini eru kalendari, blýantur, lummabók, korthaldari, telefon og mín elskaði Kindle... og so skrambul.

Lurta eftir poddvarpinum "Systralag", har Steintóra Gleðisheygg Joensen er gestur.




Viðkomandi greinar