Hvat er tað týdningarmiklasta, sum mamma tín hevur lært teg?
At vera fyrikomandi, opin og at vera móti øðrum, sum ein vil hava tey at vera ímóti einum sjálvum og at standa við tað, ein heldur vera rætt.
Hon lærdi meg eisini at hava rættan kropsburð. Og so lærdi hon meg at dansa.
Hvat fær teg at flenna?
At vera saman við abbabørnunum. Tað ger meg glaðan. Og ein góð skrøna ‘i venners lag’ er balsam fyri sálina.
Hvat er løgnasta rósið, tú hevur fingið?
Ein trupul spurningur. Men eitt fitt rós, sum ber handan vegin, tú spyrt, fekk eg, tá ein kinversk dama sat undir liðini á mær í flogfari og var ræðslusligin at fara á flog. Hon skalv og táraði, so eg tók í hondina á henni og royndi at tosa við hana fyri at leiða burtur tankarnar, og tað hjálpti. Tá vit vóru lend, takkaði hon mær so hjartaliga og segði: “You are a very kind man, a real gentleman. I will never forget what you did for me”. Og so gav hon mær eitt klemm, áðrenn vit skiltust í flogfarinum.
Hvør er tín størsti veikleiki?
Eg haldi, at teir eru minst tríggir - eg havi eina søta tonn, tíverri. Eg trúgvi ov gott til øll fólk heldur enn at hava skálkin aftan fyri oyrað og at duga betur at sálda frá. Og so eri eg sera ótolin
Hvør er tann longsta løtan í tínum lívi?
Tað er uttan samanbering, tá eg á sera ógvisligan hátt misti mammu. Telefonin ringdi kl. 7.45 tann 5. november í 2010, og í hinum endanum var ein lækni, sum segði, at mamma mín hevði gjørt enda á sær við at loypa út av 7. hædd á Landssjúkrahúsinum – tá steðgaði alt upp.
Mamma mín hevði alt mítt lív verið har fyri meg. Altíð, nátt sum dag, og upp á eitt splitsekund var hon vekk. Tað var skelkandi, ógvisligt og óveruligt, sum ein óndur dreymur, sum eg ikki vaknaði frá.
Sum barn var eg skrantasligur, eg var hyperallergikari og astmabarn av ringasta slag, so eg var ein sonn mammureyv. Hon var mítt lívsakker saman við ommu míni øll míni barnaár. Eg tordi ikki at fara frá henni, tí eg var sera ofta trongur og fekk ikki luft. Heilivágurin var ikki tann sami, hann virkaði seint, og hann hevði nógv hjáárin, so tað var ikki altíð so hugaligt.
Eg vaks í stóran mun upp saman við mammu, ommu og abba mínum í Fámjin, tí pápi mín var nógv burturi. Tey vórðu skild, tá eg var 15 ár, og tá eg var 19, doyði pápi mín bert 43 ára gamal. So mamma var mín stuðul altíð og tann, eg kundi tosa við um alt. Hon var altíð tann, sum segði tingini bart út, hon kallaði ein spaka fyri ein spaka, hon var vís og góð í ráðum, eisini til at geva eina skortfleingju, tá hon metti tað vera neyðugt – eisini tá eg fór upp í politikk. Tað hóvaði henni als ikki. Men hon var altíð har fyri meg – besta mamman ein kundi ynskja sær, og eg sakni hana sváran enn í dag, hóast skjótt 12 ár eru liðin síðan hon fór.
Men eg má siga, at eg eitt ella annað stað skilji eg hennara avgerð, hóast tað var ræðuligt. Tí hon fór frá at vera eitt sera aktivt og sosialt menniskja ta einu løtuna til onki at kunna ta næstu. Hon fekk ein blóðtøpp í heilan og varð rakt av afasi, sum gjørdi, at hon misti nógvar førleikar. Hon fekk ikki tosað ella skrivað, hon fekk ikki koyrt bil ella hugt eftir sjónvarpi, tí sýnsvinklarnir vóru skeivir, og hon fekk ei heldur lisið – ja, alt hennara lív broyttist, og hon vildi ikki livað eitt slíkt lív. Hon gav skarvin yvir.
