Kontrastirnir kunnu ofta vera stórir
Lívsstílur
Kontrastirnir kunnu ofta vera stórir
Fleiri ferðir hevur Rini Sivertsen havt vakt á føðideildini á Landssjúkrahúsinum bæði 24., 25. og 26. desember. Hon er nevniliga ein av teimum mongu, sum starvast í heisuverkinum í Føroyum og tí eisini javnan arbeiðir um jólini. – Kontrastirnir kunnu ofta vera stórir í arbeiðnum, men hóast truplar støður eru, so eru nógv tær flestu gleðiligar, sigur hon.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Amy Hansen 25.12.2023

Rini er neonatalur sjúkrarøktarfrøðingur á føðideildini. Hon er um tey ov tíðliga føddu og familjur teirra - eitt viðkvæmt øki, og sum hon greiðir frá, eru tær ikki so nógvar á deildini, sum eru á júst hesum økinum. Tí verða vaktirnar hjá teimum eisini rættvísiliga býttar millum tær allar.

Annaðhvørt ár arbeiðir hon jóladagarnar og nýggjárið, men tey árini hon ikki arbeiðir hesar merkisdagarnar, arbeiðir hon enn meir hinar dagarnar áðrenn jól og millum jól og nýggjár, og tí merkist tað sjálvsagt eisini heima hjá Rini, Sámal og synum teirra Torsteini, Tóka og Teiti.

– Áðrenn eg var fastsett á deildini, hevði eg avloysarastørv, og eg havi eisini upplivað, at eg havi mugað arbeitt fylgjandi jól, tí eg tá avloysarastarvið endaði tók við einum nýggjum avloysarastarvi. Tá havi eg verið eitt sindur kløkk, tí eg hevði væntað, at eg fór at fáa frí jóladagarnar, tá eg arbeiddi somu dagar árið fyri - og tí høvdu vit eisini ætlarnir um at fara norð til Klaksvíkar til verfamiljuna at halda jólini. Men tað mátti eg síðani avlýsa, tí tað er ov møtimikið at halda jól aðra staðni enn heima, tá eg skal arbeiða og sova millum vaktirnar, sigur hon frá.

– Eg veit ofta ikki fyrr enn nokkso seint, hvørjar vaktir eg fái um jólini. Vit sleppa at leggja ynski inn, og mær dámar best at arbeiða náttarvaktirnar, tí so kunnu vit snara døgnunum eitt sindur á og eta og pakka gávurnar upp eitt sindur fyrr á degnum. Tað hevur riggað serliga væl, meðan børnini hava verið lítil, sigur hon og greiðir áhaldandi frá.

– Tá børnini eru smá, kann man snýta seg til at leggja dagarnar øðrvísi til rættis. Tá eru siðvenjurnar ikki so gróðursettar, og tey vita heldur ikki, hvussu aðrar familjur halda jól. Men ger man tað so gott til ber, við teimum fortreytunum man hevur, verður tað tað, ið børnini seta í samband við eini hugnalig jól.

Minniligar jólavaktir
Rini hevur havt børn øll árini, hon hevur arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tey allarfyrstu jólini Rini skuldi arbeiða á jólum, sigldi maður hennara eisini úti, og hon stúrdi tí nógv um tað fór at enda við, at bæði vóru burtur á jólum, men tað lagaði seg alt. Rini minnist ikki ordiliga meir til hesi allarfyrstu jólini, men eftirfylgjandi hevur hon verið til arbeiðis fleiri ferðir á jólum. Og onkuntíð eisini í Danmark.

– Eitt árið eg hevði vakt um jólini var ódnarveður. Tað var frámælt at fara út at koyra, men eg átti til arbeiðis. Tað rætta hevði óivað verið at verði heima, men eg visti sjálvsagt, at ein av mínum starvsfeløgum var til arbeiðis, og at um eg ikki kom, og hon arbeiddi dupulta vakt, so slapp hon ikki heim til familjuna hjá sær. Eg lat meg í ein tjúkkan vetrarjakka og fór kortini út í illveðrið. Eg legði telefonina í lumman uppi við hálsin, tí eg hugsaði, at so rakk eg eftir henni, um bilurin fór í eini av teimum ógvusligu hvirlunum hetta kvøldið. Eg kom veðurbard til arbeiðis. Hendan náttin varð eisini merkt av ringa storminum, og onkur kvinna mátti eiga barnið heima, tí ikki vóru líkindi at koyra á føðideildina. Eg slapp heldur ikki heim, tá mín vakt vat av, tí hon sum skuldi avloysa meg varð veðurføst. Veðrið batnaði tó sera knappliga, og tá eg koyrdi heim seinni tann morgunin, var vindurin minkaður, og eg minnist, at eg møtti fleiri kvinnum, sum vóru farnar rennitúr. So skjótt kann ganga hvønn vegin, og tað er so ymiskt, sum vit síggja møguleikar og forðingar, greiðir hon frá um eina jólavakt, sum hon minnist serliga væl.

