Hvør vegur var tann fyrsti, tú gekst á?
Fyrsti vegurin, eg gekk á, var brekkan uttan fyri húsini hjá okkum í Miðvági, har eg eri uppvaksin. Eg hevði eina vinkonu, sum var eina viku eldri enn eg, og hon búði omanfyri, og so hevði eg ein vinmann, sum búði niðan fyri vegin, og hann var eina viku yngri enn eg. Barndómurin í Miðvági var sera góður, vit búðu tætt við sandin og við skúlan, og tað vóru nógv børn í bygdini tá. Vit eru trý systkin, og eg havi tvær eldri systrar og fleiri systkinabørn, og tó var eingin drongur, sum var javngamal við meg. Eg havi verið einsamallur drongur næstan allastaðni, og eg var eisini so heppin at fáa tríggjar døtur.
Tá eg hugsi aftur á barndómsgøturnar í Miðvági, so hugsi eg eisini við gleði á kirkjuna og sunnudagsskúlan. Mær hevur altíð dámt væl at gingið í sunnudagsskúla sum drongur, og har hoyrdi eg søgur og sang sangir. Sunnudagsskúlin var eisini beint við hjá okkum.
Verðin hjá mær var ógvuliga lítil tá, men hon var rík. Dreymurin hjá mær var altíð at verða búgvandi í Miðvági, fáa eina konu, børn og nakað av jørð - og síðan arbeiða sum snikkari eins og grannin hjá okkum, sum eisini var mín stóra fyrimynd tá. Tað varð tó ikki so.
Hvussu fanst tú tín vinnuveg?
Í 1992 fór eg í læru sum snikkari í Vestmanna, og mær dámdi tað ómetaliga væl, men tað passaði illa til mína persónleika, tí tað krevur so nógv fyrireikingararbeiði og útrokningar. Eg dugi illa at steðga, tá eg eri byrjaður upp á eitt arbeiði, og tað er tá, at feilirnir jú henda. Í dag havi eg ein snikkaraverkstað heima hjá okkum, har eg fáist við ymiskt. Akkurát nú er tað mítt nýggja hyper-fokus. Eg kann standa har í nógvar tímar við verkætlanum og Youtube-vegleiðingum.
Eg havi tó altíð havt áhuga í myndum. Pápi tók myndir og framkallaði eisini eitt tíðarskeið, og tað havi eg eisini gjørt. Abbasystir hansara fór til Norra og lærdi til fotograf. Hetta hevur verið í 1880-unum, so tað hevur verið óvanligt tá. Tá hon doyði, yvirtók langabbi mín útgerðina, sum hevur verið í familjuni. Tá eg var barn og ungur, var tað ikki so einfalt at vera myndafólk, sum tað er í dag. Tú mást leggja tær arbeiðið til rættis og framkalla aftaná. Eg eri ein persónur, sum livir nógv í nú-inum, og tá eg havi tikið eina mynd, so havi eg skjótt gloymt alt um, hvat eg síðani skal. Og síggi eg hana ikki beinanvegin, so er ringt at rætta upp á nakað, tí eg skrivi einki niður. Ja, og so var tað eisini kostnaðarmikið. Tá ið alt bleiv digitalt, so var eg við beinanvegin og varð ordiliga fangaður. Tað áhugaverda er tó, at teknikkirnir eru einki broyttir. Tað er enn kompositiónin, ljósið og áhugin fyri motivum, sum er umráðandi. Familjan hjá mær hevur altíð verið frammarlaga við tí tekniska, og pápabeiggi mín hevði eisini upptøkutól, og eg hevði stóran áhuga í tí, hóast tað tyktist ógjørligt hjá mær at koma hartil tá. Tá ið eg so fór at arbeiða í Norðurlandahúsinum sum húsavørður um aldarskiftið, var sjónvarpið ofta har og gjørdi ymiskar upptøkur, og eg helt tað vera ómetaliga áhugavert. Eg fekk samband við sjónvarpið, og eg byrjaði har í eini starvsvenjing. Eg keypti mær síðan útgerð og stovnaði mær eina fyritøku. Í fyrstuni tók eg nógvar fótbóltsdystir upp, og so vant tað upp á seg. Eg havi nú arbeitt í Kringvarpinum at kalla fast í 20 ár. Hetta er mítt dreymastarv upp á nógvar mátar, tí eg ráði í stóran mun yvir míni egnu tíð og geri nógv projekt, sum eg tími ómetaliga væl.

Nær kennist tað, sum tú ert farin skeivan veg?
