Kvinna + Býlið - eitt blað 164 síður!
Lívsstílur
Kvinna + Býlið - eitt blað 164 síður!
SummarKvinna er komin og hon er heili 164 síður, tú fært bæði Kvinnu og Býlið í sama blaði.
Eftir: Kvinna 08.07.2022

SummarKvinna er í handlunum. Og hesaferð fært tú bæði Kvinnu og  Býlið í sama blaði. 164 síður fyri sama prís.

Vit tosa við evnaríku listakvinnuna Mariu Tórgarð um trupla sálarsjúku, ósunt parlag, angist, abort og lívsins lærdóm.

Vit hava stórt tema um sosialar miðlar - fólk í øllum aldri eru á sosialu miðlunum. Tað vísir seg tó, at tey tilkomnu eru mest á Facebook, meðan tey ungu brúka aðrar miðlar so sum Instagram, Snapchat og TikTok – ung sum gomul brúka ofta fleiri tímar á hesum ymisku miðlunum hvønn tann einasta dag. Tað er tí eisini í stóran mun hesir somu miðlarnir, ið ávirka avgerðir, vanar, mál og samleika.

Í hesi Kvinnu kava vit í hetta stóra evni og royna frá fleiri sjónarhornum at skilja, hvør hesin digitali heimurin er, hvussu hann samanskrúvaður, og hvat tað er, ið ger, at tað er so umráðandi og bindandi at fylgja við og vera á.

Vit borðreiða við ísi og summarsligari matarskrá á grillini.

Vit hitta eisini Aksel V. Johannesen í greinarøðini 'menn, okkum dámar'. Og hava eina spennandi samrøðu við Hjørdis Háberg Petersen.

Í Býlinum vitja vit spenanndi heimið hjá Brimheim í Malmø, nýggja heimið hjá Gunn Hernes og eitt inspirerandi nýbyggjarí undir Grahjalla í Klaksvík