Kom í jólahýr við einum góðum filmi
Lívsstílur
Kom í jólahýr við einum góðum filmi
Bert góðar fýra vikur eru til jólaaftan, og upplagt er at stytta sær stundir við einum hugnaligum jólafilmi. Her eru nøkur boð
Eftir: Annika Kunoy Im 23.11.2021

Sjøtul er av álvara settur á vetrarhálvuna, nú tíðliga skýmir, og alsamt fleiri jólaljós hómast í gluggunum kring landið. Tað eru bert góðar fýra vikur til hæddarpunktið jólaaftan, men tíðin undan jólunum er sanniliga eisini merkt av hugna við ljósi, góðum mati, samveru og øðrum, vit á siðbundnan hátt seta í samband við hesa ársins tíð. Hýrurin sæst eisini á úrvalinum hjá stroymingartænastuni Netflix, sum longu hevur lagt fleiri nýggjar og eldri jólafilmar á síðuna, og fleiri eru ávegis. Her eru nakrir teirra:

The Claus Family

The Claus Family er ein fittur hollendskur familju jólafilmur, sum snýr seg um dreingin Jules, sum finnur útav, at abbi hansara er jólamaðurin, og at hann hevur fløkt seg upp í okkurt og er komin illa fyri. Jules gongur tíverri ikki so høgt upp í jólini, og tí verður torført at sannføra hann um, at hann má hjálpa til við at bjarga jólunum. 
Filmurin er frá 2021

Mariah Carey’s All I Want for Christmas Is You

Netflix hevur fingið loyvini til at vísa hendan animatiónsfilmin, hóast Mariah Carey vanliga bert samstarvar við Apple TV+ um jólini. Filmurin snýr seg um gentuna Mariah, sum ansar einum illpjøskututum kúllutum hundi fyri at prógva, at hon megnar at ansa einum nýggjum hundahvølpi. Nú fær hon meir hesi jólini, enn hon nakrantíð hevði trúð. Mariah Carey leggur rødd til.
Filmurin er frá 2017

An Elf’s Story: The Elf on the Shelf 

Filmurin An Elf’s Story: The Elf on the Shelf  er fyrsti filmurin, sum er útkomin sum liður í avtalu millum Netflix og Elf on the Shelf. Hann kom út fyrst í november, og hann handlar um eina líttla vættur, sum hevur uppgávuna at hjálpa jólamanninum við at finna útav, hvørji børn eru skikkilig, og hvørji eru óskikkilig. Vætturin tekur síðani á seg at endurnýggja trúnna á jólini hjá einum nýggju ára gomlum dreingi. 
Filmurin er frá 2021

Love Hard

Romantiski og jólaligi skemtifilmurin, Love Hard, hevur ligið á topp-10 listanum yvir mest sæddu filmarnar á Netflix, síðani hann varð tøkur á síðini. Filmurin snýr seg um ein journalist, sum finnur ein sjeik á einari dating-app. Hon ferðast langa leið fyri at hitta hann, men finnur síðani útav, at hon er hildin fyri gjøldur. 
Filmurin er frá 2021

Love Actually


Love actually er tann ultimativi romantiski jólaskemtifilmurin, og hann er proppfullur við góðum sjónleikarum. Skalt tú bara síggja ein jólafilm í ár, er hesin heilt víst eitt gott boð. Hann er vorðin klassikari, og nú er hann á Netflix. Filmurin snýr seg um, hvussu  kærleikans træðrir verða flættaðir saman á ymsan hátt hjá sera ymiskum menniskjum í London. 
Filmurin er frá 2003.


Listin er at finna á whats-on-netflix.com