Hon varð jarðað suðuri í Fámjin, og eg helt sjálvur børurøðuna – við bispi sum wingman. Mamma helt so nógv av bispi, og tí var tað ein æra at fáa hann at standa fyri jarðarferðini. Men sjálva børurøðuna vildi eg halda sjálvur. Eg vildi tosa hennara vegna, og eg eri glaður fyri, at eg gjørdi tað.
Hvønn eginleika brýggjar tú teg ikki um hjá øðrum?
Negativ og sjálvupptikin fólk. Arrogant og hástór fólk hóva mær ikki, og eg tími als ikki at brúka tíð uppá tey.
Hvørjum ert tú mest errin av?
Annars eri eg ikki typan, sum eri so errin av nøkrum serstøkum, men eg eri nøgdur við tað, sum eg havi avrikað og tí, sum eg havi nátt ígjøgnum lívið, hóast tað mangan hevur verið strævið. At eg eri komin her til, eg eri, tað eri eg Várharra takksamur fyri. Eitt kinverskt orðatak sigur, at sterkastu trøini vaksa í mótvindi – eg eri nokk eitt av teimum. Tí eri eg ikki errin av, men nøgdur við.
Nær visti tú, at tú var dugnaligur til tað, tú gert?
Eg havi sera lætt við at skapa netverk og at samskifta við fólk, og tað, haldi eg, er ein góður eginleiki, men eg havi ongantíð hugsað, at eg eri serliga dugnaligur. Men eg havi altíð vitað, at eg eri rímiliga góður til at síggja møguleikar, sum koma, ofta áðrenn onnur, og eg havi tíðliga í lívinum funnið útav, at eg dugdi væl at samskifta og at keypa og selja. Eg havi tískil verið aktivur í sølu og íverksetan gjøgnum alt mítt vaksna lív, og havi verið við í ymsum vinnuligum virksemi bæði heima og uttanlands, har sumt hevur eydnast væl og annað ikki. Tað vil so vera, tá ein er aktivur og hevur nógvar bóltar i luftini.
Hon var altíð har fyri meg – besta mamman ein kundi ynskja sær, og eg sakni hana sváran enn í dag, hóast skjótt 12 ár eru liðin síðan hon fór.
Hvat er tað týdningarmesta, tú hevur lært um teg sjálvan?
Fyrst og fremst at eg havi eitt stórt og bleytt hjarta, hóast eg sýnist harður av mær. Eg hjálpi, har eg kann, og havi umsorgan fyri vinum og mínum kæru.At eg eri stálsettur, treiskur og úthaldin og dugi at handfara mótgongd, og at eg ongantíð má geva upp, hóast alt sær svart út, men trúgva uppá, at alt fer at loysa seg. At vera trúgvur móti míni egnu sannføring og mínum egnu virðum og at standa við tey.
Hvat er títt lívs størsta vónbrot?
Eg var einans 22 ár í 1982, tá eg gjørdist stjóri í familjufyritøku okkara A/S J. Dahl Gørðum og Vágs Skipasmiðju. Mítt størsta vónbrot var undir kreppuni, tá vit við mær á odda mistu familjuvirkið. Skipasmiðjan fór av knóranum, og vit mistu alt. Tað komi eg neyvan nakrantíð yvir. Tað setti djúp sár í meg. Eg føldi veruliga, at eg hevði spilt mítt lív og míni bestu ár í Vági hesi árini, og at eg hevði mist alt – og æruna við. Tíbetur er aftur ein dagur í morgin, sólin skínur altíð aftur, og soleiðis var eisini hjá mær.
Hvørji ráð hevði tú givið tær sjálvum sum 20 ára gamal við øllum tínum royndum, sum tú hevur nú?
Eg hevði givið mær tey ráð, at tað loysir seg at arbeiða hart og miðvíst og at fáa mær tað starv ella ta útbúgving, eg brenni fyri, og at stremba eftir at gerast dugnaligur til tað, at gera mítt besta og at vera nærlagdur. At fara væl við fólki og at vera fyrikomandi er avgerandi fyri at hava tað gott við seg sjálvan og onnur.
At vera áhaldin, positivur og at seta sær realistisk mál og trúgva uppá tað, ein er farin í holt við, og at læra seg at visualisera, hvussu eg komi frá A til Z.
Hvussu hevur tú tað við átrúnaði?