Mín sunna síða: Rebekka á Neystabø Jacobsen
Lívsstílur
Mín sunna síða: Rebekka á Neystabø Jacobsen
– Tankin um, hvussu nógv yvirskot og gleði eg fái aftan á eina venjing, tað motiverar, sigur Rebekka á Neystabø Jacobsen, sum m.a. venur joga, crossfit og rennur. Vit hava spurt Rebekku um hennara venjingarvanar.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Amy Hansen 08.09.2021

Hvat er góð heilsa fyri teg?
Tá heilsan er góð, er tað sálarliga og kropsliga í góðari javnvág; at gera tað, tú elskar, gevur gleði til lívið. Eg hevði ikki vant ella undirvíst í joga, um eg ikki sjálv merkti, at tað er nakað, eg elski at gera, og sum gevur mær gleði og yvirskot til gerandisdagin. Fyri meg er eitt arbeiði ikki ’bara’ eitt arbeiði. Tað er av stórum týdningi at trívast og tíma sítt arbeiði; tað fyllir hóast alt nógvar tímar í vikuni.

Eisini hugsi eg nógv um kostin hjá mær og merki ógvuliga stóran mun, tá ið hann fer á skeiva kós, hóast eg royni ikki at hava ov nógv ’forboð’, tá tað kemur til mat. Eg royni í mestan mun at halda meg til vegetarmat, tí tað gevur mær meira vælveru og orku.  

Fyri tað kropsliga er tað avgjørt týdningarmikið hjá mær at eta heilsugóðan mat og venja nógv; joga, renna, fitness/crossfit. Fyri tað sálarliga er tað at fáa kvalitetstíð við synunum, tíð til familju og vinir og at merkja (hóast eg eri b-menniskja), at eg tími til arbeiðis tíðliga hvønn morgun.

Hvat gert tú fyri at hava góða heilsu? 
Venjing og heilsugóður matur fylla nógv hjá mær, og merki eg stóran mun á orku og gleði, tá hetta ikki verður raðfest.

Eg venji nógv; tað geri eg ikki, tí at ”tað er sunt at venja”, men tí eg elski tað. Eg verði friðleys (og helst eisini í ringum lag), um eg ikki sleppi at venja. Eg elski eisini at gera mat! Eg orki ikki fyri at fylgja uppskriftum, so tað er altíð eitt sindur spennandi at royna meg fram í køkinum og satsa upp á eitt gott úrslit. Eg royni í størstan mun at halda meg frá kjøti.

Eg havi altíð runnið nógv. Seinastu árini eri eg farin at íðka nógv fitness, og nú seinast eri eg eisini vorðin bitin av crossfit. Tað eru einans 2-3 ár, síðani eg fór at íðka joga, men eg merki framstig í øllum øðrum íðkanum, av tí at eg eisini geri joga. Fái ikki skaðar (skinnabeinsbruna o.a.), tá eg renni og eri yvirhøvur bara betur fyri kropsliga.

Hvat motiverar teg til at lata teg í venjingarklæðini? 
Tankin um, hvussu nógv yvirskot og gleði eg fái aftan á eina venjing, tað motiverar. Tað skal ikki nógv til at motivera meg at fara í venjingarklæði – tvørturímóti. Eg síggi ikki venjing sum nakað, eg ella skal, men heldur nakað, sum eg geri, hvørja ferð eg fái møguleikan. Ikki altíð so lætt, tí eg havi smábørn, og tí má eg fáa dagin at hanga saman við venjing eisini.

Hvussu leingi hevur tú íðkað joga? (Hvussu komst tú í gongd við tað?) 
Eg hevði ongantíð væntað, at mær fór at dáma joga. Eg arbeiddi ógvuliga nógv eitt tíðarskeið, og eg merkti, at eg gjørdist eitt sindur strongd av tí, friðleys og hevði onkursvegna brúk fyri at koma niður í ferð. Eg var til ein jogatíma og gjørdist bitin beinanvegin. Hetta kom tó av tí, at tað var ein jogatími, sum eisini var nokk so strævin, sveittin kom í øllum førum fram. Eg varð bilsin um, at joga eisini kundi geva so nógv og vera so krevjandi. Eg vænti ikki, at eg varð blivin so bitin av tí, um eg var farin til ein ov róligan tíma, tí tað hevði als ikki hóskað til mítt tempo í gerandisdegnum, hóast eg uttan iva hevði havt gott av tí.

Eg havi ikki vant so leingi; eg byrjaði í november í 2017, og eg havi eisini verið við barn og í barsli og fekk ikki gjørt so nógv joga í tí tíðarskeiðnum.

Hvørjar fordómar plagar tú at hoyra um joga?
”Liggur mann ikki bara niðri alla tíðina?”

”Tað er alt ov róligt fyri meg!”

”Eri mannfólk, so hatta er ikki nakað fyri meg…”

”Eg eri ikki fim/ur, so eg kann ikki gera joga!”

