Kekklisti til føroysk klæðir
Lívsstílur
Kekklisti til føroysk klæðir
Nú er tíðin komin til at gera føroysku klæðini klár til tjóðarhátíðina.
Eftir: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard / Mynd: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 26.07.2021

Set tíð av til fyrireiking

At fara í føroysk klæðir krevur fyrireiking. Tak búnan fram nakrar dagar fyri, at tú skal brúka hann. Far eftir øllum pløggunum og tryggja, at alt er, sum tað skal. Kanska faldurin á skjúrtinum datt niður síðstu ólavsøku? Nú hevur tú stundir at bøta um. Eitt gott hugskot er eisini at hava ein seðil hangandi við klæðini, har tú skrivar notur, um okkurt er við búnanum, tú ætlar at fáa gjørt. Ofta gloyma vit smáting, ið vit knappliga minnast, tá vit taka búnan fram aftur. Ert tú í iva, so leita tær ráð frá fakfólki, ið duga at ráðgeva rætt.

  • Hong pløggini út í fríska luft: Nógvir partar av búnanum eru ofta úr ull av teirri orsøk, at ull er sjálvreinsandi, og tí er nóg mikið, at ullplaggið verður luftað. Ullpløgg hava hvørki tørv á ella gott av at verða reinsað ella vaskað í heilum.
  • Pussa alt silvur: Alt silvur oksiderast, og hetta er ein púra natúrlig evnafrøðilig reaktión. Tryggja tær, at tú eigur blankingarevni og pussilappa inni, og gev tær stundir at pussa silvuri - hvørja ferð. Ofta sæst tað aftaná, hvussu stóran mun tað ger, og hvussu tað snøggar um. Silvur reagerar við súrevni, tískil myrknar tað, tá tað er í fríari luft. Fyribyrgjast kann tó, at silvurið gerst alt ov áfallið við at pakka tað inn í t.d. húsarhaldsfilm, posar og eskjur, soleiðis at luft ikki kemur ov lættliga at.
  • Trygdarnálir: Gamlar og skørðutar trygdarnálir kunnu skaða toyið. Hav altíð nýggjar og góðar trygdarnálir inni í ymsum støddum.
  • Strúk, dampa og avdusta: Um tú ikki eigur strúkijarn við dampi í, so er líka frægt at nýta ein vætaðan uppvundnan bummullarklút, t.d. eitt viskistykki at dampa undir. Far til endans eftir pløggunum við eini dustrullu.
  • Sokkar og undirklæði: Vel tær undirklæði, ið sita væl, og tú trívist í. Hav tey liggjandi saman við klæðunum, so tey eru klár at fara í á degnum. At fara í neilonsokkar, ið fara allan vegin upp um miðjuna, kann verða ein avbjóðing, tá tú skalt á vesið. Umhugsa at royna sokallaðar “stay-ups” ella at skaffa sokkar, ið kunnu festast í mjadnahaldarar. Onkur heldur, at skjúrtið kann skriða, um tað er móti berari húð; her kann ein stuttur undirkjóli vera loysnin.
  • Skógvar: Norskir skógvar eru helst teir vanligastu skógvarnir at nýta til føroysku klæðini, og hesir kunnu vera sera góðir at ganga í. Far í skógvar, ið eru nóg góðir at vera í í nógvar tímar. Skógvar hava nógv at siga fyri, hvussu vit trívast, og hvørjar upplivingar vit fáa, og tað er altíð keðiligt at fara í skógvar, ið gnaga ella á annan hátt trýsta ella gleppa. Sama hvussu og hvørjar skógvar tú velur, so lat teir altíð vera reinar og nossligar.

Turriklæðið

Tá tú leggur turriklæðið, er umráðandi at hava eygað við, hvussu tað situr aftan, á síðuni móti armunum og framman. Støddin á turriklæðinum kann hava alt at siga fyri, hvussu tað situr. Turriklæðið skal passast til tín, ið betur tað. Er turriklæðið ov stórt, so er lætt at minka tað við at taka av tí partinum, ið liggur undir rættuni. Frynsar skulu eisini hampast, og av og á er einki forgjørt í at snøgga teir eitt sindur.

  • Byrja aftan: Hornið á turriklæðnum eigur at liggja mitt fyri og í hædd við miðjuna. Hæddin, ið er til avlops í erva við hálsin, verður løgd í tríggjar faldir.
  • Hav eygað við síðum: Um turriklæðið ikki er alt ov stórt og lagt, sum tað skal, aftan, so eigur tað at hanga niður á hálvan yvirarm. Turriklæðið eigur at sita tætt og ikki dragna ov nógv.
  • Framman: Turriklæðið verður tikið saman í trimum faldum fyri framman hvørjumegin. Um turriklæðið hevur mynstur, so kann hetta nýtast til at meta, um turriklæðið liggur nøkulunda eins báðumegin. Fest við trygdarnálum eftir tørvi. Legg endarnar niður undir brystið og fest at enda við brosjuni.

Troyggjan og brystið

Føroysku klæðini eru frá einari tíð, har sniðið skuldi leggja dent á kvinnuliga skapið. Fyri at draga hetta fram, so eigur troyggjan at hava eitt skap og stimast soleiðis, at miðjan verður undirstrikað. Hetta verður gjørt soleiðis, at stytst verður millum kantarnar á troyggjuni í neðra, meðan frástøðan í erva er størri. Tað vil siga, at stimað verður smalast í neðra og skránar út til síðurnar í erva. Brystið eigur sostatt at gera eitt “v”-skap, tá troyggjan er stimað.

Stimingin

Fleiri hættir eru at lata stiman ganga. Helst er kross-stimingin tann mest sædda nú á døgum. Her hava vit ta opnu og ta lokaðu stimingina, har munurin er, um stimað verður tvørturum í erva, undir brosjuni, ella um hon stendur opin til brosjuna. Skákgongan sæst sjáldan nú á døgum, hóast hon skarar framúr á gomlum myndum.

  • Skákgonga: Byrjað verður í neðra í høgru síðu og endað verður við knúti ovast við hjartað.
  • Opin kross-stiming: Byrjað verður í erva í høgru síðu og endað verður við hjartað. Ein tann vanligasta stimingin, ið sæst í dag.
  • Lokað kross-stiming: Byrjað verður í erva við hjartað. Eisini ein tann vanligasta stimingin, vit síggja í dag.

Fyriklæðið

Innanhýsis lutfallið millum pløggini í føroysku klæðunum hevur alt at siga fyri, hvussu heildin tekur seg út. Tískil eigur búnin altíð at lagast til hana, ið ber hann. Allir partar gera tilsamans eina heild í lutfallinum, í longdum, breiddum og linjum, sum helst eiga at avstemmast. Fyriklæðið hevur eisini heilt nógv at siga fyri, hvussu búnin tekur seg út. Er fyriklæðið ov sítt, kann búnin tykjast ógvuliga tungur, og beinini kunnu tykjast styttri, enn tey eru. Ein tummilfingraregla er at lata fyriklæðið koma beint niðan fyri knæið, og helst ikki longur enn niður á hálvt skinnabeinið.