Kristfríð Tyril um festivalvisjónir og tær løturnar, tá alt bara riggar
Lívsstílur
Kristfríð Tyril um festivalvisjónir og tær løturnar, tá alt bara riggar
Síðani tann fyrsti G! festivalurin varð hildin á Gøtusandi í 2002, hevur Kristfríð Tyril staðið mitt í øllum
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Alessio Mesiano 16.07.2025

Síðani tann fyrsti G! festivalurin varð hildin á Gøtusandi í 2002, hevur Kristfríð Tyril staðið mitt í øllum – hon er nevniliga ein av teimum, ið á sinni skapaðu tað, tey sjálvi saknaðu: ein føroyskan festival við djørvum tónleiki og stórari visjón. Í dag, 23 ár seinni, upplivir hon enn ikki G! sum festivalgestur. Tí merkja løturnar - tá ið alt riggar, sandurin er fullur av fólki og tónleikurin sveimar yvir Syðrugøtu - nakað heilt serligt fyri hana. Kvinna hevur fingið orðið á samskiparan á G! festivalinum, Kristfríð Tyril, nú bert tímar eru til, at festivalurin aftur fer av bakkastokki.  

 

Hvussu síggja dagarnir hjá tær út, nú G! festivalurin av álvara nærkast?
Nú eru langir dagar. Nógv at taka støðu til. Onkuntíð kann eg gloyma, hvønn eg havi ringt til og má spyrja, hvør er í hinum endanum, fyri síðani at hugsa meg um hví eg ringdi til viðkomandi.

 

Hvussu ofta kekkar tú veðurforsøgnina? 
Eg kekki hana ikki sjálv hesa tíðina, men her eru nógv peppað fólk rundan um meg, sum siga, at veðrið verður gott.

 

Hvørjar eru visjónirnar fyri G! festivalin í ár?
At vit fáa ein fantastiskan festival, har fólk føla seg at vera partur av einum felags uppliving, at tey gleðast um lívið og njóta tónleikin og listina.

 

G! hevur gjøgnum árini verið kendur fyri at bróta mørk, bæði tónleikaliga og mentanarliga. Hvussu arbeiða tit við at halda fast í tí?
Vit hava dugnalig fólk, sum gera eitt stórt arbeiði. Tað gera tey millum annað við at ferðast langa leið at lurta eftir tónleiki á høgum listarligum stæði, sum vit kunnu bjóða okkara gestum. Vit gera okkum stóran ómak fyri at geva gestunum eina góða uppliving.

 

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað og kjakast um javnstøðu innan føroyskan tónleik. Í hvønn mun er javnstøða umráðandi í G! høpi?
Javnstøða er umráðandi á tann hátt, at vit gera ikki mun á kynunum. Tað kann gera tað sama, um tú ert kvinna ella maður, dugir tú at spæla tónleik, og tú gert tær ómak, tá er møguleiki fyri at tú kemur at spæla á G!

 

Hvørji ráð gevur tú ungum fólki, sum vilja arbeiða við mentan, tónleiki ella stórum tiltøkum sum G!?
Bjóða teg fram, arbeið hart, far væl við fólkunum rundan um teg og ger tær ómak við øllum.

 

Hvørja konsert gleðir tú teg sjálv mest til í ár?
Eg fái ikki so nógvar konsertir við. Eg gleði meg mest til løturnar, tá ið sandurin er fullur av fróðum fólki, og alt koyrir, sum tað skal.

 

Hvussu vóna tit, at gestirnir fara at minnast G! 2025?
Sum eitt tiltak, tey mugu fara aftur til, og sum tey minnast fyri lívið sum nakað gott. At tey hoyrdu okkurt gott, sóu okkurt gott og smakkaðu okkurt gott. At tey onkra løtu hugsaðu, at lívið er gott, at tey onkra løtu vóru rørd og onkra løtu bergtikin.