Katrin Dagbjartsdóttir:  – Eg havi kempað, síðani eg varð fødd
Lívsstílur
Katrin Dagbjartsdóttir: – Eg havi kempað, síðani eg varð fødd
Vit kenna hana sum lærara, svimjara, kjakara og politikara. Havnardaman, Katrin Dagbjartsdóttir, hevur áræði sum fáar og hvassar og sjónligar áskoðanir um næstan alt – tó dámar henni best ta menniskjaligu relatiónina, tí sum hon sigur, so er tað tann virðiliga samrøðan, ið byggir brýr. Vit hava hitt Katrina til eitt prát um millum annað áhaldni, lærarafakið og gull-medaljur. 
Eftir: Anniku Kunoy Im Myndir Klara Johannesen 05.04.2026

Um at vera ein eldsál ... 
Eg havi altíð verið øgiliga viljasterk, og tá eg gangi upp í okkurt, geri eg tað við lívi og sál. Tað er nokkso stuttligt, tí systir mín hevur onkuntíð spurt, um eg ikki kann vera 75 prosent onkuntíð, ístaðin fyri altíð at vera 100 prosent. Eg veit ikki hví, eg eri soleiðis, men eg havi jú skulað kempað, síðani eg varð fødd. Og eg trívist við at fara eftir tí, eg havi sett mær fyri – tað gevur meining fyri meg. Eg beri brek í beinunum, men tað hevur ongantíð verið ein forðing hjá mær, og eg eri eisini takksom fyri, at foreldrini hjá mær løgdu tað í meg, at eg eri líka góð og megni tað sama, sum øll hini. Eg havi bara brek í beinunum, og tað merkir ikki, at eg neyðturviliga skal hjálpast ávegis – so kann eg sjálv biðja um hjálp, skuldi eg fingið brúk fyri tí.  

 

Um at bera brek ... 

Tá eg í 1969 varð fødd níggju vikur ov tíðliga, stóð tað um lív fyrstu fýra dagarnar. Hetta hugsi eg um við jøvnum millumbili, og tað hevur veruliga sett lívið í perspektiv  eg eri Gudi ómetaliga takksom fyri, at eg fekk lívið – og at eg fekk júst míni foreldur, ið bert vóru 17 og 21 ára gomul. Onkur hevur fortalt mær, at eg fekk brekið, cerebrala paresu, tí skrúvað varð upp fyri iltini undir føðing, og eg bleiv blá, áðrenn tað varð skrúvað niður aftur. Um tað var júst tá, eg fekk brekið, veit eg ikki, men kann tað í veruleikanum ikki vera líkamikið? Eg haldi ikki, at tað er vert at dvølja við, tí brekið er har, og eg fái einki gjørt við tað. Cerebral paresa er ein heilaskaði, ið hjá mær ávirkar rørsluførleikan.  

Einaferð skuldi eg ugga eina mammu, sum hevði átt eitt barn ov tíðliga og eg segði: ‘Jamen, eg varð eisini fødd alt ov tíðliga!’ og eg hugsaði ikki fyrr enn aftaná, at eg havi faktiskt eisini havi eitt brek. Eg eri von við at klára tað allarmesta sjálv uttan serviðgerð, tí eg beri brek. Eitt tað einasta, eg minnist meg ikki at hava megnað, er at standa á skoytum. Tað kláraði eg ongantíð, men so fekk eg sparkara frá foreldrunum ístaðin.  

Til svimjikappingar uttanlands havi eg sæð mong ymisk fólk við sera ymsum brekum. Tað áhugaverda var, hvussu væl øll kláraðu seg. Sá, at eg ikki var einsamøll. Svimjingin var í fokus – ikki brekini. Sá eisini, at eingin er øðrvísi – øll eru ymisk. 

 

Um lærarafakið ... 

Eg varð studentur í 1989 og fór tá at arbeiða í barnagarði í eina tíð. Eg treivst ordiliga væl, men mamma eggjaði mær til at fara undir útbúgving, og eg valdi so at fara á læraraskúla. Lærarafakið hevur verið ómetaliga týðandi fyri meg. Eg havi starvast í forskúlanum í Sankta Frans og í Adventistaskúlanum, áðrenn eg fór á Sernám at arbeiða við børnum við serligum tørvi. Eg fór síðani at lesa víðari til talu- og serlærara. Eftir eina tíð fór eg í starv sum ítróttarráðgevi hjá ÍSB, men eg fann skjótt útav, at tað ikki var nakað fyri meg, samstundis sum tað jú varð ein viðurkenning av, hvussu umráðandi tað er at tíma tað, sum tú gert,  annars følnar tú. So fór eg aftur at arbeiða sum lærari í Venjingarskúlanum, sum síðani var lagdur saman við Skúlanum á Fløtum.  

