
Altso, altso, so vóru tey aftur her, jólini. Kanska liggur strembanin eftir teimum perfektu jólunum í okkum øllum? Jólini, sum vit minnast tey sum børn, eru kanska okkara egna útgáva av teimum perfektu jólunum. Hava vit kanska allar hvør sína perfektu útgávu av jólunum? Hvat heldur tú?
Nógv er hent í mínum lívi seinasta árið. Kortini ikki tá tað kemur til mítt professionella lívsrensl. Starvist enn í sama stað, eins og eg havi gjørt í meiri enn 6 ár. Búgvi enn á sama bústaði. Havi enn sama mann. Haldi ikki, at eg havi tikið eitt tað einasta førleikamennandi skeið, sum eg kann leggja aftur at mínum lívsrensli í ár. Í roynd og veru heilt ólukksáliga vánaligt. Men hetta er ein onnur klumma. Nýggjársklumman, har kanska okkurt framsøkið lyfti verður givið.
Stórhendingar eru farnar fram á persónliga frontinum. So stórar, at tær onkursvegna tvinga meg til at finna meg sjálva av nýggjum.
Fyri tað fyrsta eri eg vorðin omma. Eitt tað mest fantastiska og lekkrasta, sum er hent mær. Eigi nú eina dóttur, sum er mamma. OMG, tað er so ótrúligt. Hatta lítla fitta pettið, sum knappliga er so 100% sjálvstøðug. Hon svingar eina bachelorútbúgving aftur um bak. Eigur lekkrastu dóttrina nakrantíð. Og fer síðani svingandi innaftur á universtitetið eftir eini kandidatútbúgving. Eg eri full í undran. Og eg eri full í virðing fyri, hvussu hon megnar samveruna við dóttrina. Brúkar tímar upp á mennandi spøl og søgur, sum menna lítlu ommudóttrina. Sovorðið, sum aldri hevur ligið til mín at hava bindindi til.
Og so er tað hitt, sum eg næstan ikki tori at nevna enn. Tað er sum í Harry Potter: – he who must not be named. Men ókey, lat meg nevna ótespiliga talið. Lat meg NAME IT AND SHAME IT. Tað kantuta, køvisliga og ljóta 50. Eg havi pískað meg sjálva upp alt seinasta árið. Hendan dagin, tá eg skuldi runda tey 50 árini. Tí hvussu er ein 50 ára gomul kona og omma?
Eg minnist ommu mína í blomstrutum terylenkjólum. Hon bakaði smákøkur við okkum børnum til jóla. Eini 4-5 sløg, og tað var nakað so hugnaligt. Aftaná sótu vit og kulkaðu kalda mjólk og smákøkur í okkum, meðan jólaheilsanirnar vóru í útvarpinum. Hon fór til góðar og gamaldags jólafestir við okkum í Missiónshúsinum. Vit vóru pyntað í okkara fínu jólaklæði. Vit dansaðu jólatræ, hoyrdu jólaevangeliið og jólamaðurin kom við pakkum til okkara. Ein mandarin, nakrar karamellur, ein pakki av rosinum og kanska eitt karamell, um vit vóru heppin. Hon brúkti tíð uppá at spæla borðspøl og kortspøl. Hon las søgur úr 'Fra julelampens skær' saman við óendaligum mongdum av eingilskum karamellum og reyðari sodavatn.
Hvussu er nú, tá eg sjálv eri 50 og omma? Eigi eg nú so pent at fara at baka øll hasi fimm sløgini av smákøkum? Ella man tað vera nokk við tí eina, og restin er frá mínum allarbestu Mylnu- og Miðbergvinum? Eigi eg nú pent at fara at finna út av, nær sunnudagsskúlin hevur jólafest, so lítla Kamma fer í fína jólakjólan og fínastu skógvarnar, meðan hon dansar um granntræið við øllum hinum børnunum? Er tað mín lutur nú at sita í sofuni og lesa jólasøgurnar?
Dagurin upprann, eg vaknaði og ljóta talið var rundað. Eg slongdi dýnuna av mær og setti føturnar niður á gólvið í kamarinum. Onki hendi. Alt var, sum tað altíð hevur verið. Hugdi í speglið. Ongin broyting. Eg var, sum eg altíð havi verið. Kenni ongan mun. Síggi ongan mun.
Rúm tíð er nú farin, og eg andi lættan. Hatta var ikki tað ringasta. Spenningurin er tó enn ikki heilt farin úr kroppinum. Men eg kenni meg betur enn nakrantíð kortini. Sterkari enn nakrantíð. Glaðari enn nakrantíð. Vísari enn nakrantíð. Eg havi so ómetaliga nógv at vera takksom fyri.
Nei, eg eri komin til, at eg fari ikki at uppfinna meg sjálva av nýggjum. Eg fari at finna meg sjálva av nýggjum. Og hvat so, um nýggja útgávan er enn svakari enn tann pre 50 ára gamla. Eg fari at bjóða allari familjuni heim til jólafest við kunstigum jólatræi, og vit fara sum vanligt at gartera alt húsið runt, meðan vit skrála ”Nu er det jul igen”. Vit fara at gera jólapynt við glitri í, og ongantíð betri, um glitur er um alt húsið aftaná og lítlir gliturfingrar eru á rútinum. Og kanska fer lítla Kamma heldur at síggja Disney on Ice, enn at omman lesur søgu fyri henni.
Vónandi fer ommudóttirin einaferð at minnast aftur á jólini heima hjá ommuni fyri tað góða. Men vónandi fer hon eisini at minnast tey fyri tað eitt sindur svaka ;)
Klumman varð upprunaliga prentað í Kvinnu í desember í 2019