Kaffisuss við Harriet Olafsdóttir
Lívsstílur

Kaffisuss við Harriet Olafsdóttir

Hjá Harriet Olafsdóttir ganga arbeiði og frítíð hond í hond - Harriet livir nevnliga av tí, hon elskar mest: myndatøku, bóndahald og matgerð. “Rokningarnar skulu rindast og onkrastaðni skal inntøkan koma frá. So hví ikki frá tí, sum eg elski mest?”Kvinna hittir hana til eitt kaffisuss.
Eftir: 13.07.2020

Kaffi ella te? KAFFI! Eg elski Magnkaffi on the go og heima drekki eg ofta spesialkaffi, sum eg havi keypt uttanlands. Á kafé er tað svart kaffi, men um eg ordiliga skal forkelast er tað café latté við karamell.

Í mínum køliskápi er altíð... heimagjørt rabarbusúltutoy, smør, egg frá hønunum og súrgað mjólk. Og so gásamedisin.

Fyri meg er sálarlig heilsa... eins týdningarmikil sum kropslig heilsa. Tá tey bæði ganga saman í eina hægri eind, havi eg tað best. Eg njóti náttúruna, gangi túrar, lurti eftir fuglasongi og eygleiði alt tað vakra. Og so royni eg at gera okkurt við tað, sum ikki er vakurt – also órudd! Tað er alt ókeypis, líka til og sera fjølbroytt. Onkuntíð fari eg ein túr á tríggjar tímar – onkuntíð tíggju minuttir. Alt ger mun. Annars føli eg meg sunna, tá eg eti súrgaða mjólk við músli og tað kropsliga haldi eg við líka, tá eg skal út í hagan at hyggja eftir seyðinum ella ganga túr við hundinum. Tá fær høvdið eisinij frið.

Eg lesi... Hashtag Autentic hjá Sarah Tasker og Seyðabókina + Traktorlære og Gødninglære. Mær dámar væl at mennast fakliga og finna íblástur frá øðrum íverksetum. Annars gangi eg á Bóndaskúla, so eg lesi nógv í tí sambandi.

Fylg Harriet á Instagram @byolafsdottir

Mín yndisbýur er... Æðuvík. Eg havi ferðast víða um, men framvegis er Æðuvík størsta keldan til íblástur og her gjørdust mínir dreymar veruleiki. Tó er Keypmannahavn altíð ein sikkur vinnari, tá eg skal á stórbýarferð.

Í kuffertinum havi eg altíð... Myndatól, bonsai tráð og blómutape.

Mín yndistónleikari er... Lena Andersen, tí eg kann lurta eftir hennara tónleiki umaftur og umaftur. Hon hevur ótrúliga djúpar og sigandi tekstir, sum hava fylgt mær nógv á mínari lívsleið.

Mítt heim.... hevur sera stóran týdning í mínum lívi. Vit hava lagt nógva orku í at fáa okkara heim at vera tað staðið, vit elska mest og vilja vera mest. Yndiststaðið í heiminum er stovan og køkurin.

Mítt besta keyp... er uttan iva stóra runda borðið í stovuni, tí her hava vit flent nógv, havt djúpar samrøður, lært nógv, grátið eitt sindur og knýtt nýggj vinarbond.

Um meg og arbeiði... Nakrar serligar umstøður høvdu við sær, at eg varð noydd at siga mítt vanliga starv frá mær. Men eg dugi sum heild illa at binda frið, so tá eg einki arbeiði hevði, valdi eg at royna meg sum sjálvsstøðuga. Tað er besta avgerðin í mínum lívi. Hart, men gevandi og spennandi.

Eg verði glað fyri... eitt smíl, eitt tag og eitt takk, tá tað kemur til arbeiði og glaðir kundar motivera meg. Eg elski at síggja, hvussu onnur fólk brúka mínar myndir í innrættingini. Men líka so nógv sum eg elski tað, so gerist eg ørkymlað av bókhaldi. Mín størsta suksé á arbeiðsfrontinum er heilt avgjørt mínar seyðaplakatir.

Um meg og mítt hjúnarlag... Uttan mín mann kundi eg einki av tí, eg geri í dag. Hann gevur mær óendaligan stuðul – eg eri tann kreativa, hann er tann, sum heldur skil á. Eg óruddi – hann vaskar upp. Vit stuðla hvørjum øðrum og hjálpast at við tí mesta. Vit eru fosturforeldur hjá 4 ára gomlu dóttrini og sum foreldur er okkara størsta uppgáva at læra hana góð virði, kærleika og umsorgan – tað ganga vit høgt uppí. At eg gjørdist fosturmamma var høvuðsorsøkin til, at eg valdi at gerast sjálvstøðug og tað merkir eisini, at vit kunnu vera spontan. Vit kunnu pakka bilin og fara á eina spontana útferð. Vit eru eitt gott team og loysa uppgávur saman á garðinum, men samstundis er tað týdningarmikið fyri meg, at eg sleppi at trekkja meg onkuntíð – og tað sleppi eg.




Viðkomandi greinar