Klæðini til ársins Kvinnurenning
Lívsstílur
Klæðini til ársins Kvinnurenning
Her kanst tú síggja renniklæðini til ársins Kvinnurenning, sum verður 29. mai 2021.
Eftir: Ingrid Bjarnastein/Modell: Sarita Vesturdal Vesturtún / Myndir: Amy Hansen 06.04.2021

Vit eru farnar at telja niður til ársins Kvinnurenning, sum vit skipa fyri saman við Bragdinum. Renningin verður leygardagin 29. mai 2021 klokkan 15.

Við eini tilmelding fært tú eina ókeypis renniblusu frá Craft (virði 250 kr), umframt stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.

Tá ið tú meldar til, hevur tú møguleika at keypa renniklæðir frá Craft fyri serprís. 
Síggj myndir av renniklæðunum og blusunum niðanfyri.

Í Thomas Dam Intersport í Havn ber til at royna renniblusuna og klæðini. Í Thomas Dam Intersport í Klaksvík og á Glyvrum ber til at royna renniblusuna og síðst í apríl ber til at royna renniklæðini.

Melda til ársins Kvinnurenning HER. Avmarkað nøgd.

Trýst her fyri at síggja, hvat er í gávuposanum og allar teir góðu vinningarnar, sum vit kasta lut um á Vaglinum eftir renningina.