Eyguni verða drigin yvir at sjokulátuni, sum rennur í stríum streymi í sjokulátusmeltaranum. Tað er næstan meditativt at hyggja. Bara hyggja eftir brúnu stráluni, sum er óendalig. Her vera dagliga nógv kilo av sjokulátu smeltaði, so Kirstin kann gera lekkur konfektstykkir við alskins fyllu.
– Eg minnist so væl, tá eg keypti mín fyrsta 10 kilo sekk av sjokulátu í 2012, tað var vilt! Og nú brúki eg, í hvussu so er tað hvønn dag, sigur Kirstin Hammer, sum eigur og rekur kafeina Gómagott í Havn
– Konfektstykkið við mjóklasjokuláta og fyllu við karamelli við Baileys er nokk tað mest populerað, tað er eisini mítt yndis og faktiskt eitt av teimum fyrstu konfekstykkjunum, eg gjørdi, fortelur Kirstin, sum fyri 11 árum síðani segði fasta starvið upp fyri at fylgja søta dreyminum.
Ein tung tíð
Sjálvt um Kirstin sjálv kókaði havragreyt sum 5-ára gomul, so lá tað ikki í kortunum, at hon skuldi gerast kafeeigari, konditari og chokolatier. Pápin er lækni, mamman sjúkrasystir, mosturin sjúkrasystir, fasturin sjúkrasystir og tvær systrar eru sjúkrasystrar. Kirstin er eisini útbúgvin sjúkrasystur og hevur í nógv ár arbeitt á Landssjúrkahúsinum, men eisini í køkinum á Formula alt ímeðan hon putlaðist við at brenna mandlur, gera bomm, smelta sjokulátu og baka køkur, tí eftirspurninguruin var stórur langt áðrenn Gómagott lat dyrnar upp.
– Eg arbeiddi í køkinum á Formula, tók eykavaktir á Landssjúkrahúsinum og brúkti alla ta tíð, eg annars hevði at gera sjokulátu. Tað var hart, og vísti seg eisini at vera ov mikið, fortelur Kirstin, sum misti seg sjálva burtur í rúgvumikla arbeiðinum.
– Læknarnir hildu, eg hevði sclerose, tí eg hevði nógv symptomir, sum bendu á tað. Eg var til nógvar kanningar, har mann staðfesti, at tað ikki var tað, og ikki fyrr enn eitt hálvt ár aftaná, hendi tað bráddliga, at eg ikki orkaði meir. Eg fekk virus á balansuna. Eg kom næstan ikki upp úr songini aftur.
– Eg fór syngjandi niður við flagginum. Frá degi til dags orkaði eg ikki at lyfta kaffikoppin ella reisa meg úr songini fyri at fara á vesi... Tað var ordiliga ringt, greiður Kirstin frá.
– Eg eri komin sterkari út á hesa síðuna. Í dag kenni eg meg sjálva nógv betri, og eg veit, nær eg skal trekkja stikkið eitt bil. Eg brúki alt tað, eg havi lært hvønn einasta dag.
Kirstin minnist aftur á døpru tíðina, og tað sæst í hennara eygum, at tað veruliga var ein ring tíð, men stoltleikin yvir at sita har, hon er í dag, skínur í gjøgnum hennara andlistbrá.
– Eg minnist fyrstu ferð, eg tosaði við terapeutin hjá mær, og hon spurdi, hvat eg ynskti, og eg svaraði, at eg ynskti mær at selppa at liva av at arbeiða við sjokulátu og køkum, og í sama setningi segði eg, nú er slut! Men hon segði nei, nei..! Hon gav mær vón, sigur Kirstin, sum við góðari hjálp frá familju, tablettum og terapeutum, kom upp undan aftur.

Nýggj byrjan
– Í 2015 gjørdi eg mítt fyrsta páskaregg, og wauw tað var væl umtókt. Vit stóðu dag og nátt í vikuvís og gjørdu páskaregg, har var sjokuláta alla staðni heima í køkinum, fortelur Kirstin, sum eftir hetta fór at leiga eitt høli í einum gomlu bakaríi í Havn, tí eftirspurningurin vaks og vaks.
– Maðurin segði tá, at um eg veruliga vildi hetta, so stuðlaði hann mær fult út, men so skuldi eg eisini virkuliga vilja tað, og ikki gevast á hálvum vegi, tað minnist eg so væl, hann segði, sigur Kirsten, og greiður frá, at bráddliga kom fer á sjokulátuævintýrið.
– Vit tosaðu við Hugskotið, sum vegleiðir íverksetum, og tey trúðu beinanvegin uppá okkum. Tey góvu okkum deadlines, so tað kickstartaði okkara fyritøku, tað gjørdi allan munin.
Í oktobur 2015 segði Kirstin fasta starvið á Formula frá sær.
– Tað var ræðandi, men samstundis fantastiskt, at eg endiliga slapp at gera hetta fulla tíð, sigur Kirstin, sum altíð hevur verið serliga galð fyri at vera kreativ við sjokulátu, sum hon heldur vera fantastiska at arbeiða við, tí møguleikarnir eru óendaligir.
Tað vísti seg, at tíðin var við Kirstini og manninum, sum í 2016 vóru so heppin at fáa høli í Steinatúni til Gómagott.
Íverksetara lívið er hart, heldur hon, men eisini skeg, og tað týdningarmesta og besta er, at hon deilir ævintýri við manninum.

– Eg hevði ongantíð valt hetta, um maðurin ikki var við eisini. Hann ornar rokniskapin. Vit hava børnini Leu, Levi og Eyð og so hava vit eisini barnið Gómagott, og tað fjóðra barnið er blivið ein natúrligur partur av okkara lívi. Tað er sjálvandi strævið, men tað er stuttligt, tí vit bæði eru saman um tað. Og børnini hjálpa eisini til.
– Eg má onkuntíð klípa meg í armin, hugsi um hetta veruliga er veruligt. Tað er fantastiskt at hugsa um, at vit eru komin hertil, at vit gjalda løn til øll hesi fólkini. Eg verði bæði stolt og eymjúk, sigur Kirstin, sum stórtrívist millum køkurnar og sjokulátuna, men við nógvu starvsfólkunum fylgir eisini starvsfólkaábyrgdin, og hvussu hevur Kirstin tað sum leiðari?
– Eg haldi ikki, eg eri ein góður leiðari, men eg eri góð við míni starvsfólk. Eg havi ræðuliga ringt við at siga frá, um onkur ger okkurt skeivt, og so eri eg mega konfliktsky, men eg blívi betur og betur, og heldigvís er maðurin hjá mær betri til júst hetta, svarar Kirstin, sum á nógvum økjum hevur ment seg, síðan hon setti hol á søta ævintýrið.
– Eg havi altíð verið gentan, sum var eitt sindur buttut í flokkinum, ikki verið góð til ítrótt og havt lágt sjálvsálit. Men mítt Gómagott-ævintýrið hevur broytt meg, og givið mær sjálvsálit. Eg eri virkuliga komin á røttu hillina her, sigur Kirstin við stoltleika í eygnabránum og einum lítlum avgjørdum smíli á varrunum.
Greinin var fyrstu ferð í Kvinnu í 2019