Eygnavippur spæla ein størri leiklut, enn vit ofta geva okkum far um. Tær verja eyguni móti dusti og smáum lutum, men tær eru eisini ein týdningarmikil partur av okkara útsjónd. Tí kann tað kennast bæði keðiligt og órógvandi, tá vippurnar byrja at knekka ella detta av.
Orsøkirnar kunnu vera fleiri; alt frá ov harðligari sminkunýtslu til vanar, tú kanska ikki hugsar um í gerandisdegnum. Sambært serfrøðingum í American Academy of Dermatology er tað serliga mekaniskt slit - sum at gníggja eyguni, brúka amboð ov harðliga ella vaska sminku av á skeivan hátt - sum kann elva til, at vippurnar verða veikari. Góðu tíðindini eru tó, at smáar broytingar í gerandisdegnum kunnu gera stóran mun.
Brúk vippuboyggjara rætt
Brúkar tú vippuboyggjara, so ger tað altíð, áðrenn tú smyrt maskaru á. Maskara ger vippurnar stívari, og tí økist vandin fyri, at tær knekka, tá tær verða boygdar. Royn eisini at vera varin við trýstinum. Heldur enn at klemma hart eina ferð, er betri at boyggja vippurnar varliga nakrar ferðir við vippuboyggjaranum. Hetta minkar um slit og gevur samstundis eitt meira natúrligt úrslit.
Hvussu svevur tú?
Liggur tú ofta á síðuni ella á búkinum, tá tú svevur, so kunnu uttastu vippuhárini verða trýst ímóti koddanum alla náttina. Við tíðini kann hetta gera, at tey bogna, knekka ella detta skjótari av.
Minst eisini til at vaska sminku av eygunum, áðrenn tú fert í song, tí maskara ger hárini stív, og tí kunnu tey knekka lættari. Vilt tú gera enn meiri burturúr at fyribyrgja, at vippurnar knekka, kanst tú skifta bummulsseingjarklæðini út við silki - í øllum førum á pútuni. Silki fer betri við vippunum enn vanligt bummull.
Vatnføst maskara krevur eyka umsorgan
Vatnføst maskara er frálík, tá tú vilt sleppa undan, at sminkan rennur, men hon kann eisini gera vippurnar turrar. Sambært serfrøðingum hjá Cleveland Clinic er eitt gott hugskot at brúka eygnareins við olju, um tú brúkar vatnfasta maskaru, tí oljan loysir maskaruna upp á ein mildan hátt og minkar um tørvin á at gníggja.
Um tú brúkar vatnfasta maskaru dagliga, kann tað eisini vera eitt gott hugskot at geva vippunum frí av og á – til dømis um vikuskiftið – so tær fáa tíð at koma fyri seg.
Soleiðis reinsar tú uttan at skaða vippurnar
Mátin, tú vaskar sminkuna av uppá, hevur stóran týdning. Legg eina vattrundellu við sminkureinsi á afturlatna eygað í umleið 10–15 sekund. Hetta ger maskaruna bleyta og nógv lættari at fáa av.
Aftaná kanst tú strúka rundelluna spakuliga niðureftir fleiri ferðir. Lat vera við at gníggja – vippurnar eru viðkvæmar, og ert tú ov harðlig, kanst tú bæði slíta og toga hárini úr við rót. Tolni er lyklaorðið.
Gev vippunum føðslu
Eins og hárið á høvdinum hava eygnavippur gott av vætu og røkt. Húðlæknar vísa á, at mild røkt og væta kunnu hjálpa við at halda hárini bleyt, so tey ikki knekka eins lætt - sterkar og væl røktaðar vippur eru eisini meira mótstøðuførar.
Harumframt kann ein fjølbroytt kostur við nógvum vitaminum og mineralum stuðla natúrliga hárvøkstrinum.
Tá minni veruliga er meira
Tað kann vera freistandi at brúka nógva sminku hvønn dag, men av og á hava vippurnar gott av einum steðgi - tað minkar um slit og gevur teimum møguleika at endurnýggja seg.
Minst til: Vippurnar vaksa í eini natúrligari ringrás, og tað er vanligt at missa nøkur hár. Men um tú ert varin við teimum í gerandisdegnum, kanst tú í stóran mun fyribyrgja óneyðugum skaða – og varðveita bæði styrki og fyllu.