Tíðliga í arbeiðslívinum varð eg illa royndur, tá eg starvaðist á einum staði, har trivnaðurin als ikki var góður. Eg var so ungur, so eg visti ikki, hvussu eitt arbeiðsumhvørvi átti at vera, og eg helt bara, at okkurt var galið við mær. Eg kom so í eitt annað arbeiði, har eg upprunaliga treivst væl, og har umhvørvið var betri enn á tí fyrra; men har var heldur ikki alt, sum tað átti at vera, og eftir eina orrustu har varð eg uppsagdur. Tað var ógvuliga keðiligt, og aftur har helt eg beinanvegin, at tað var mær, tað var galið við. Síðan tá havi eg roynt at lært meg at føla eftir, tá eg eri á einum staði, um tað kennist rætt. Kennist tað ikki rætt, so havi eg roynt at rætta upp á støðuna. Eydnast tað ikki, so eri eg farin ein annan veg. Tað var keðiligt at verða illa royndur á arbeiðsmarknaðinum so tíðliga í lívinum, men hinvegin havi eg fingið ein umráðandi lærdóm, og tað er, at tað ikki tænir nøkrum at finna seg í øllum, og tá ið tú ert til arbeiðis, so er tað tín tíð, sum tú hevur selt arbeiðsgevaranum. Hann eigur ikki teg sum menniskja. Eg plagi at sitera alkoholikaran, dynamit-Harry í Olsen-bandanum, sum segði: -Den eneste, der tænker på mig, det er mig. Og eg haldi, at tað er soleiðis. Vit mugu ansa eftir okkum sjálvum. Gera vit ikki tað, hava vit heldur einki at geva nøkrum øðrum.
Í 2013 varð eg hart raktur av strongd. Tað ávirkaði meg soleiðis, at eg ikki visti, hvar eg var, eg græt og orkaði einki. Tá var eg burtur frá arbeiði í tríggjar mánaðir. Tað var ræðuligt, men kortini gott. Eg var heima, hvíldi meg, gekk túrar og gjørdi okkurt smávegis. Eg fann útav, at eingin legði í, um eg ikki var til arbeiðis og skuldi imponera og gera alt møguligt fyri onnur. Øllum stríðinum, eg hevði álagt mær sjálvum við at siga ja til alt, kundi eg sleppa undan við at siga nei, um eg ikki hevði tíð ella orku. Síðan havi eg lært at sløkkja telefonina, tá eg vil hvíla, og um eg verði spurdur, hví eg ikki tók telefonina, so sigi eg, sum er. Eg var ikki væl fyri at snakka akkurát tá. Fyrr føldi eg, at alt var mín skyld, og eg ovurhugsaði alt, eg hevði sagt ella gjørt. Tað geri eg als ikki longur. Tá eg góðtók meg sjálvan, so sá eg, at onnur eisini góðtóku meg.
Hvussu kennist tað, tá fólk kenna teg aftur á vegnum?
Mær hevur altíð dámt væl at traðka fram. Í skúlanum spældi eg sjónleik og skipaði eisini í føroyskum dansi, eg veit ikki, um tað var tí, eg vildi síggjast. Tað var tað kanska. Men fyrstu ferð, eg upplivdi, at fólk kendu meg aftur, var, tá eg fór at lesa veðrið aftan á Dag og viku. Tá vóru tað fleiri, sum kendu røddina aftur. Nú eri eg traðkaður fram um myndatólið við teimum sendingunum, eg havi gjørt fyri Kringvarpið, og nú eru fleiri, sum kenna meg aftur. Eg havi altíð havt tað soleiðis, at mær dámar at gera fólk glað og at hjálpa, og tá eg verði kendur aftur fyri okkurt gott, so sum at varpa ljós á og savna pening inn til ADHD-felagið, so verði eg glaður. Fyrr umskyldaði eg meg ofta, tá onkur rósti mær, men nú sigi eg bara takk.
Tá ið eg eri á í sendingum, eri eg eg. Eg eri natúrligur og erligur, og tað havi eg eisini skilt, at hyggjararnir hava verið glaðast fyri. Tað, sum hevur verið tað allarbesta við hesum, er, at tað eru fleiri menn, serliga, sum hava sett seg í samband við meg og sagt, at teir eru glaðir fyri, at eg havi varpað ljós á hetta, og teir kenna seg aftur í tí, eg sigi.
Hvør hevur verið týdningarmesti vegleiðarin í lívinum?
Tað er Jesus. Eg havi lært at leggja alt í Harrans hendur, og Hann hevur ikki svikið. Mær dámar serliga væl líknilsini, tí tey eru greið uttan fín orð. Til dømis líknilsið um burturvilsta sonin, sum oyðslaði alt burtur, men varð móttikin av pápa sínum við opnum ørmum. Tað síggi eg sum, at tú skalt liva lívið, royna teg og læra av tí.
