Minst til vitaminirnar...
Lívsstílur
Minst til vitaminirnar...
Um tú ert frísk og etur fjølbroytt og heilsugott eftir kostráðunum, fært tú ríkiligt av vitaminum og mineralum. Tá er ikki neyðugt við eyka kostískoyti. Einasta undantakið er, at tú skalt taka ískoyti av D-vitamin. Men hondina á hjartað, hvør fylgir kostráðunum heilt og fult?
Eftir: Poulu Patursson, kliniskur dietistur 13.10.2021

Gjøgnum lívið koma vit kvinnur í nógvar støður, har tørvurin á vitaminum og mineralum broytist. Kvinnur hava tí øðrvísi tørv enn menn, tá ið tað kemur til kostískoyti.

Hvønn mánað missa vit blóð, sum hevur við sær, at vit eisini missa týdningarmikil mineral. Nógvar okkara gerast við barn og geva bróst, og tá eru eisini serlig atlit at taka viðvíkjandi kostískoyti. Og tá vit av onkrari orsøk ikki eta so fjølbroytt ella kanska ov lítið til dømis orsakað av sjúku, er oftast neyðugt at taka kostískoyti. Flestu okkara gerast (tíbetur) eisini eldri, og tá vit eru farnar um 70, so broytist tørvurin á vitaminum og mineralum aftur.

D-vitamin
Um tú ikki er úti í sólini fleiri ferðir um vikuna og heldur ikki etur feitan fisk hvørja viku, fært tú ov lítið av D-vitamin. Í Danmark hava kanningar víst, at um várið hevur helvtin av fólkinum D-vitamintrot. Tí eru leiðreglurnar frá danska heilsustýrinum júst broyttar soleiðis, at øll eiga at taka D-vitamin í vetrarhálvuni.

Í Føroyum er veðurlagið øðrvísi, og vit hava ikki serliga nógvar sóltímar. Tað skal nokk so nógv til av sólarljósi fyri at nøkta D-vitamintørvin. Í minuttum merkir tað, at vit skulu hava berar armar og bein í 15 minuttir 2-3 ferðir um vikuna. So í Føroyum eiga øll at taka minst 10 mikrogramm av D-vitamin alt árið.

Hevur tú fingið at vita, at tú hevur D-vitamintrot, so kann mongdin vera størri. Hetta kann læknin ella kliniskur dietistur ráðgeva tær um.

Dømi um mat, ið inniheldur nógva D-vitamin: Feitur fiskur, sum til dømis laksur, sild og makrelur. Og so finnur tú D-vitamin í avmarkaðari nøgd í mjólk, osti og eggum (reyðum), men sum heild ikki í plantum.

Jarn
Ein triðingur av kvinnum hava jarntrot, tí vit natúrliga missa jarn, hvørja ferð vit hava menstruatión. Tí kann tað hjá nógvum kvinnum vera neyðugt at taka jarnískoyti. Ert tú í iva, um tú hevur jarntrot, kanst tú tosa við læknan um at fáa mált jarn- og blóðprosent, tí tað er ikki heilt vandaleyst at taka jarnískoyti í langa tíð.

Dømi um mat, ið inniheldur nógv jarn: havragrýn, bønir, linsur, fiskur, kjøt og egg.

Fiskaolja
Etur tú feitan fisk hvørja viku? Feitur fiskur er makrelur, sild og laksur, og fyri at fáa nóg mikið av omega-3 feitti eiga vit at eta feitan fisk hvørja viku, antin til nátturða eina ferð um vikuna ella sum viðskera fimm ferðir um vikuna. Annars kanst tú umhugsa at taka fiskaolju av og á. Viðmælt verður kvinnum, sum eru við barn ella geva bróst, at minnast til at eta feitan fisk ella taka fiskaolju. Hetta kemst av, at seinastu tríggjar mánaðirnar í viðgongutíðini og fyrstu mánaðirnar hjá pinkubarninum mennist heilin serliga nógv. Tí er týdningarmikið at fáa omega-3 feittsýrur frá fiski ella fiskaolju soleiðis, at tær eru við til at menna heilakyknurnar.


Folinsýra

Allar kvinnur, ið hava ætlanir um at gerast við barn, eiga at taka ískoyti av folinsýru 400 mikrog hvønn dag, áðrenn tær gerast við barn. Hetta fyribyrgir vandanum fyri, at barnið fær mønulop (da: rygmarvsbrok). Onkuntíð gerast kvinnur við barn uttan at ætla tað, so um tú ert í “vanda” fyri at gerast við barn, so er best at taka folinsýru hvønn dag. Tað er í fyrstu vikunum í móðurlívi, at folinsýran skal brúkast. Multivitaminir við eyka folinsýru fáast til keyps á apotekinum.

Kálk

Beinbroyskni (da: knogleskørhed) er vanligt hjá kvinnum yvir 50. At røra seg nógv og fáa nóg mikið av kálki frá mati er besti mátin at styrkja beinagrindina og fyribyrgja beinbroyskni. Um tú als ikki drekkur mjólk ella etur ost, eigur tú at taka ískoyti. Vanliga verður mælt til at taka 800 mg av kálki við D-vitamin.


Multivitamin

Øll tey, sum eta avmarkað, eiga at taka eina multivitamin. Bæði kræsin børn og fólk við ringum matarlysti av eitt nú sjúku ella høgum aldri eta ofta ikki nøktandi. Vegetarar og veganarar eiga eisini at hugsa um at fáa nóg mikið av vitaminum og mineralum. Um tú ikki etur sambært kostráðunum og til dømis ikki etur grønmeti, frukt ella fisk, so kanst tú taka eina multivitamin. Nógvar okkara eta óivað rættiliga fjølbroytt og heilsugott, soleiðis at einstakir dagar av og á ikki gera stóran mun, men í longdini kann kroppurin fara at mangla vitaminir og mineralir.

Ráð frá Poulu

  • Øll í Føroyum eiga at taka D-vitamin alt árið.
  • Um tú ikki etur eftir kostráðunum, kanst tú taka multivitamin.
  • Ert tu blóðgevi ella hevur ógvusligar menstruatiónir, tak so jarnískoyti.
  • Ætlar tú tær at gerast við barn, tak folinsýru.
  • Etur tú ikki feitan fisk og ert við barn ella gevur bróst, tak so fiskaolju.
  • Drekkur tú ikki mjólk ella etur ost, tak so kálkískoyti við D-vitamin.
  • Ert tú yvir 70, tak bæði D-vitamin og kálk.