Nú nærkast av álvara til vit aftur hittast til ársins hugnaligastu renning. Og sum vit eru spentar.
Melda til her
Praktisk kunning:
Um posan:
Renninummar og gávuposi kunnu heintast í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.
Mikudagin 13. mai kl. 10.00 til 17.00.
Fríggjadagin 15. mai kl. 10.00 til 17.00.
Leygardagin 16. mai kl. 10.00 til 13.00
Nær vit renna: Kvinnurenningin er leygardagin 16. mai kl. 14:45.
Hvar: Vit hittast oman Hoydalar við gamla studentaskúlan og enda renningina við býráðshúsið (sí kortið).
Hvat so? Eftir renningina verður okkurt leskiligt til góman, og høvið verður at taka myndir saman við myndaveggin hjá Kvinnu. Tá allar eru komnar ár mál byrjar stóra lutakastið um flottu vinningarnar tú hevur møguleika at vinna. Les meira um teir her.