
Hvat hevur størstan týdning fyri teg um jóltíðir?
At hava tíð til hugna saman við børnunum, at møtast við vinum og at baka jólakøkur saman.
Vit búgva í Zürich, og tað er ein lítil bygd samanborið við Keypmannahavn, har eg búði, áðrenn vit fluttu higar. Trý fjøll liggja rundan um býin, og vit búgva uppat tí eina fjallinum. So tað tekur bara einar 10 minuttir, so eri eg mitt í skóginum. Har heinta vit grannkonglar, greinar, mosa og líknandi til at gera dekoratiónir við. Mær dámar væl at vera kreativ og gera jóladekoratiónir.
Hvat er á ynskilistanum hjá tær í ár?
Tíð við familjuni, og at allar vár/summar vørusendingarnar eru komnar á goymslu, áðrenn jólini koma, so eg ordiliga kann slappa av.
Hvussu er jólamánaðurin í býnum, har tú býrt?
Í Zürich verður pyntað nógv. Tá lampurnar verða tendraðar síðst í novemburmánaði, er eitt stórt tiltak í býnum við tónleiki og serligum køkum til børnini. Jólabýurin letur upp framman fyri operahúsið, og hvønn dag kl. 18 er tónleikur har. Eina aðrastaðni í býnum er eitt syngjandi jólatræ, skoytubreytir og ein jólaævintýrasporvognur, ið koyrir ígjøgnum býin við jólamanninum, og har sleppa bara børn við.
Hevur tú eitt serligt jólaminni, ið fær teg at smílast?
Seinastu jólini í Føroyum heima hjá beiggja mínum í Havn, har øll familjan var savnað. Síðani vit fluttu til Sveis fyri 10 árum síðani, hava vit hildið jól í Føroyum uml. onnurhvør jól, kanska eitt sindur minni. Vit royna at koma heim tvær ferðir um árið, men tað er ikki altíð, tað eydnast.
Vit halda vanliga jól antin saman við mammu mannin ella saman við pápa mínum. Pápi mín býr í Føroyum, so um vit ikki halda jól heima í Føroyum, hittast vit ofta onkustaðni uttanlands og halda jól saman.
Hvat er títt yndisjólalag?
‘Last Christmas’ hjá Wham - so veitst tú, hvørjum ættarliði eg komi frá. Og so dámar mær eisini sera væl at hoyra føroyskar jólasangir.
Hvussu plaga tit at halda jól í Zürich?
Jólaaftan fara vit fyrst í skandinavisku kirkjuna seinnapartin, og tá vit koma heim, sleppa børnini at lata eina gávu upp, áðrenn vit eta jóladøgurðan. Omaná eta vit mandlurís, og sjálvandi vóna øll at fáa mandlugávuna. So lata vit jólagávur upp og dansa um jólatræið. Hetta minnir nógv um míni jól sum barn heima í Føroyum, og eg havi eisini roynt at taka mínar jólasiðir við inn í familjuna. Maður mín, sum er úr Týsklandi, hevur ikki líka sterkar jólasiðir heimanífrá, og honum dámar væl okkara.
Er nakar jólasiður, sum tú ert serliga glað fyri?
At baka smákøkur og at kóka kleynur. Tá vit eru í Føroyum, koma nissurnar eisini altíð og arga, og tað halda døtur mínar vera sera spennandi – og eisini óhugnaligt, upp á tann stuttliga mátan, tí tú veitst ongantíð, hvat tær kunnu finna uppá.
Hvat eta tit jólaaftan?
Vit eta dunnu við brúnari sós og mandlurís omaná.
Fyrstu ferð, eg helt jól saman við familjuni hjá manninum, ætlaði vermóðir at gera dampaðan fisk ella okkurt líknandi. Tað gekk bara als ikki!
Í Zürich eru ikki somu matsiðir sum eitt nú í Føroyum og Danmark, og tað er ymiskt, hvat etið verður. Tað kann vera alt frá eini góðari steik til fondue.
Hvat fær teg í jólahýr?
At skriva jólakort, gera jóladekoratiónir og angin av piparkøkum.
Navn: Maja Akraberg
Aldur: 47 ár
Bústaður: Zürich, Sveis
Starv: Kreativur stjóri fyri klædnamerkið minimalisma
Børn: Tvær døtur