Kirstin Vang: Veturin er mín yndisártíð at taka myndir í
Lívsstílur
Kirstin Vang: Veturin er mín yndisártíð at taka myndir í
Kirstin Vang er einamest kend fyri vøkru náttúrumyndirnar, hon deilir á sínum Instagram-vanga, har yvir 40.000 fylgja henni. Vit hava prátað við Kirstin Vang, sum gevur eina rúgvu á góðum ráðum, so tú eisini kanst taka vakrar vetrarmyndir.
Eftir: Barbaru Hilduberg / Mynd Kirsten Vang 02.03.2022

Veturin tykist langur fyri flestu av okkum, og tað ganga ofta dagar og vikur ímillum sólglottar og stilli. Ruskuta veðrið heldur okkum fyri tað mesta innandura, og vit leggja ikki merki til - og hava eiheldur hug til at leggja merki til, “vakrar” vetrarklæddar detaljur við vindi, kava og regni. Men veturin er flottur - kanska flottari enn nøkur onnur árstíð. Og kanska vit áttu at fanga hann, áðrenn hann aftur hvørvur. Vit hava spurt dugnaligu Kirstin Vang, um nøkur góð ráð, tá veturin skal avmyndast.

Ljósið stendur lágt, tindarnir eru kavaklæddir… og kuldastigini eru ikki longur langt(!) undir frostmarkinum. Kanska vit eiga at leita okkum út í náttúruna - og við myndatóli í hond leita eftir vøkrum vetrarmotivum - les við her, har Kirstin Vang deilur síni góðu ráð til vakrar náttúrumyndir.

Tað ræður um at steðga á og fanga motivið, áðrenn tað aftur hvørvur. Ofta verða vit bergtikin av einhvørjum, og hugsa, at vit mugu minnast til at taka myndir - seinni. Men tað finst einki seinni...

- Ljósið er bleytt og lekkurt, og sólin stendur lágt á himli. Alt blívur so livandi um veturin; sjógvurin brýtur, aldurnar píska… Tað ræður um at steðga á og fanga motivið, áðrenn tað aftur hvørvur. Ofta verða vit bergtikin av einhvørjum, og hugsa, at vit mugu minnast til at taka myndir - seinni. Men tað finst einki seinni, serliga ikki um veturin. Veðurlagið er í konstantari broyting, og vit mugu vera eyka vakin, sigur Kirstin Vang, sum er serliga glað fyri føroysku vetrarmotivini.

Hvat er tað serliga við vetrinum, sum tær dámar so væl?

- Litirnir eru so spennandi um veturin, og serliga er tað litkombinatiónin av ljósabláa havinum og gulliga grasinum, ið hugtekur meg. Struktururin í frosti, glerpípum og kavaflykrum er eisini so vakur og góður at avmynda. Og tað serstaka vetrarljósið - fyri ikki at gloyma, ið konstant flytir seg og varierar í styrki. Eg fái t.d. altíð hug til at taka myndir, tá ið eg síggi ljósið stríða seg ígjøgnum tjúkku kavaælini…

- Tað sama motivið kann hava so nógv, ymisk úttrykk, sjálvt um tað bert eru fáir minuttir ímillum hvørt “klikkið.” Kavin ger eisini myndirnar serliga ljósar og reinar. Og eg plagi at loyva eyka nógvum hvítum “tómrúmum” á mínum vetrarmyndum. Eg haldi, tað vera so vakurt, tá ið ljósu, frostkláru myndirnar innihalda lítil, vælvald motivir. Tað kann vera ein lítil fuglur í frostkláru luftini, ella ein gloymdur vøttur á glerstoyttu vánni…

Ofta sigur man, at tað besta myndatólið er tað, ið tú hevur hjá tær beint her og beint nú. Og tað eri eg einig í. Tí tað er líkamikið fyri serstøku, persónligu myndina, um hon er tikin við zoom-linsu ella ei.

- Eg hugsi nógv um kompositiónir, tá ið eg taki myndir, og tað er týdningarmiki, at motivini, ið eg velji, eru avmyndaði soleiðis, at tey geva myndini eina góða javnvág. Ofta sigur man, at tað besta myndatólið er tað, ið tú hevur hjá tær beint her og beint nú. Og tað eri eg einig í. Tí tað er líkamikið fyri serstøku, persónligu myndina, um hon er tikin við zoom-linsu ella ei. Ella um hon er tikin við nýggjari ella gamlari iPhone… Tað eru tíni evnir til at vera til staðar og leggja til merkis, ið eru avgerandi fyri, um myndin verður serstøk og góð. Í dag finnast eisini nógvar appir á telefonini, ið kunnu “hjálpa myndini á veg.” Analog’a, vintage-lookið er t.d. rættiliga in fyri tíðina, og tað er stuttligt at síggja, hvussu nútímans myndir kunnu verða hálaðar í ein old school rætning. Myndirnar kunnu sjálvandi eisini gerast skarpari og meira lítríkar, um ein ynskir tað. Og við fáum 'grebum' kunnu myndirnar gerast munandi betri, uttan at tær síggja viðgjørdar út. Sjálv dámi eg væl at redigera myndir, og tað er serliga ljós og kontrastir, ið mær dámar at arbeiða við. Appin VSCO er serliga góð til endamálið, og hon ger tað nemt og ómakaleyst at justera farvur, kontrastir, ljós o.a. Eisini dámar mær væl at síggja inspirerandi myndir á sosialum miðlum, og stuttligt er at hyggja inn á føroyska facebook-bólkin “Myndatøka”, ið inniheldur nógvar, áhugaverdar og hugvekjandi myndir - serliga av tí føroysku náttúruni í skiftandi veðri.