Kaffiprát við Sirið Stenberg
Lívsstílur
Kaffiprát við Sirið Stenberg
Hon byrjaði politisku yrkisleiðina í býráðnum í Vági í 2008 og hevur síðan 2011 sitið í Løgtinginum. 55 ára gamla Sirið Stenberg er errin av at vera føroyingur, og so hevur hon tað allarbest, tá gerandiseydnan fær hana at kenna seg elskaða.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Mynd Privat 15.02.2024

Um tú kundi valt sjálv, hvønn kundi tú so hugsað tær at prátað við aftur við einum kaffimunni? 
Tað eru so nógv góð fólk, eg kundi valt, men eg velji Maureen, mína bestu vinkonu. Vit hava nakað heilt serligt saman. Hava kenst alt lívið og eru partur av lívinum hjá hvørji aðrari. Hon er so ótrúliga stuttlig, so har, hon er, er látur og lív. Men vit deila eisini lívsins tungu og álvarsomu løtur.

FAKTA! Sirið Stenberg býr í Vági saman við manninum Jón Paula Olsen, og saman eiga tey trý børn. Sirið er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1994 og hevur serútbúgving í neonatologi og bleiv heilsufrøðingur í 2001 og ráðgevi í bróstaráðgeving í 2005. 

Nær kennir tú teg mest eydnusama? 
Heima saman við mínum. Gerandiseydnan er ikki at forsmáa. Tað er ein framíhjárættur at hava eina góða familju, har tú kennir teg elskaða. Elski eisini, tá ið vit fara ein túr í fjøllini, útflukt kallaðu vit tað fyrr. Annars trívist eg, har relatiónirnar eru góðar.

Hvørjum ert tú errin av? 
Børnunum, tey eru so fantastisk. Og eg eri errin av at vera føroyingur. Vit búgva í einum fantastiskum landi við alskyns møguleikum. Og eg gleðist altíð um, tá ið eg kann vera partur av, at okkurt eydnast, t.d. í felagslívinum, familjuni, í arbeiðinum. Felagsskapur og samstarv flytur fjøll. Gleðist eisini nógv, tá ið vit fáa framt ein politikk, sum er til frama fyri tey, sum tørva mest, og tá ið vit vinna okkum størri sjálvræði sum tjóð.

Gerandiseydnan er ikki at forsmáa. Tað er ein framíhjárættur at hava eina góða familju, har tú kennir teg elskaða.

Hvørjar tankar vakti koronukreppan í tær? 
Koronuavmarkingarnar góvu høvi at reflektera um, hvat hevur týdning í lívinum. Tað var gott at koma niður í ferð og at raðfesta nærveru við familjuna. Vit høvdu tað í roynd og veru sera gott í øllum koronurokinum, men vit vóru heldur ikki serliga sjúk. Vit brúktu tíðina saman. Gingu túrar, bakaðu og gjørdu mat frá grundini av, gjørdu urtagarð, spældu spøl o.a. Koronukreppan vísti eisini styrkir og veikleikar í samfelagnum. Hon vísti, hvussu nógv vit megna, tá ið vit standa saman. Hinvegin vísti støðan eisini, hvussu týdningarmikil sosial sambond og menniskjalig kontakt eru. Sama eisini við mentanarlívinum. Vit sóu, hvat vit saknaðu, og hvussu skjótt tað kann hvørva. So vit sóu eisini, hvussu viðbrekin vit eru, og hvat er okkum dýrabart.

Hvørjir minuttir hava verið teir longstu í tínum lívi? 

Verkirnir! Og einaferð, sonurin bleiv burtur umborð á Norrønu. Og tá ið álvarsom sjúka og tragiskar hendingar hava rakt tey, eg eri góð við.




Viðkomandi greinar