Eg eri ómetaliga glað fyri starvið sum lærari og haldi altíð, at eg havi fingið tey fittastu børnini í mínar flokkar. Eg veit tó ikki, um eg fari at starvast sum lærari restina av mínum arbeiðslívi, tí tað kemur ann uppá, um eg framhaldandi trívist og mennist. Eg vil ikki standa í stað.  

 

Um at arbeiða við børnum ... 

Tá summarfrítíðin er av, og børnini byrja í 1. flokki, brúki eg nógva tíð til at uppbyggja eitt gott samband millum meg og børnini. Tey mugu læra at ganga í skúla, og tí er tað umráðandi sum lærari at vera avgjørd, men eisini at vera góð við tey. Tí setur tú teimum bara krøv, leggja børnini einki í, um tú heldur tey vera fitt ella strævin. Tey hava tørv á vegleiðing og at vita, at tey vaksnu bestemma, hóast vit sjálvsagt eisini skulu lurta eftir teimum. Børnini í 1. flokki verða ofta eitt sindur kløkk, tá tey byrja sítt skúlalív og finna útav, at skúlin ikki snýr seg um, hvat tey hava hug til at gera, men tey skulu gera tað, sum er á dagsskránni. 
Í veruleikanum er tað ómetaliga umráðandi, at vit læra børnini at gerast mótstøðufør, soleiðis at tey megna veruliga lívið og samfelagið, har krøv jú verða sett til okkum øll. Vit mugu seta børnunum krøv, áðrenn tey byrja skúlalívið, soleiðis at tey tola at tapa í einum borðspæli og duga at lurta eftir autoriteti, tí annars verður tað so øgiliga strævið hjá teimum, tá tey byrja í skúla.  

Foreldrasamstarvið er eisini alneyðugt. Tað er í samstarvinum, at barnið fær bestu umstøður at trívast og at læra. Liviumstøður barnanna eru so nógv broyttar – nú hava mong børn tvey heim. Eri sjálv skild, og hóast gott samstarv, verða børnini merkt av hjúnaskilnaði. Sjálvandi. Vit eiga í størri mun at hjálpa børnum og foreldrum, sum eru í hesi støðuni. Til dømis við skeiðum um, hvussu vit stuðla børnunum best. 

Tað liggur mær nógv á hjarta, at læra børnini at lesa og at skriva føroyskt. Vil so fegin, at tey ogna sær eitt gott, føroyskt mál, so tey fáa orðað seg væl um lívið á ymsu pallunum, sum vit eru á. Hetta gera lærarar ikki einsamallir. Foreldrini eru fremstu fyrimyndirnar. Tey kunnu tosa og nýta tíð til at greiða frá og til at lurta. At lesa søgur dagliga er sera gevandi eisini. Tí sum nú er, hóttir enska ávirkanin føroyska málið. Mong børn taka ikki bara ensk orð inn í málið – tey tosa enskt sínámillum. Hesi gongdini mugu vit steðga í felag. 

 

Um føroyska málið ... 

Babba elskaði tað føroyska málið og gekk høgt uppí stavseting. Hann rættaði okkum eisini, tá ið vit málbóru okkum skeivt. Kærleikan til móðurmálið havi eg fingið frá honum og frá abba mínum, Peturi W. Háberg, ið hevur yrkt nógvar sangir, skrivað bøkur og dugdi framúr væl at tala. 

 ... sum nú er, hóttir enska ávirkanin føroyska málið. Mong børn taka ikki bara ensk orð inn í málið – tey tosa enskt sínámillum. Hesi gongdini mugu vit steðga í felag. 

Um svimjingina ... 
Eg byrjaði at svimja regluliga við ÍSB sum 11 ára gomul, og hugurin til svimjingina vaks í og við, at eg føldi, at hetta var nakað, eg dugdi væl. Tá eg var 14-15 ár vandi eg hvønn dag bæði við ÍSB og Havnar Svimjifelag. Lívið hjá mær snúði seg um svimjingina. Nógv venjing skal til fyri at koma við til størstu kappingina av øllum. Vit vandu mangan 10 ferðir um vikuna. Morgunvenjingar klokkan 5.00 um morgunin – so eta morgunmat, í skúla, hvíld, aftur at venja og so skúlating. At venja so nógv er krevjandi kropsliga og sálarliga. Tá er umráðandi at hava langtíðarmál og eisini stutttíðarmál. At klára settu málini gevur eina fantastiska kenslu. Mamma og babba stuðlaðu mær 100% í svimjingini á tann hátt, at babba altíð koyrdi meg til venjing og fylgdi við, meðan mamma hevði døgurðan kláran, tá ið eg kom heim. Um eg onkuntíð var ov móð áðrenn venjing, bað hon meg bara slappa av og fáa mær ein drekkamunn ístaðin. Men eg fór aloftast avstað kortini. 

