Kvinnurenning 2021
Lívsstílur
Kvinnurenning 2021
Kvinna gleðist um at bjóða tær við til Kvinnurenningina 2021. Enn einaferð savnast vinkonur, systrar, mammur, døtur, ommur, bindiklubbar og starvsfelagar úr øllum landinum til Føroya størstu og hugnaligastu renning.
Eftir: Kvinnu / Mynd: Kvinna 09.02.2021

Kvinnurenningin 2021 verður leygardagin 29. mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn.

Melda til nú og fá stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar stórar vinningar. Skunda tær, tí tað er avmarkað nøgd av renniblusum og gávuposum!

 Melda til Kvinnurenning 2021

Tíverri ber ikki til at gjalda við Mastercard í løtuni, men arbeitt verður við at loysa hetta.

Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast í vikuni áðrenn Kvinnurenningina. Nærri kunning um staðseting verður send tær á teldupostin. Seinasta freist at heinta renniblusu og gávuposa fríggjadagin 28 mai 2021. Ikki avheintaðir posar verða burturbeindir 1. juli 2021.
Fyrivarni verður tikið fyri broyting orsakað av koronu.

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2021 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.