
Yes! Tú slapp inn at lesa har, tú vildi. Ein nýggjur kapittul í lívinum stendur fyri framman, og kanska flytur tú heimanífrá. Tað er tó dýrt, og møguleikin fyri einum SU-láni spøkir í tínum tonkum. Tað lættir um gerandisdagin, men er tað eitt gott hugskot? Kaja veit svarið.
Lestrarlívið er ikki bara tjúkkar bøkur, innlatingar og royndir. Tað er eisini ein tíð, har tú lærir nógv um teg sjálva og lívið – og um pengar.
Fleiri hava arbeitt eitt tíðarskeið fyri at spara saman, meðan onnur fara beint úr miðnámi og á ein annan skúlabonk. Hvussu er og ikki, so finnur tú skjótt útav, at tað er dýrt at liva. Ting, tú fyrr tókst fyri givið – mat, internet og vesipappír – skulu nú gjaldast við tínari egnu løn ella studningi. Og uppspardu pengarnir minka skjótt.
Tú ert tó ikki einsamøll. Tað er púra vanligt at hava lítið at ”rutta” við. Øll lesandi eru í somu støðu. Tað hevur tó eisini sínar fyrimunir. Tú lærir at liva fyri lítið og lætt og at raðfesta beinhart. Og lærdómurin at fáa pengar at røkka langt kemur væl við – eisini seinni í lívinum.
Tíverri er tað tó eisini her, at nógv detta í eina freistandi fellu. At fáa sær eitt SU-lán, sum verður brúkt til at krydda lívið við. So hevur tú kanska ráð at fara á hasa feitu konsertina ella ein vikuskiftistúr til Berlin.
Tað er eisini umráðandi at liva lívið, ikki tað. Men tá tú ert liðug at lesa og kanska ætlar at keypa tær eitt tak yvir høvdið, so kunnu 150.000 krónur í SU-láni gerast eitt ordans haft um beinið. Hugsa teg tí væl um, áðrenn tú velur at læna. Lán eru ikki ókeypis pengar. Tað er ein rokning, sum tú sjálv skalt gjalda aftur seinni. Og tað er so sera keðiligt at baksast við eitt stórt SU-lán stóran part av lívinum.
Um tú hevur gjørt alt, tú kanst, men allíkavæl hevur ov lítið at liva fyri, so eru eisini aðrir møguleikar enn eitt SU-lán. Tað ber eitt nú til at fáa ein lestrarkreditt upp til 30.000 krónur. Hetta bjóða fleiri føroyskir bankar lesandi, og tað er ein munandi minni skuld enn eitt stórt SU-lán.
Góð ráð frá Kaju til eitt skynsamt lestrarlív
1. Legg eina fíggjarætlan: Skriva niður, hvat tú fært inn, og hvat tú brúkar. Hetta gevur tær eitt yvirlit og tarmarhald á pengunum.
2. Spar, har tú kanst: Et flestu máltíðirnar heima ella ger kanska matin saman við øðrum lesandi. Eisini ber til keypa innbúgv og klæðir í endurnýtsluhandlum. Pensumbøkurnar finnur tú ofta eisini brúktar.
3. Lat vera við at læna pengar bara til stuttleika: Um pengarnir skulu brúkast til at hava ráð til at fara á matstovu, konsertir ella ferðir, so hugsa teg í øllum førum væl um, áðrenn tú tekur lánið.
4. Arbeið eitt sindur við síðuna av: Um tað ber til, so er snilt at arbeiða í ferium ella nakrar tímar afturat lesnaðinum. Tað gevur tær bæði pengar og starvsroyndir.
5. Hav samband við tín bankaráðgeva: Tað kann hjálpa tær at velja røttu loysnirnar og tryggja, at tú ikki stendur einsamøll við tínum fíggjarviðurskiftum. Um tú fert uttanlands at lesa, kanst tú velja at varðveita sambandið við tín føroyska banka. Tá fært tú studningin á eina føroyska konto, og tú hevur ein bankaráðgeva, tú kennir.