Í gjár, 25. August 2026, bórust tíðindini um, at Dolly Parton var farin um sýn 80 ára gomul. Við henni er ein av teimum heilt stóru røddunum í amerikanskari tónleika- og mentanarsøgu tagnað. Men tað er ikki bara tónleikurin, vit minnast nú. Eisini minnast vit fantastiska menniskjað, tey flestu tykjast samd um, at Dolly var.
Glitur, stórt hár og góður humor - og tann sjálvironiski stílurin. Men aftan fyri alt tað var ein óvanliga dugnaligur sangskrivari, ein vinnulívskvinna og eitt menniskja, sum brúkti stórar upphæddir og nógv ár av lívi sínum til vælgerandi endamál. Og so var tað nakað annað við Dolly Parton: Fólk elskaðu hana tvørtur um tey mørkini, sum annars ofta býta okkum sundur í ymiskar bólkar.
Hví dáma øll Dolly?
Fyri nøkrum árum síðan viðmældi eg poddvarpsrøðina Dolly Parton’s America í Kvinnu. Og júst nú er poddurin verdur at finna fram aftur. Hesin poddurin, sum byrjar við einum einføldum, men sera áhugaverdum spurningi.
Amerikanska samfelagið er býtt í tveir pólar. Politiskt, átrúnaðarligt og mentanarligt eru gjáirnar stórar. Men tá ið tað kemur til Dolly Parton, tykist øll at vera samd. Konservativ og liberal. Kountryfjepparar og fólk, sum ongantíð høvdu droymt um at seta eina kountryplátu á.
Men hví?
Tann spurningin tekur amerikanski útvarps- og poddverturin, Jad Abumrad, við sær á eina níggju parta langa ferð inn í lívið, tónleikin og mentanarliga týdningin, ið Dolly Parton hevur havt í lívsleið síni. Røðin varð gjørd saman við framleiðaranum og journalistinum, Shima Oliaee, og kom út í 2019.

Meira enn ein poddur um eina poppstjørnu
Dolly Parton’s America er ikki ein vanlig ævisøga í einari poddvarpsrøð. Vit hoyra sjálvandi um uppvøksturin í Tennessee, sangirnar, lívið í Nashville og leiðina til at gerast heimsstjørna. Men poddurin fer djúpari enn tað. Í poddinum veður Dolly brúkt sum eitt slag av spegli, har spurningar verða settir um Amerika, klassamun, kyn, feminismu, religión, heimstað, suðurstatirnir, politikk og samleika. Persónliga søgan hjá vertinum Jad Abumrad, sum vaks upp í Tennessee við røtum úr Lebanon, verður eisini flættað inn í søguna.
Og tað riggar.
Tí Dolly Parton rúmaði mótsagnum. Hon skrivaði sangir um kvinnur og kvinnulív. Eisini um evni sum harðskap, kærleika og tær avmarkingar, ið kvinnur kunnu møta. Kortini hevur hon sjálv ikki viljað kallað seg feminist. Hon hevði røtur í einum kristnum og konservativum umhvørvi í sunnara partinum av USA, men gjørdist samstundis eitt stórt ikon hjá LGBTQ+-umhvørvinum. Og hóast hon altíð gjørdi nógv burtur úr sær við glitri, stórum hári og einum eyðkendum stíli, hevði hon eisini eitt jarðbundið og óhátíðarligt lyndi, sum nógv fólk tóku til sín.Hon tóktist ongantíð hava tørv á at krevja, at tú skuldi vera samd við henni, áðrenn tú slapp at dáma hana. Tað er kanska ein partur av svarinum.
Ein poddur, sum kennist enn meira viðkomandi nú
Tá eg hoyrdi Dolly Parton’s America fyrstu ferð, helt eg, at tað var ein fantastiskur poddur um eina navnframa amerikanska songkvinnu í einum nógv størri samfelagsligum høpi. Tað haldi eg framvegis. Nú, tá Dolly Parton er farin, er vert at venda aftur til spurningin, sum poddurin setir: Hvat var tað við henni, sum gjørdi, at so nógv ymisk fólk tóku hana til sín?
Poddurin gevur ikki eitt einfalt svar. Og tíbetur tað.
Heldur fært tú níggju partar við tónleiki, samrøðum, søgu, mótsagnum og óvæntaðum síðusporum, sum tilsamans tekna eina mynd av einari kvinnu, ið var nógv meira áhugaverd enn glitrið og stóra, hvíta hárið kanska fingu okkum at halda.
Í hesum døgum verður nógv skrivað um, hvat Dolly Parton læt eftir seg. Sangirnar fara sjálvandi at liva víðari. Men Dolly Parton’s America minnir okkum eisini á nakað annað: at kanska ein av hennara mest sjáldsomu gávum var evnið at fáa sera ymisk fólk at kenna seg heima í sama rúmi. Tað er ikki ein lítil arvur.
Hoyr Dolly Parton’s America á Apple Podcasts ella har, tú vanliga lurtar.