Lekidómur er eisini at finna í náttúruni
Lívsstílur
Lekidómur er eisini at finna í náttúruni
Náttúran setir ongi krøv, og tað ger, at uppmerksemið hjá okkum fær hvílt. Náttúran er eitt friðskjól fyri okkum menniskju og kann veruliga miðsavna okkum. Her eru fimm góð ráð til at finna lekidóm í náttúruni
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Veitari 24.04.2023

Tað er ikki er nakað nýtt í at brúka náttúruna terapeutiskt. Kanningar vísa, at bara við at vera úti í náttúruni í 20 minuttir, kunnu vit máta, hvussu hjartarútman og blóðtrýstið lækka, og eisini hvussu strongdhormonið kortisol í blóðinum lækkar. Náttúran setir ongi krøv, og tað ger, at uppmerksemið hjá okkum fær hvílt. Náttúran er eitt friðskjól fyri okkum menniskju og kann veruliga miðsavna okkum.

Set ferðina niður

Gongutúrurin í náttúrini er eitt gott høvi til at seta ferðina niður... spáka, steðga á og hugsavna teg um andadráttin. Nýt sansirnar til at virðismeta alt tað vakra kring teg.

Rennandi vatn er linnandi

Í reinum, rennandi vatni, so sum í áum og fossum, er ein yvirflóð av negativum jonum, sum sigst vera linnandi fyri sinni hjá menniskjum – tað ger okkum í betri lag.

Lurta ordiliga eftir

Gongur tú túr við onkrum øðrum, gev so tekin um, at tú lurtar ordiligt eftir ístaðin fyri at bara tosa skjótt aftur og fram. Ven evnini at lurta ordiliga eftir við at greiða samansett punkt í samrøðuni neyvari ella við at taka orð ella setningar upp aftur. Tað kann tykjast ónatúrligt, men jú meira vit gera tað, betri hoyra vit, hvat onnur veruliga siga, heldur enn at svara aftur upp á tað, viðkomandi sigur. Tað er gott at duga og er gagnligt bæði fyri teg og tann, tú prátar við.

Sløkk telefonina

Um tað er at fara ov langt, so legg hana í lumman, so tú fært verið nærverandi og hugsavna teg um løtuna heldur enn at taka myndir til sosialar miðlar ella samskifta við onnur.

Fá tær tað til vana

Velur tú tilvitað náttúru og grøn øki til við jøvnum millumbili, fert tú at uppliva ágóðarnar. Og jú meira tíð tú brúkar í náttúruni, jú meira fert tú at hava hug til at tað.

Kelda: Psychologies