Marnar Fríðheim Kristiansen – Eg vil liva í nú’inum
Lívsstílur
Marnar Fríðheim Kristiansen – Eg vil liva í nú’inum
Tað tekur langa tíð at koma yvir sorgina at missa eitt barn. Marnar og konan mistu sína fyrstu dóttur jólaaftan í 2013. – Tá brotnaði nakað innan í mær.  Men sorgin hevur lært hann at síggja øðrvísi upp á lívið. Millum annað strembar hann eftir at vera meir til staðar í løtuni, og hann elskar at flenna saman við børnunum. Og tá granskingin ikki tekur tað mesta av hansara tíð, droymir hann um at læra seg at telva og spæla á violin.  
Eftir: 29.01.2025

Hvat er tað týdningarmiklasta, sum mamma tín hevur lært teg? 

– Tað kundi verið so nógv. Men tað, sum eg havi hug at nevna, er, at hon hevur lagt í meg at fara við øllum við virðing. Eg eri uppvaksin á Skála sum miðlingur í einum systkinaflokki á fimm. Mamma arbeiddi niðursetta tíð fyri at vera saman við okkum børnum. Hon var og er ein kerlig mamma, og hon raðfesti altíð okkum børn.  

 

Hvat fær teg at flenna? 

– Eg flenni nógv, og tað skal ikki nógv til at fáa meg at flenna. Mær dámar væl at arga á ein vinarligan hátt. T.d. at spæla við børnini. Genturnar fáa meg at flenna, tær eru stuttligar. Tann elsta lesur Anders And bløð sjálv, og hon elskar at fortelja nýggjastu vittigheitina. Annars er undirskilt humor í sjónvarpsrøðum, sum t.d. Arrested Development, sera stuttligt. 

 

Hvat mótarák fert tú ongantíð at hoppa á aftur? 

– Tá eg var tannáringur, var eg glaður fyri mítt síða krúlluta hár, sum eg fyri tað mesta hevði leyst. Hvønn november mánað fái eg mær yvirskegg fyri at varpa ljós á mannfólkasjúkur. Tað hevði konan ivaleyst verið glað fyri, at eg læt vera við. Men tað hevur ein týdningarmiklan boðskap, sum eg fegin vil stuðla. 

– Men síða hárið kemur ikki aftur. Eg minnist ikki, um tað síða hárið var á móta, men eg minnist, at beiggi mín hevði langt hár, og eg havi altíð sæð nógv upp til hansara, so tað skuldi eg eisini hava. 

 

Hvat er løgnasta rósið, tú hevur fingið? 

– At eg skuldi verið ein genta, tí eg havi so pent hár. Tað segði omma fleiri ferðir við meg, tá eg hevði langt hár.   

 

Hvat talent hevði tú ynskt at havt? 

– Eg virðismeti, hvussu væl kona mín dugir at vísa kærleika til síni nærmastu, tað kundi eg uttan iva duga betur. 

– Eg hevði eisini viljað dugað at spælt á violin. Tað er eitt vakurt ljóðføri, og tað hevði verið stuttligt at dugað at spælt í orkestri. Eg spæli ymiskt annað á amatørstøði. Fyrr spældi eg til møtir og sunnudagsskúla. Nú er tað mest har heima til jóltíðir og fyri tað mesta á klaver. 

– Og so kundi eg hugsað mær at dugað at telva. Talv er eitt hugtakandi spæl. Tað snýr seg ikki um hepni, sum so nógv annað, men strategi. Tað er nakað, sum tiltalar meg. 

 

Hvør er tann longsta løtan í tínum lívi? 

– Tann longsta og stytsta løtan var, tá vit mistu okkara fyrstu dóttur. Tað var í 2013. Hon var fødd í viku 24 og varð fødd og doyði sjálvan jólaaftan. Hon livdi bert í fýra og ein hálvan tíma. Hon æt Sóley. 

– Tá brotnaði okkurt innan í mær. Tað tekur langa tíð, áðrenn tú virkar sum normalt aftur eftir at hava mist eitt barn, men tað kemur spakuliga. Eg havi lovað mær sjálvum, at um eg hitti hana aftur, so kann eg siga við hana, at eg royndi at liva mítt lív upp á tann besta mátan, eg kundi. Sorgin hevur lært meg nakað um lívið. Eg vil ikki fara ígjøgnum lívið við at seta nakrar avmarkingar á okkara dreymar sum familja, men heldur royna at liva okkara lív upp á tann besta mátan, vit kunnu. Fyri okkara skyld, men eisini fyri Sóley. 

Hvønn eginleika brýggjar tú teg ikki um hjá øðrum? 

– Eg royni sjálvur at minnast til at vera takksamur. Og tá eg síggi, at onnur ikki gera tað, kann tað virka ósjarmerandi upp á meg.  

 

Hvørjum ert tú mest errin av? 

– Okkara børnum. Tað er ótrúligt at síggja, at so fantastisk børn kunnu koma burtur úr okkum báðum. Tað er líkasum størri enn nakað annað.   

 

Nær visti tú, at tú vart dugnaligur til tað, tú gert? 

– Eg havi altíð trúð uppá, at eg kann tað, sum eg seti mær fyri. Eg veit ikki, um eg vildi kallað meg beinleiðis dugnaligan, men at brenna fyri onkrum og arbeiða fyri onkrum kann vera nóg mikið til, at tú verður sæddur sum dugnaligur. Eg havi lært, at tað ber til at gera mun, har tú ert. Um tú gongur upp í tað, tú gert, og gert tær ómak.  

 

Hvat er tað týdningarmesta, tú hevur lært um teg sjálvan? 

– At eg ikki kann alt sjálvur. At familju- og arbeiðslív skal hanga saman.   

 

Um tú kundi gjørt okkurt umaftur, hvat hevði tað verið? 

– Eg veit ikki, um eg vildi gjørt nakað umaftur. Eg eri glaður fyri mítt lív, sum tað er. Eg vil liva í nú’inum. Tað vil eg gjarna duga betur. Eg hugsi, at vit læknar ofta fokusera nógv upp á tað næsta stigið, tí tað tekur so langa tíð at koma ígjøgnum útbúgvingina, sum kann taka upp til eini 16 ár frá byrjan til enda. Tá kann tað verða ein avbjóðing at vera til staðar í løtuni, men eg royni at gera mítt besta. 

 

 




Viðkomandi greinar