Eg upplividi eisini at gerast bæði evropa- og heimsmeistari og eri glað fyri tey úrslitini, eg havi fingið, tí eg havi nátt teimum málunum, eg kundi náa. Eg vann fyrsta gullmerki til Føroya til NM í Finnlandi í mai 1985. Nógv varð gjørt burturúr, og tað var stuttligt og eitt sindur flóvisligt hjá 16 ára gomlu mær, ið skuldi venja meg við at vera kend í Føroyum. 

Síðani vóru vit til nógvar aðrar kappingar og tað var ómetaliga stuttligt. Tóra við Keldu, Christina Næss og eg komu allar heim við heiðursmerkjum – tað var stórt. Fantastisk tíð at minnast aftur á.  

Svimjingin lat eisini upp fyri fleiri altjóða sambondum gjøgnum samstarv við ymisk onnur lond. Vit lærdu so nógv av teimum, sum vóru komin longri enn vit ítróttarliga. Tað var fantastiskt.  

Seinni, tá eg sjálv gavst at svimja, setti eg eitt lið av fólki við rørslutarni saman – ja, faktiskt ringdi eg runt til foreldur við børnum við breki og spurdi, um børnini kundu koma at svimja. Motivatiónin fyri at gerast venjari var, at eg fegin vildi geva nakað av tí, eg sjálv fekk gjøgnum svimjingina, men eg helt eisini, at tað var ómetaliga spennandi.  

 

Um Parasport ... 
Tvær av teimum, ið eg var venjari hjá, Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen, kláraðu kravtíðirnar til Paralympisku Leikirnar í Sydney í 2000 og høvdu áræði og hug at venja. Eg hevði vant tær dagliga og nógv í Havnar Svimjifelag, umframt at eg vandi tær hvørja summarfrítíð, og tá ið tær annars høvdu frí. Heidi er av Eiði, og hon mátti koyra til Havnar við bussi hvønn gerandisdag. Í summarfrítíðini búði hon hjá Esther fyri at kunna venja tvær ferðir um dagin. Vit vóru eisini við danska landsliðinum í Brisbane, Sisilia og í Brasilia á venjingarlegum áðrenn stórar kappingar. Mær dámdi so sera væl at vera venjari hjá teimum, og eg kendi meg sum eina eyka mammu. Men samstundis ein nokkso hørð mamma, sum legði langar og strævnar venjingarætlanir til rættis. Men tað skal til. Tær fingu framúr úrslit. Esther kom í fleiri endakappingar og betraði sínar tíðir. Heidi vann trý silvur- og eitt bronsuheiðursmerki. Fullsett var til allar finalurnar og pláss var fyri 15.000 áskoðarum. Føroyar komu aftur á heimskortið, og genturnar, sum vóru 15 og 14 ára gamlar, tosaðu við nógvar altjóða fjølmiðlar har. 

Tað er stórt at koma til slíkar kappingar. Tað visti eg. Sjálv hevði eg jú fingið so nógvar góðar upplivingar, og eg vildi geva teimum tað sama. Kensluna av at duga væl. Kensluna av at pressa seg nógv og at megna tað. Kensluna av at náa teimum settu málunum. 

 

Um at seta sær mál ...  

Tá tú ert ítróttarfólk og tekur ítróttin í álvara, lærir tú at seta tær mál. Í svimjingini løgdu vit bæði stutt- og langtíðar mál alla tíðina – summi av langtíðarmálunum vóru fyri fleiri ár – og so varð miðvíst vant og arbeitt fyri at røkka teimum málunum. Tá tú setur tær mál á hendan hátt, spyrt tú ikki teg sjálva hvønn dag, um tú tímur at gera tað, sum skal til. Tað er bara nakað, tú gert.  

Tað er ikki bert í ítróttinum, at vit eiga at seta okkum mál. Tað eiga vit at gera á øllum økjum í lívinum, og tað er eisini umráðandi, at vit læra børnini hjá okkum at seta sær mál, og at vit eggja teimum til at hugsa um, hvussu tey kunnu flyta seg fakliga, kropsliga ella sosialt og síðani at arbeiða miðvíst ímóti einum máli.  

 Aftanfyri skermin verða menniskjalig atlit ikki tikin á sama hátt, sum tey høvdu verið, um vit sótu og tosaðu saman. Virðiliga samrøðan byggir brýr. Vildi ynskt, at vit heldur tosaðu meir saman.

Um at verða heimsmeistari ... 