”Hvønn gud trýr mann tá uppá - tað er nokk so spirituelt, ha?”

Fordómar ella undanførslur - tað er so tað. Men at fólk ikki eru fim, tað hoyri eg altíð. Har kann eg nevna, at eg var alt annað enn fim, áðrenn eg fór at gera joga! Eg hevði róð nógv, rann altíð og vandi nógv styrkivenjing/fitness - alt annað í veruleikanum. So tað er als ikki ein fortreyt fyri at kunna gera joga - tvørturímóti. Tey, sum allarmest hava brúk fyri joga, eru kanska serliga tey, sum ikki eru fim ella eru órólig. Tað verður so ikki betri av sær sjálvum við árunum.

Áðrenn eg fór undir at gera joga, hevði eg sjálv tann fordómin, at joga fór at vera alt ov róligt og friðarligt fyri meg! Eg var eitt sindur strongd eina tíð og valdi so at royna joga fyri at vita, um eg fekk nakað burturúr. Eg fann skjótt útav, at tú keddi teg so ikki til joga! Sveittin kom fram, javnvágin gjørdist betri, andadráturin kom í fokus, styrkin øktist, og fyri fyrstu ferð rakk eg niður at nema við tærnar. Eg varð sera bilsin um, hvussu nógvir ágóðar vóru við joga.

Nú ’undirvísi’ eg eisini í ginn-joga, og har hava vit ofta ein annan kundaskara: tey, ið ikki hava roynt joga. Og har hava vit hoyrt frá teimum flestu, at tey vóru sera ovfarin av, hvussu strævið og krevjandi joga eisini kundi vera. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at vit fóru undir ginn-joga - fyri at fáa fleiri at royna tað og gera upp við fordómin, at ”tú liggur bara og andar í joga”.

Hvussu tilvitað ert tú um tað, tú etur?
Eg eri sera tilvitað um tað, eg eti. Matur fyllir nógv í mínum gerandisdegi.

Eg fái ofta spurningar og viðmerkingar, tá eg gangi við nýpressaðum djúsi til arbeiðis. Mær dámar væl at djúsa frukt og grønmeti og drekka tað ígjøgnum dagin og so vegetarmat til nátturða. Eg royni sum sagt at halda meg til vegetarmat, men tað er sjálvsagt ikki altíð so lætt við tveimum smáum børnum, so tað kemur meira enn so fyri, at eg geri tveir rættir til nátturða, og vit fara helst ongantíð at skera pitsakvøld úr okkara lívi. Tað skal eisini vera pláss fyri slíkum!

Hvat gert tú, tá ið tú hevur hug til okkurt søtt? 
So eti eg okkurt søtt…

Eg haldi, at tað, sum riggar allarbest hjá mær, tað er at ikki siga, at okkurt ikki er loyvt! Um eg skal fokusera uppá, at eg ikki skal eta okkurt ávíst, so er tað júst tað, eg havi hug til alla tíðina. Tá eg megni best at halda meg einans til tað sunna, er, tá tað gongur væl við venjingini, tí so havi eg als ikki hug til nakað ósunt. Tá eg eri í einum góðum ”flow” við venjing og heilsugóðum mati, so havi eg ikki serligan hug til annað.

Hevur tú eini góð ráð til teirra, ið kundu hugsað sær at farið undir joga? 
Eg var sjálv vís í, at joga als ikki var nakað fyri meg! Eg royndi og bleiv bitin av tí eftir fyrsta tíma. Havi sum so ikki nøkur ráð, men royn tað og gev tí ein kjans. Eisini um tað er fyri at leggja aftur at aðrari venjing, er tað øgiliga gott og gevandi. Joga hevur við sær, at eg megni betur at renna og venja fitness/crossfit, og sum heild sleppi eg undan pínu í kroppinum av einhvørjum slagi. Tað er so gevandi at venja javnvágina, tað er nakað, ið mong ikki geva sær tíð til. At venja andadráttin kann eisini gagna væl, bæði í mun til aðrar venjingarhættir og í gerandisdegnum sum heild. Tað hjálpir móti strongd, pínu í kroppinum og gevur eisini betri hvíld og svøvn.

Nær hevur tú tað allarbest kropsliga og mentalt?
Eg havi tað allarbest, tá eg fái tíð at venja, og tað er skil á kostinum hjá mær.

Sjálvsagt tá allir aðrir karmar í gerandisdegnum eru, sum eg vil; familjulívið gongur væl og við nógvum kvalitetsløtum, arbeiðið gongst væl og eg fái tíð til at vera sosial.

Eg skal kanska eisini nevna, at eg havi tað allarbest um summarið, haha. Eg royni at njóta hvørja árstíð, men eg trívist allarbest, tá sólin hevur hug at kaga fram!

_

Rebekka á Neystabø Jacobsen er 30 ára gomul, býr í Havn og eigur tveir synir. Hon er lærari í Sankta Frans skúla og undirvísir í joga í Burn og ginn-joga kring landið.