– Komin niðan á ein fjallatind fyllist eg við gleði og kobli púra úr øllum gerandismeldrinum
Lívsstílur
– Komin niðan á ein fjallatind fyllist eg við gleði og kobli púra úr øllum gerandismeldrinum
Undir koronu fór Laila av Reyni at ganga í fjøllunum, og tá hon hevði verið á fimm fjallatoppum, varð hon bitin av tí vakra og friðinum á toppinum langt frá gerandismeldrinum. Og soleiðis varð málið um at ganga upp á allar 340 fjallatindarnar í Føroyum sett
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir privatar 30.06.2026

Nær byrjaði tú at ganga í føroysku fjøllunum?
Eg fekk veruliga eyguni upp fyri fjøllunum í Føroyum í koronutíðini. Øll familjan var heima hvønn dag, og tað bleiv til heimabaking og hugna hvørt kvøld. Eg sá skjótt, at hetta fór at kosta mær nøkur eyka kilo, so eg fór at leingjast eftir at røra meg meir og fann í fjøllunum akkurát tað, sum riggaði til mín. 

 

Laila av Reyni er lærari, modellseymari, songkvinna, og so elskar hon at ganga í fjøllunum. Hon er gift við Leif av Reyni og eigur børnini Natasju og Eivind

 

 

Nær bleiv tað eitt mál at klára allar fjallatopparnar?
Nú børnini eru blivin størri og meiri sjálvstøðug, havi eg fingið størri frælsi og ræði á míni tíð, og at røkja heilsuna hevur týdning, tí eg ynski mær ein góðan aldurdóm og at kunna verða her fyri míni ommu- og langommubørn.

Náttúran í mær arbeiðir væl í verkætlanum, mær dámar sera væl at hava okkurt at síggja fram til, okkurt at gleða meg til - eitt mál at síggja fram ímóti. 

Tá eg undir koronu hevði gingið einar fimm fjallatoppar, hugsaði eg: “Hetta ger mær ordiliga gott, hví ikki bara taka allar”. Harvið var málið sett, og hóast eg hevði niðurtúrar og fekk hug at steðga, gav eg ikki upp, fyrr enn eg hevði gingið upp á allar 340 fjallatindarnar í Føroyum. Bardagin var ímóti mær sjálvari, og eg vann á mær. Tað tók mær tvey ár við fulltíðar arbeiði at heilsa upp á allar tindarnar. Eisini fekk eg ein nýggjan og øgiliga góðan fjallavin, Hanus Jákupsson, sum eg gekk einar 300 av tindunum saman við. 

 

Hvat fært tú burtur úr føroysku náttúruni?
Tað var og er enn altíð tungt at byrja ein túr niðan eftir einum fjallaryggi, men tá eg havi gingið í eina løtu, eri eg hitað væl upp, høvdið slær frá og eg eri bara. Eg hugsi ofta ikki ein tanka, alt innan í mær er friður. Eg kobli púra úr øllum gerandismeldrinum. Komin niðan á ein fjallatind fyllist eg við gleði. Gleði um sigurin og um tað vakra, eg kann njóta, og sum vit føroyingar eiga. Viðhvørt missi eg næstan ondina og smátári av vakurleikanum. Tá eg havi notið skapanarverkið eina løtu, leggi eg leiðina yvir á næsta fjallatind. Túrarnir kunnu taka alt frá 2-20 tímar, tá eg fyrst eri farin avstað.

 

 

Er nakar ávísur fjallatúrur, ið er serliga vakur og góður at ganga, sum tú aldri gerst troytt av?
Tað er okkurt serligt við at ganga túrar, har eg síggi mína egnu heimbygd, tá eg eri komin upp á tindin. Eg kann nevna bygdagøtuna úr Kaldbak til Kollafjarðar - at standa á Kaldbakskambi og síggja niður í Kollafjørð. At fara frá Mýruvatni í Vestmanna og ganga eftir øllum átta fjallatindunum og síðan enda í Kollafirði. Skælingsfjall, Sátan, Árnadalstindur og Stallur eru fjøll, ið geva eitt gott útsýni yvir Kollafjørð. Hetta eru túrar, ið eg ofta havi gingið, men kortini eru ongir túrar líka - veður og ljós gevur eina nýggja uppliving hvørja ferð.