Eg havi verið heimsmeistari tvær ferðir – í 1986 og 1994. Tað var stórt at uppliva og fantastiskt at kunna umboða sítt egnaland á henda hátt. Havi verið í sera mongum skúlaflokkum og tosað um at seta sær mál, víst heiðursmerki fram og tosað um úrslit síðstu 30 árini. Geri ikki so nógv av tí longur – nú fyllir svimjingin hjá yngra soninum. Men tað er nokkso stuttligt, tí tey hava hildið tað verið nógv meir spennandi og bergtakandi, tá eg so havi fortalt teimum, at eg eisini havi svomið til Nólsoyar ...  

 

Um Facebook ... 
Gjøgnum sosialu miðlarnar hava vit øll fingið ein pall, har vit kunnu siga okkara meiningar. Føroyingar eru nógv á Facebook, men tíverri er nógv av tí, ið sagt verður har, tað reina møsn, og vit koma ongantíð í dýpdina við tí, vit kjakast um. Eg eri sjálv á Facebook og leggi ikki fingarnar ímillum, tá eg viðmerki. Onkuntíð má eg minna meg sjálva á at tiga ...  

Tó, so haldi eg, at Facebook býtir okkum meir upp, enn tað savnar. Nógv verður tosað um tolsemi, men fólk vísa bara tolsemi mótvegis teimum, sum tey eru samd við. Aftanfyri skermin verða menniskjalig atlit ikki tikin á sama hátt, sum tey høvdu verið, um vit sótu og tosaðu saman. Virðiliga samrøðan byggir brýr. Vildi ynskt, at vit heldur tosaðu meir saman. Kann stundum sjálv vera sera hvassorðað – og tað styggir bara fólk burtur. Polariseringin á sosialu miðlunum hoyrist aftur millum manna.  

Eg havi lagt til merkis í mínum gerandisdegi, at tað ofta verður lagt eftir ‘samkomufólkum’. Tað harmar meg, at summi – av politiskum ávum – halda seg kunna tillátursgera tey, sum ikki eru í sama flokki sum tey, og sum hava annað lívsgrundarlag. Tað er ikki tolsemi. Tað er snævurskygni og vantandi virðing.  

 Skilji sera væl, at kvinnur aftra seg við at stilla upp. Bæði vegna útspillingina og tí at flestu kvinnur vilja vita ALT um ymisk mál, áðrenn tær úttala seg. Nógvir menn fara upp á tingsins røðarapall uttan ta stóru fyrireikingina. 

 

Um politikk ... 

Eg stillaði upp fyri Fólkaflokkin í 1998, og segði ja við tað sama, tá eg varð spurd um at stilla upp. Tá tað so kom kapping ígjøgnum valstríðið, so dámdi mær væl at vera við í hesum ymisku orðaskiftunum. Eg hevði ikki væntað at fingið so nógvar atkvøður, men tað gjørdi eg og sat fleiri ferðir í Løgtinginum sum varafólk fyri Óla Breckmann, Bjarna Djurholm og Finnboga Arge.  

Haldi ikki, at politiska lívið var so hart tá, sum tað er nú. Tað var tíðarkrevjandi og nógv var at lesa og at læra. 

Nú tykist tað vera soleiðis, at summir politikarar verða kjølhálaðir alment við jøvnum millumbili, meðan aðrir fáa frið. Um tað er javni og miðvísi streymurin av tíðindum av sosialu miðlunum, sum fremur hetta, veit eg ikki, men tað kann hugsast. 

Skilji sera væl, at kvinnur aftra seg við at stilla upp. Bæði vegna útspillingina og tí at flestu kvinnur vilja vita ALT um ymisk mál, áðrenn tær úttala seg. Nógvir menn fara upp á tingsins røðarapall uttan ta stóru fyrireikingina. 

Eg hevði viljað, at helvtin av løgtinginum var konufólk. Tá hevði samfelagið hjá okkum sæð øðrvísi út, tí vit kvinnur síggja við øðrum eygum enn menn. Eg føli tó, at arbeiðið sum politikari ikki er snikkað til okkum, og tað er torført at fáa kvinnur at stilla upp. Vit tosa sjaldan um munin á kynunum. Fyri nógvar kvinnur hevur hús og heim størri týdning enn fyri menninar. Tá ið vit systkin komu heim aftaná skúlatíð, plagdu vit at spyrja babba: “Er eingin inni?” Nokkso sigandi. Mamma arbeiddi hálva tíð, meðan vit vóru í skúlaaldri. Vildi ynskt, at tað bar til hjá teimum, sum ynsktu tað í dag eisini – antin tað eru mammurnar ella páparnir sum velja tað. 

 

 




Viðkomandi greinar