Kaffidussur við Eir í Ólavsstovu
Lívsstílur
Kaffidussur við Eir í Ólavsstovu
Hon er bergtikin av menniskjuni og manglar ongantíð hugskot. Hon elskar ein góðan temunn og hevur ofta morgungron. Vit hava hitt Eir í Ólavsstovu til eitt hugnaligt prát um leyst og fast. 
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd Annika Kunoy Im 06.02.2024

Hvussu dámar tær best at byrja dagin?
Eg fari upp klokkan 6.30 og byrji altíð dagin við at fáa mær jogurt og ein kopp av te – onkuntíð er tað Typhoo te við mjólk, men fyri tíðina drekki eg oftast grønt te uttan mjólk. Eg drekki ikki kaffi, tí eg fái hjartabankan av tí. Eg eri ikki morgunfólk og eri ongantíð ordiliga vaknað fyrr enn klokkan 9. Eg brúki nokkso langa tíð upp á at ganga í friði fyri meg sjálva, tí eg havi altíð morgungron eina løtu. Í øllum førum í 10 minuttir – men so er tað vekk. So vaski eg mær og geri meg klára til dagin.

Hvussu sær tín arbeiðsdagur út?
Eg havi hasar 10 minuttirnar um morgunin, har eg líka skal koma meg, men annars koyri eg á. Eg undirvísi oftast til út á seinnapartin, og so fari eg oman í Hugskotið og arbeiði við mentanartilfari – einamest heimildarfilmum fyri tíðina. Teir dagarnar eg ikki undirvísi, byrji eg onkuntíð dagin eitt sindur seinni. Eg arbeiði eisini ofta um kvøldarnar við at leggja undirvísingina til rættis ella við egnum tilfari. Mær dámar væl at ráða yvir míni egnu tíð og leggja mær arbeiðsdagin til rættis sjálv, so tað er pláss fyri kafetúrum saman við vinkonunum ella til at støkka inn á gólvið hjá mammu. Og so gangi eg til heilsufótbólt fýra ferð um vikuna. Alt er ikki bara arbeiði, tí eg fái mær smáar fríløtur í gerandisdegnum.

Hvønn kundi tú hugsað tær at hitt til eitt gott kaffiprát?
Madonnu. Tí hon er so ómetaliga langt frá mær og mínum lívsvirðum. Eg hevði vilja vitað, hvussu hon hevur klárað seg í einum mansdominerandi heimi, hvussu tað er at eldast, tá alt hevur snúð seg um útsjónd, hvørjar framtíðarætlanir hon hevur, og hvussu tað er at eiga so nógvar pengar. Eg haldi, hon er so kul og kortini so nógv hatað og útskeldað. Hví er hon tað?

FAKTA
Eir í Ólavsstovu er 61 ár, mamma at tveimum børnum. Hon undirvísir í landafrøði á Glasi og rekur fyritøkuna Hugmynd, har hon framleiðir mentanartilfar. Á Geytanum í 2022 vann heimildarfilmurin Sálarkvøl, sum Eir hevur gjørt um vinkonu sína og listakvinnuna, Elin Josefinu Smith, bæði Áskoðaravirðislønina og Geytan.

Nær græt tú seinast?
Eg gráti nógv og lætt. Íøllum førum nakrar ferðir um vikuna. Eg haldi ikki, eg havi grátið í dag, so kanska í gjár? Eg fari lætt at gráta, tá eg hugsi um tey, ið farin eru. Eg gráti eisini, tá eg síggi okkurt syrgiligt ... Grátur lættir um eitt sálarligt trýst og veitir eisini eina heita kenslu, tí vit troysta okkum sjálvi og verða heit um hjartað av at gráta.

Hvar finnur tú íblástur?
Allastaðni og alla tíðina! Nú havi eg akkurát verið umborð á Smyrli, og har vóru fleiri fólk á veg til Havnar til eina veitslu. Eg hugsaði nevniliga, at tað hevði verið áhugavert at fylgt teimum og funnið út av, hvussu tey hittast, hvat tey gera, hvat tað merkir fyri tey at koma til Havnar. Eg hugsi alla tíðina um, hví vit menniskju eru, sum vit eru. Menniskju veita mær íblástur.
Fyrr skrivaði eg altíð míni hugskot niður í 10 ymiskar bøkur. Tað geri eg ikki longur, tí eg hugdi ongantíð í hesar bøkurnar. Eg dugi væl at goyma og minnast til tey hugskotini, eg havi í heilanum – og so at hála tað fram, eg havi brúk fyri at minnast til og arbeiða við.

Hvat kanst tú ikki vera fyriuttan?
Sjálvandi familjuna, sum er allarvigtigast. Og míni góðu vinfólk, sum hava nógv at siga fyri meg. Og so fartelefonina. Eg brúki hana alla tíðina til at halda samband við fólk, taka myndir, lesa tíðindi. Og upptøkutókið, telduna og klippiprogrammið, sum eg brúki til arbeiðis. Faktiskt fái eg eisini illa verið Útvarp Føroya fyriuttan. Eg lurti alla tíðina eftir útvarpi.

– Eg droymi um at hava nógv mikið av fígging til at gera film burturav, og at filmarnir verða vístir ymsastaði úti í heimi. Hevði eg tær umstøðurnar, hevði eg gjørt bæði heimildarfilmar og fiktión.

Hvørjar miðlar brúkar tú mest?
Eg brúki útvarpið allarmest, men eg eri eisini nógv á Facebook – tað er bara tíðarspilla. Mær dámar allarbest at hyggja at livandi myndum á stórskíggja, og eg brúki ikki so nógv sjónvarpið, men summar sjónvarpsrøðir hava veruliga rúnarbundið meg – millum annað The Crown og The Handmaid's Tale. Eg var so bundin, at eg hugdi í fleiri tímar hvønn dag. Tað eru menniskjuni í hesum røðunum, og mátin tey agera uppá, ið hugtaka meg.
Eg elski eisini at hyggja at heimildarfilmum, men tað er eisini ein partur av arbeiðnum, sum eg má seta mær tíð av til at gera. Tað krevur eina ávísa mentala orku. Eg eri selektiv og hyggi fyri at læra. Tað hendir nógv innan heimildarfilmsvinnuna, og hugtøkini eru eisini í broyting. Tað er spennandi – hóast eg sjálv arbeiði meir siðbundið, tí mær dámar tað best.

Hvat mást tú taka teg saman til at gera?
Tað er, tá eg geri heimildarfilmar og havi einar 1000 tímar við upptøkum, sum skulu kókast niður til 45 minuttir. Tá má eg hyggja alt tilfarið ígjøgnum, tí gullkornini liggja alla møguliga staðni. Eg veit nøkulunda, hvar tey eru, men tilfarið má gjøgnumgangast. Tað er rotið arbeiðið, men eg má gjøgnum prosessina hvørja ferð.
Eg má eisini taka meg saman til at rudda, vaska og gera døgurða. Eg orki ikki fyri at gera døgurða, so nú eri eg bara farin at eta í kantinuni, har eg arbeiði, so eg sleppi undan.






Viðkomandi greinar