Lær at tekna kul djór – kreativt summarskeið fyri børn!
Lívsstílur
Lær at tekna kul djór – kreativt summarskeið fyri børn!
Hevur títt barn hug at læra at tekna djór á ein kreativan og stuttligan hátt?
Eftir: Kvinnu 30.06.2025

Gev barninum eina øðrvísi og skapandi uppliving í summar!

Í juli bjóðar Kvinna stuttlig og lærurík tekni-skeið fyri børn í aldrinum 8-12 ár, har vit arbeiða við kol á pappír og leggja dent á at vera kreativ og hava tað stuttligt við at tekna djór. Skeiðið er tveir dagar, 2,5 tímar hvørja ferð. Yngri bólkurin møtir fyrrapart, og eldri bólkurin møtir seinnapart. 

Børnini sleppa at royna seg við ymiskum løttum og øðrvísi mátum at tekna – og sjálvandi fáa tey góða hjálp og vegleiðing alt skeiðið.

 

Fyri børn, sum eru 8-9 ár, sær skráin soleiðis út.

  • Dato: 8. og 9. juli

  • Tíð: 9.30 – 12.00 (báðar dagarnar)

  • Stað: Sigmundargøta 9, Tórshavn

  • Aldur: 8-9 ár

  • Pláss: Avmarkað pláss – meldið til í góðari tíð!

Melda til her

 

Fyri børn, sum eru 10-12 ár, sær skráin soleiðis út.

  • Dato: 8. og 9. juli

  • Tíð: 12:30 – 15:00 (báðar dagarnar)

  • Stað: Sigmundargøta 9, Tórshavn

  • Aldur: 10-12 ár

  • Pláss: Avmarkað pláss – meldið til í góðari tíð!

Melda til her

 

Hvat fær barnið:

  • Læru í tekning við kol
  • Kreativa arbeiðsløtu við góðari vegleiðing
  • Alt tilfarið til skeiðið
  • Okkurt frískligt at drekka

Lærarin:
Tað er Armgarð Absalonsen, grafiskur sniðgevi á Kvinnu, sum undirvísir børnunum. Armgarð hevur BA í sniðgeving og illustratión og hevur drúgvar royndir við at arbeiða kreativt - eisini saman við børnum. Hon er kend fyri at vera tolin, fitt og dugnalig, og hon dugir væl at fáa børn at trívast og menna sínar tekni-førleikar.