Mentanarbrúkari: Helena Kannuberg
Lívsstílur
Mentanarbrúkari: Helena Kannuberg
Vit hava hitt nýggju forkvinnuna í Málráðnum, Helenu Kannuberg, og spurt hana um leyst og fast, ið hevur við mentan at gera.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Privat mynd 24.08.2021

Eg lurti eftir… útvarpinum, tá ið eg eri einsamøll inni. Serliga eru tað mentanarsendingarnar, sum hava mín áhuga. Tá ið vit koyra bil rungar The Beatles vanliga úr hátalarunum eftir ynski frá fimm ára gamla soninum. Mær dámar eisini sera væl at lurta eftir ljóðbókum og havi seinastu nógvu árini havt hald hjá Mofibo.

Konsert, ið eg droymi um at uppliva… er ein konsert við Katie Melua. Hon er ein sangari-sangskrivari, ið eg havi lurtað nógv eftir, síðan eg var tannáringur. Hon hevur fleiri hitt, t.d. Nine Million Bicycles, The Closest Thing to Crazy og If You Were a Sailboat.

Á náttborðinum liggur… Talgilda framtíðin (2020) eftir Gitte Klein. Tað er ein áhugaverd og lærurík bók um algongdu skíggjanýtsluna í dagsins samfelagi við serligum denti á skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum. Hon er sera viðkomandi hjá mær at lesa, tí eg eri smábarnamamma og vil, at børnini longu í barndóminum fáa sunnar skíggjavanar.

Eg eri eisini við í einum lesiringi við kvinnum, sum eg havi lisið saman við á Setrinum. Í lesiringinum lesa vit serliga føroyskar og norðurlendskar bókmentir, sum vit síðan hittast at kjakast um. Hesar løturnar eru sera hugnaligar, og eg fái altíð nógv burturúr prátinum okkara millum. Vit hava valt at skiftast um at velja, hvørja bók ella bøkur vit skulu lesa. Hetta ger, at bøkurnar eru sera fjølbroyttar, og tað er spennandi í sjálvum sær. Næstu ferð er ein yrkingakokkteylur á skránni, tí vit fara at práta um søvnini Rakkaljóð (2020) eftir Jóanes Nielsen, Fyribilsni (2021) eftir Tórodd Poulsen og Sólgarðurin (2021) eftir Beinir Bergsson.

Rithøvundar, mær dámar… eru t.d. føroysku Marjun Syberbø Kjelnæs og Sólrún Michelsen. Tær báðar eru hvør á sín hátt við til at ríka føroyskar bókmentir. Við nýggjastu ungdómsskaldsøgu síni Sum rótskot (2020) hevur Marjun Syberbø Kjelnæs givið unga ættarliðinum eina klára og sterka rødd í stríðnum móti veðurlagsbroytingum, men bókin viðger eisini onnur áhugaverd og tíðarbær evni s.s. vinalag, trúgv, skúlagongd og samband millum ungdóm og foreldur teirra.  Og skaldsøgurnar Ein táttur er silvur (2019) og Ein annar er gull (2020) eftir Sólrúna Michelsen viðgera og lýsa so væl, hvussu ymisk korini og lagnurnar hjá kvinnunum undan okkum hava verið.

Ein røð, eg vil viðmæla… er íslendska krimirøðin Ófærð, sum er á Netflix. Eg eri í gongd við at hyggja eftir henni beint nú, og mær dámar hana sera væl, hóast hon er rættiliga óhugnalig.

Tað er so deiligt at hyggja eftir eini røð, sum gongur fyri seg í einum samfelagi, sum líkist okkara. Her hugsi eg bæði um norðurlendska málið og mentanina. Eisini er tað stuttligt, at ferðamannaskipið Norrøna hevur ein týdningarmiklan leiklut í røðini, og at ein føroyskur leikari er við.

Annars havi eg ein stóran veikleika fyri røðum við hugnaligum og løttum innihaldi, sum eitt nú snúgva seg um kærleika og vinalag. Úr rúgvuni kann eg nevna The Bold Type og Firefly Lane, sum báðar eru á Netflix. 

Helena Kannuberg er 29 ára gomul og útbúgvin M.A. í føroyskum. Hon er nývald forkvinna í Málráðnum eftir tilmæli frá Føroyamáli.