Tað eru sjálvandi fleiri nuansur í forteljingunum, men gjøgnumgangandi er lærdómurin at vera erligur og at standa við sítt. Og tá vit standa við Perluportrið, er tað ikki neyðturviliga tann, sum hevur rópt halleluja, sum sleppur fyrst innum. Vit hava øll ein møguleika. Tað er ein góður lærdómur, tá onkur hevur svikið ella traðkað við síðuna av, at vit eiga at geva teimum ein kjans aftrat. Tað er tað, Jesus stendur fyri sum fyrimynd hjá mær.
Jesus var saman við teimum burturriknu, og tað, haldi eg, lærir okkum eisini okkurt um, at hóast tú ert góðtrúgvin, so merkir tað ikki, at tú ert býttur. Vit skulu altíð trúgva upp á tað góða í øðrum.
Hvør hevur funnið vegin inn í hjartað hjá tær?
Eg havi kent Ann í meira enn 30 ár. Hon fann vegin inn í hjartað á mær, og har hevur hon innrættað seg, og eg síggi Ann sum eina beinleiðis gávu frá Gudi.
Tá eg var 15 ár, doyði trímenningur mín, Karl Jákup. Vit vóru javngamlir og bestu vinir. Eg var tyngdur av sorg. Um ta tíðina las eg bókina Lognbrá eftir Heðin Brú. Hon snýr seg um Høgna, sum var so misskiltur og happaður. Eg identifiseraði meg við hann, og hann hevði eitt skjól, eitt glopur, sum hann fór í, tá hann skuldi vera fyri seg sjálvan. Tað hevði eg eisini uppi undir einum hamara við eina á. Har fór eg at syrgja. Í hesi bókini hevði Høgni fingið eygað á eina gentu við ljósum hári, sum brendi seg inn í høvdið á honum. Tá ið hann var vaksin, skuldi hann búgva handan fjallið saman við gentuni, og tá skuldi alt gerast gott. Eg hevði tá sama tankan. Eg bað til Gud hvørt kvøld um at finna mær eina góða konu. Eg stríddist tó eitt sindur og fløktist upp í ymiskt við slagsmáli og rúsdrekka, og eg fór at skera meg í armin fyri ikki at føla pínuna, eg føldi innaní. Tá eg hitti Ann á eini veitslu, sum var á Argjum, var eg vísur í, at tað var Gud, sum hevði sent hana; men eg dugdi als ikki alt hetta her við konufólki. Hon búði í Havn, eg búði í Miðvági, men vit komu so saman.
Tá tað hava verið ósemjur okkara millum, so havi eg mint meg sjálvan á, hvar hon er komin frá. Gud hevur sent mær hana. Tað eri eg ongantíð í iva um.
Fert tú allan vegin fyri at røkka tínum máli?
Ja, tað fari eg. Tá eg seti mær mál, fari eg allan vegin, tí eg havi tað við at hyper-fokusera, tá eg verði áhugaður í onkrum. Eitt dømi, eg kann nevna, er, tá Ann vildi liva sunnari og fór at eta sunnari og venja. Eg vildi fegin stuðla henni, og tá lætnaði eg 15 kilo. Eg fór allan vegin ... men eg má ansa eftir ikki at yvirtaka tað hjá øðrum.
Eg fari altíð allan vegin, tá eg vil okkurt. Eg havi brent meg av tí fleiri ferðir, tí eg klári als ikki at steðga aftur. Nú venji eg til Tórshavn Maraton, og eg royni at strukturera venjingina, so eg ikki geri ov nógv av. Eg havi eitt ur, sum sigur mær, nær eg skal renna, og tað skal bara verða tríggjar ferðir um vikuna í ávísum tempo. Tað er so trupult, tí eg havi bara hug at renna - eg orki hvønn dag.
Tá ið eg føli ekstrema pínu, fái eg fokuserað nógv betur. Tað er tað sama, sum hendi, tá eg var yngri og drakk rúsdrekka og skar meg í armin. Eg fái tankar og hugskot alla tíðina, og tað er ein ketu-reaktión, og eg skal gera alt og náa alt. Tí fái eg betur fokuserað, tá eg føli pínu. Tá eg gangi fjøllini, tá er tað avmarkað, hvat eg kann. Eg kann ikki gera meiri enn bara ganga. Fái eg so tankarnar, so eru túrarnir so mikið langir, at eg fái hugsað tankarnar lidnar. Tað er áhugavert at koma hartil.

