Nú nærkast av álvara til vit aftur hittast til ársins hugnaligastu renning. Og sum vit eru spentar.
Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina eru Thomas Dam Intersport og Aqua D’Or
Melda til her
Praktisk kunning
Her kann gávuposin heintast
Renninummar og gávuposi kunnu heintast í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5 í Havn.
Mikudagin 13. mai kl. 10.00 til 18.00.
Fríggjadagin 15. mai kl. 10.00 til 18.00.
Leygardagin 16. mai kl. 10.00 til 13.00
Nær renna vit: Leygardagin 16. mai. Upphitingin byrjar stundisliga kl. 14.45 við Studentaskúlan í Hoydølum.
Hvar: Vit renna frá Hoydølum og ein hugnaligan túr oman í miðbýin. Rutan kemur út mikudag.
Hvat so? Eftir renningina verður okkurt leskiligt til góman - millum annað bjóðar Tann Grøna Matveitingin falaflur við salati frá Spírar & Sporar. Vatn og frukt verður eisini. Og sjálvandi góða lutakastið - vinningarnir sært tú her. Tað er títt renninnummar, sum er við í lutakastinum. Eisini verður myndatøka á skrá.
Alt hetta er á økinum uttan fyri býráðshúsið.