Viðhvørt fer Rini eisini við, tá familjur við ov tíðliga føddum børnum verða send á Ríkissjúkrahúsið, og tað kann henda so knappliga. Eisini tá hon ikki hevur vakt. Og eisini á jólum, tá hon ikki eigur at arbeiða.

– Síðst tað hendi, var eg á posthúsinum og sendi tær seinastu jólagávurnar avstað fáar dagar fyri jól, tá telefonin ringdi, og eg mátti leypa avstað hendan ódnarveðursdag. Eg fekk ikki tíð til at siga børnunum frá. Tá minnist eg, at eg vónaði, at eg slapp heim aftur áðrenn jólakvøld, tí eg nevniliga ikki átti at arbeiða um jólini hetta árið. Tað slapp eg tíbetur eisini.

Velur tilvitað til og frá
Av tí at Rini at kalla altíð arbeiðir nógv annaðhvørt jóladagarnar ella dagarnar kring jólini, so fer hon heldur ikki til øll tiltøkini, sum hon verður bjóðað til hesa tíðina. Hon verður natúrliga meir úrveljandi og ger heldur tað, sum er hugnaligt fyri familjuna. Og tað er millum annað at baka smákøkur saman heima. Arbeiðstíðirnar gera eisini, at allir jóladagarnir verða serliga týdningamiklir, og at tað ikki altíð er 24. desember, sum verður hæddarpunktið.

– Hesar jóladagarnar, eg skal til arbeiðis, er tað tó serliga hugleyst, løtuna áðrenn eg eri komin til arbeiðis, tí tá er jólahýrur heima, og hini hugna sær, meðan eg veit, at eg má fara seinni. Men eg royni altíð at fyrireika jólini væl. Eg keypi gávur í góðari tíð, geri matin kláran og geri tað hugnaligt heima. Tá eg so veit, at familjan hevur tað gott, og eg eri farin til arbeiðs, so hugsi eg ikki so nógv um tað meir, tí tá eri eg til arbeiðis og hugsavni meg um tað. Her á deildini eru eisini fleiri, sum eru í eini keðiligari støðu og ikki kunnu fara heim, tí barnið er ov tíðliga føtt ella heilsan bilar, greiðir hon frá.

Tá jólini nærkast, verður føðideildin á Landssjúkrahúsinum eisini pýntað við jólaperum, -prýði og -træi, og hugnað verður um við smákøkum og øðrum jólaligum til tey, sum verða noydd at vera á deildini um jólini og tey, sum hava familju, ið kemur framvið at vitja tey, sum eru innløgd.

– Eg kundi sjálsagt hugsað mær, at eg var ordiliga til staðar um høgtíðina, var væl uppløgd og ikki hevði arbeiði at hugsa um eisini. Onkuntíð býti eg tað bara í meg og vísi yvirskot, hóast tað ikki altíð er har. Tí arbeiðið fyllir eisini nógv, og tað kann vera torført at vera glað, tá eg veit, at onkur annar stríðist. Tað er bara ikki pláss til tað á jólum, og tí brúka vit eisini hvørja aðra nógv á deildini og tosa um tingini saman, meðan vit eru til arbeiðis. Kontrastirnir kunnu ofta vera stórir í arbeiðnum, men hóast truplar støður eru, so eru nógv tær flestu gleðiligar.

– Men eg havi sjálvsagt altíð vitað, at nógvar skiftandi vaktir fylgja við einum starvi sum hesum. Í fleiri ár arbeiddi eg tríggjar vaktir annaðhvørt vikuskifti, og tí eru vit sum familja eisini von við at skula missa nógv sosialt, sum onnur altíð kunnu vera við til. Og jú, ofta haldi eg, at tað er keðiligt at skula missa føðingardagar og onnur sosial tiltøk, men soleiðis eru treytirnar, og tað góðtaki eg eisini.

Fakta
Navn: Rini Sivertsen
Aldur: 36
Familja: Er gift og eigur tríggjar synir
Yrki: Starvast sum neonatalur sjúkrarøktarfrøðingur á føðideildini

Greinin varð upprunaliga prentað í jólaKvinnu í 2021