KVINNURENNINGIN 2021  - HVØR SÆR
Lívsstílur
KVINNURENNINGIN 2021 - HVØR SÆR
Tíverri eru vit endaðar í teirri støðu, at tilmælini frá heilsumyndugleikunum og koronuráðgevingini í sambandi við Kvinnurenningina 2021 tíverri ikki loyva okkum at halda renningina, sum upprunaliga ætlað
Eftir: Kvinnu 27.05.2021

Vit fegnast um stóru undirtøkuna til Kvinnurenningina í ár, og vit takka fyri stóra áhugan.


Tíverri eru vit endaðar í teirri støðu, at tilmælini frá heilsumyndugleikunum og koronuráðgevingini í sambandi við Kvinnurenningina 2021 tíverri ikki loyva okkum at halda renningina, sum upprunaliga ætlað á Tórsbreyt leygardagin 29. mai kl. 15. Hetta harmast vit sjálvandi um, tí vit høvdu glett okkum at síggja tykkum allar og savnast til eina hugnaløtu á Vaglinum aftaná renningina. Men tíverri er ikki ráðiligt at savnað 1.200 kvinnur úr øllum landinum til eitt so stórt felags tiltak við tí smittuvanda, sum er í løtuni.

Tí noyðast vit at renna hvør sær aftur í ár. Tað gera vit nú leygardagin 29. mai.

  • Vit renna saman hvør sær leygardagin 29. mai kl. 10.00.
  • Bragdið og Kvinna skipa fyri upphiting beinleiðis á Facebook-vanganum hjá Kvinnu kl. 10.00, og síðani siga vit góðan túr.
  • Tú rennur ella gongur júst har, sum tú ert; einsamøll ella saman við øðrum. Tú gert sjálv av, um tú rennur ella gongur, og hvussu langur túrurin er.
  • Lutakastið um allar teir góðu vinningarnar verður kunngjørt á Facebook-vanganum hjá Kvinnu kl. 12.00 tann 29. mai. Allar, sum hava meldað seg til Kvinnurenningina 2021, eru við. Vinnararnir fáa beinleiðis boð.
  • Deil eina mynd frá renni- ella gongutúrinum á Instagram ella Facebook við #kvinnurenninghvørsær2021 ella frámerk okkum - @Kvinna (Facebook) og @kvinnafo (Instagram). Gev gætur, at myndin má vera almenn. Allar myndirnar eru við í lutakastinum um fimm árshald av Kvinnu.

Gávuposarnir kunnu heintast á Smyrilsvegi 13 í dag, hósdag til kl. 19 og í morgin fríggjadag millum kl. 12 og 19. Vinaliga minnist til at halda frástøðu.

Vit gleða okkum at síggja nógvar góðar myndir frá rennitúrum kring landið, og vit vóna, at tit fáa eina hugnaliga løtu saman við eini góðari rennivinkonu í nærumhvørvinum.

Góða Kvinnurenning :)