Jólakort: Sól og hiti fáa meg í jólahýr
Lívsstílur
Jólakort: Sól og hiti fáa meg í jólahýr
Janhild Svabo Olsen hevur búð í New Zealandi í meira enn 30 ár, og har eru jólini um summarið. Sól og hiti merkja jólahýrur fyri Janhild, sum, eftir at koronufarsóttin breyt út, saknar allarmest at fáa vitjan úr heimlandinum  
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Myndir: Privatar og veitarar 26.12.2021

Hvat hevur størstan týdning fyri teg um jóltíðir?

At vera saman við familjuni, einki er sum familjuhugnin.

Hvat er á ynskilistanum hjá tær í ár?

Mítt ynski í ár er, at covid-19 verður bast, og at New Zealand letur upp fyri vitjanum aftur. New Zealand hevur verið afturlatið fyri ferðandi síðan mars 2020, og tað, sum eg sakni allarmest, er at fáa vitjan av familju og kenningum úr Føroyum.

Hvussu er jólamánaðurin í Aucklandi?

Sjálvt um jólini eru um summarið her, so er ógvuliga jólaligt í jólamánaðinum í Aucklandi. Nógv jólatiltøk eru í býnum, t.d. Christmas in the Park, sum er ein stór úti-jólakonsert, har nógvir kendir new zealendskir tónleikarar framføra. Eisini er ein stór jólamannaskrúðgonga mitt eftir høvuðsgøtuni, sum børnini elska at fara til. Handlarnir byrja longu at pynta síðst í oktobur. Nógv fólk pynta eisini síni hús, bæði innan og uttan. Franklin Road er ein gøta, har tey eru tiltikin fyri at pynta ótrúliga nógv, og í desembur er gøtan full av fólki, sum ganga og hyggja. Eisini er “live” jólatónleikur at hoyra.

Hevur tú eitt serligt jólaminni, ið fær teg at smílast?

Eitt serligt jólaminni fyri meg er, tá eg sum smágenta ein jólaaftan fór við ommu í stórkava at seta livandi ljós á gravirnar hjá familju, sum var farin. Síðani fóru vit í kirkju og so heim at eta dunnu, sum mamma hevði gjørt - og so eisini at pakka gávur upp, sjálvandi.

Eisini minnist eg, hvussu hugnaligur jólaaftansmorgun var, tá pápi hevði sett jólatræið upp. Mamma koyrdi altíð perurnar á, síðani sluppu vit fýra systkini at pynta træið. Eg giti, at tað ofta bleiv klandur, men tað minnist eg lítið til. Kanska lítlasystir minnist tað betur!

Hvat er títt yndisjólalag?

Mítt yndisjólalag er eitt týskt lag, “Leise rieselt der Schnee”. Hetta hoyrdi eg fyri fyrstu ferð í 1987, tá eg sum 17 ára gomul var í Schweiz sum au-pair genta í eitt hálvt ár. Komin til New Zealand, vísti tað seg, at hetta var eisini yndisjólalagið hjá mammu fyrrverandi mann mín (foreldur hansara vóru úr Eysturríki), og á jólum spældi hon altíð hetta lagið á harmoniku. Tað var ógvuliga hugnaligt.

Hvussu plaga tit at halda jól?

Vit eru ein samanførd familja. Eg eigi trý børn, og maðurin eigur ein son, og so hava vit eina dóttur saman. Jólini eru broytt ígjøgnum árini, men nú eru tey fýra eldru blivin vaksin, sum ger alt eitt sindur lættari. Tey seinastu árini hava vit hildið jól í summarhúsinum hjá okkum, sum er á Kawau Island, ein oyggj, ið liggur nakað norðan fyri Auckland. Vit halda jól fyrsta jóladag, sum byrjar tíðliga, tí yngsta barnið er bert 11 ár. Hon er ógvuliga spent og vaknar í lýsingini. Hini fýra vaksnu eru altíð við og gleðast saman við henni, sjálvt um tey onki høvdu havt ímóti at sloppið at sovið eitt sindur longur.

Jólamiðmáli, Christmas Lunch, er ógvuliga hugnaligt, og vit plaga at bjóða vinfólki við, sum eru vorðin okkara ættleidda familja her. Mamman er úr Danmark, og vit báðar eru tætt knýttar og hava líknandi jólasiðir. Tað besta er tó, tá familja vitjar úr Føroyum, og tað gera tey mangan, sum eg eri sera takksom fyri.

Er nakar jólasiður, sum tú ert serliga glað fyri?

Jólaaftan fara maðurin og børnini í ein granntræsskóg, sum liggur nær við húsini hjá okkum, at velja eitt træ, sum vit so pynta um morgunin.

Aftan á jólamiðmálan fyrsta dag leypa børnini og maðurin av kaiini á sjógv, tað er vorðin fastur siður. Síðani eta vit mandlurís, og sjálvandi hava vit mandlugávu eisini. Tað er altíð stuttligt at gita, hvør mann hava fingið mandluna.

Hvat eta tit jólaaftan?

Vit eta jólamiðmála fyrsta jóladag, og vanliga er tað dunna ella kalkun (ella bæði) við brúnkaðum eplum, sós, grønmeti og salati afturvið. Og so mandlurís við kirsuberjasós omaná.

Hvat fær teg í jólahýr?

30, novembur heingi eg pakkakalendaran upp og heingi so okkurt gott í til børnini (nú bert tað eina) hvørt kvøld. Tó fáa øll ein pakka 24. Kalendarin hevur stóran týdning, tí mamma gjørdi hann til okkara, tá vit vóru lítil. Einaferð hon kom at vitja, hevði hon hann við til okkara.

Nakað, sum er eitt sindur øðrvísi fyri meg, er, at nú eg havi búð í New Zealandi í meira enn 30 ár, og jólini eru um summarið, so eru sól og hiti farin at fáa meg í jólahýr. Og í desembur stendur okkara Pohutukawa træ, eisini kallað The New Zealand Christmas Tree, í fullum blóma við reyðum blómum. Tað er ordiliga jólaligt.

Navn: Janhild Svabo Olsen

Aldur: 50 ár

Maki: Chris, sum er úr Suðurafrika

Børn: Fýra børn og eitt gávubarn

Bústaður: Auckland, New Zealand