Hvørji eru bestu ráðini, tú hevur fingið á lívsvegnum?
Pápi segði altíð: -Slappa av! í einum róligum og seigum tóna. Verpápi mín segði eisini altíð: -Tú skalt ikki arbeiða skjótari, enn høvdið klárar at fylgja við. Teir hava báðir sæð tað sama. Eg vasaði avstað, og so hevði eg kanska gloymt at keypt tað tilfarið, sum eg skuldi brúka til tað, eg arbeiddi við. Hetta eru tvey góð ráð, haldi eg. Slappa av, legg eina ætlan fyri arbeiðið og arbeið ikki ov skjótt. Fyrr helt eg, at ætlanir vóru burturspilt tíð og ein forðing fyri at vera kreativur, men eg havi funnið útav, at ætlanir geva mær størri kreativt rásarúm.
Hvør er tín snarvegur til ein góðan gerandisdag?
Tá eg veit, hvat eg skal, so fái eg ein góðan dag, og fastar mannagongdir hjálpa mær allarbest. Um ikki, so kennist tað, sum alt fer av lagi. Eg sovi til dømis ongantíð leingi, tí annars fer rútman av lagi og alt verður forskotið, og tá brúki eg alla tíðina uppá at vinna tað forsømda aftur.
Eisini haldi eg, at tað er ógvuliga gott, sum tað fyrsta á morgni, at takka Gudi fyri ein dag aftrat. Tað er ein áminning um, at eg nú havi fingið eina gávu, og hon skal brúkast við skili. Tað kann væl vera, at ymiskt kundi verið øðrvísi, men takksemi fyri tað, vit hava, er so umráðandi, tí vit hava tað heilt óalmindiliga gott.
Eg biði eisini altíð Faðir Vár sum tað minsta hvørt kvøld, og eg leggi altíð saman hendur, áðrenn eg eti. Psykiatarin segði mær, at eg eri í autismu-spektrinum, og tað er óivað tað, sum ger, at eg havi fastar vanar, sum eg má halda meg til, tí annars verður allur dagurin oyðilagdur.
Hvussu endaði tú á vegnum, tú býrt á í dag?
Tað er ein góður spurningur, tí, sum eg byrjaði við at siga, so vildi eg bara hava bát og jørð, arbeiða sum snikkari og búgva í Miðvági saman við konu og børnum. Men so fann eg saman við Ann, og autismu-økið er ikki bara sum at siga tað. Eg skilti ikki ordiliga hetta við at ganga saman. Tað mátti vera skil í og eitt sindur seriøsari. Tá vit høvdu gingið saman í eini fýra ár, so segði eg við Ann, at eg helt, at vit nú annaðhvørt skuldu seta ringar á, ella skuldu vit fara hvør til sítt. Vit avgjørdu at giftast, og eg vildi eisini, at hon skuldi eita Hansen sum eg, og at vit skuldu flyta til Miðvágs. Har búðu vit eina stutta tíð, og so fóru vit niður, tá hon fór at lesa víðari. Eg ætlaði mær ongantíð at flyta til Havnar og so als ikki til Keypmannahavnar, men tá vit fluttu heim aftur, fluttu vit inn í hesi húsini á Tinghúsvegnum, sum omma Ann átti og eisini búði í, tá vit fluttu inn. Eg havi síðani heildarumvælt húsini, og her trívast vit væl.
Hvar ert tú ávegis júst nú?
Endamálið hjá mær at fáa konu og børn er rokkið. Tað havi eg lagt alla mína orku í. Nú eru døturnar vaksnar, og eg havi onkuntíð hugsað um, hvat eg nú skal, tí tað kann tykjast, sum einki endamál er, eftir at børnini eru flutt heimanífrá. Eg livi nógv í nú-inum, og eg fann útav, at hetta við at fara út í verðina, koma í samband við aðrar mentanir og síggja, hvussu onnur liva, var ógvuliga spennandi.
Men eg haldi, at eg eri komin hartil, sum eg vil vera. Mær dámar ógvuliga væl bara at vera heima saman við Ann og hundinum Elvis. Eg eri ógvuliga væl nøgdur, og eg eri komin upp á pláss. Eg havi einki, eg skal náa - tí eg klári ikki at minnast so langt aftur, og eg klári heldur ikki at hugsa so langt fram.
Enda setningin: Vegurin til góða lívið er...
At doyggja ungur, so seint sum gjørligt. Tað snýr seg um begejstring, sum verður sagt so væl á donskum. Tað er eitt gott orð, sum sigur alt í einum - tí tað er umráðandi at vera hugtikin, ágrýtin, glaður, eldhugaður og barnsligur so leingi, sum til ber.