Meira sex? Sexologurin hevur 4 góð ráð
Lívsstílur
Meira sex? Sexologurin hevur 4 góð ráð
Vit hava fingið Elina í Stórustovu, sexolog at geva okkum fýra góð ráð til pør, ið ynskja at raðfesta meir sex.
Eftir: 23.01.2026

1.

Tosið saman um, hvat er broytt í kynslívinum hjá tykkum, og hví tað er broytt. Eru onnur viðurskifti í parlagnum, sum gera at annar tykkara hevur mist hugin. Um so er, má tann trupulleikin loysast fyrst, tí annars versnar støðan. Fái eisini greiði á, hvussu ofta tit ynskja at hava sex. Eru tit langt frá hvørjum øðrum, vil eg mala til, at tit fara til ein parráðgeva, tí har er nógv hjálp at heinta. 

2.

Spyrjið tykkum sjálvi hvør sær, hvat tit fáa gjørt fyri at stykja um sexlívið. Tað kann til dømis vera at minka um skíggjanýtsluna um kvøldarnar og venda uppmerksemið til makan, seta tíð av til sjálvsumsorgan við millum annað venjing, hvíld ella øðrum. Hugsa aftur á tíðina, áðrenn børnini komu. Hvat gjørdu tit tá? Set tíð av til tað, tí tá tíð verður sett av til intimitet, fylgir nærleiki og hugur ofta við.  

3.

Set orð á, hvussu tað kennist. Tað kann vera torført hjá kvinnum at røkka klimaks uttan hjálp. Sex og njótilsi er enn ógvuliga tabu-kent í føroyska samfelagnum, og sum heild tosa vit alt ov lítið við gentur um sex og njótilsi. Tí eru fleiri, sum ikki kenna sín egna kropp og ikki fáa tað burturúr sexlívinum, sum tær kundu hugsað sær.  

4.

Minnist til, at um hugurin einaferð hevur verið har, so kunnu tit finna hann aftur. Tað er eisini púra normalt, at sex- hugurin og aktiviteturin er óstøðugur – summi tíðarskeið eru meir aktiv enn onnur. Megna tit ikki at finna hugin aftur, ber til at leita sær hjálp hjá sexologi ella parráðgeva.  




Viðkomandi greinar