 

Er ein túrur, ið stendur serliga klárur í minninum?
Eg havi gjørt fleiri hundrað túrar, og rættliga nógvir standa klárir eftir. Eg havi upplivað nógvar fantastiskar túrar við góðum selskapi, men eisini eins nógvar túrar bara einsamøll. Tað er ringt at velja ein túr, ið stendur eftir; men ein persónligur sigur var, tá eg og fjallamakkari mín, Hanus, høvdu gingið allar 55 fjallatopparnar á Suðuroynni upp á tríggjar dagar. Tað var ein deilig kensla.

Eg havi eisini hug at nevna túrin út á Stóra Dímun. Hendan túrin fór eg saman við fleiri fjallafólkum, ið eg ikki kendi frammanundan. Túrurin bleiv so serligur, tí vit klingaðu so væl saman, hóast sera ymisk í aldri og arbeiði. Fjøllini bundu okkum saman, og vit høvdu øll sama mál um at koma upp á allar fjallatindar í Føroyum. Bóndahjúnini í Dímun, Eva og Jógvan Jón, vístu okkum stórt gestablíðni, og vit høvdu tað bara ordiliga stuttligt saman.

 

 

Hvør túrur hevur verið torførast?
Teir túrarnir, ið hava verið torførast, eru ikki á teimum truplastu fjøllunum. Á teimum truplastu fjøllunum havi eg ráðført meg væl áðrenn ella gingið við staðkendum fólki. Her vil eg fegin nevna fjallalegendurnar Pól Sundskarð og Gurið Lómfelli. Teir torførastu túrarir hava verið, tá eg eri farin upp hæddir í kava og frosti, og meir enn einaferð havi eg næstan gingið meg fasta.

 

Nú hevur tú verið á øllum fjallatoppunum í Føroyum – eru nakrir serligir túrar á skrá í summar?
Eg eri bitin av fjallatindum. Nú eg havi verið á øllum fjallatindum í Føroyum, havi eg spakuliga sett mær nýggj fjallamál. Í fjør fóru eg og maðurin upp á hægsta tind í Danmark og Norra, og í summar fara vit at taka hægsta tind í Svøríki, ið kallast Kebnekaise. Næsta málið er at koma niðan á allar hægstu fjallatindar í Norðurlondum.

 

Hvar er gott at byrja, um tú fegin vilt ganga nógvar fjallatúrar?
Røtt klæði og skógvar gera upplivingina betri. Keyp tær góðar fjallaskógvar og byrja við teimum lægstu tindunum, tak appina TOPO GPS niður og fylg við, hvar tú gongur, og skráset túrin, so tú altíð finnur oman aftur. Á Facebook eru eisini ymsir fjallabólkar, har fólk siga frá, tá tey gera túrar. Far við á teir túrarnar, so tú fert at kenna fólk við sama áhuga, og so er lættari at fáa vegleiðing um, hvussu tú skalt ganga. Yvirlit yvir øll tey hægstu fjøllini í Føroyum finnur tú inni á Umhvørvisstovuni, www.US.fo/vitanargrunnur/fjallatoppar

 

 

Hvat er gott at hugsa um, áðrenn tú fert í fjøllini?
At vísa størsta ans fyri fjøllunum! Steinar kunnu vera leysir, er vátt, kanst tú glíða langt, mjørki kann koma, og tú kanst missa staðsansin. Legg eina ætlan, áðrenn tú fert, ráðfør teg við ein staðkendan. Ver í góðum klæðum, ið eru heit og løtt at flyta seg í - hitin lækkar eitt stig fyri hvørjar 100 metrar, ið tú fert upp í hæddirnar. Kanna veðrið! Hvirlurnar kunnu eisini vera sera strangar á toppunum.

 

Hvat hevur tú altíð við, tá tú fert ein fjallatúr?
Rygsekk við telefon og powerbank, vatni/termukannu, sitiundirlagi og tveimum pørum av handskum - tá annað parið er vátt eftir at hava klintrað onkustaðni, er gott at fara í einar turrar. Og matpakkin smakkar eyka væl í fjøllunum.