Mítt klædnaskáp: Eva Lauritsen
9 myndir
Mítt klædnaskáp: Eva Lauritsen
Eftir: Irenu Dam / Myndir: Kirstin Vang 04.08.2021

Litríkt og festligt: Litir, litir, litir og hugtakið 'more is more' er tað, ið eyðkennir klædnaskápið og stílin hjá 23 ára gomlu Evu Lauritsen. Hon heldur seg ikki aftur við at ganga í litríkum klæðum og smæðist ikki við at seta ymisk mynstur saman. Vit eru slopnar at lúra í skápið hjá Evu, sum er alt annað enn keðiligt.

Klædnastílurin

Heilt erligt, so er tað torført at lýsa mín stíl, tí mær dámar so nógv ymiskt. Tú kanst siga, at mín stílur er litríkur. Eg elski at seta saman – bæði ymiskar litir og mynstur oman á mynstur. Fyri meg eru litir ikki bara til eina ávísa árstíð, men alt árið. Sjálvt um mær dámar best litrík klæðir, havi eg eisini pløgg, sum eru myrk, ella svørt. Um eg eri í rætta lagnum, kann eg saktans kenna meg væl í myrkum klæðum, men eg seti altíð litir saman við tí myrka, til dømis við smúkkum, hárboylum, sneakers, jakka ella einari tasku.

At seta saman

Mær dámar væl at seta ymiskar litir saman og at skapa mótsetningar við klæðunum. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at klæðini eru góð at vera í, og tí keypi eg ongantíð hørð, stív ella tung klæðir ella skógvar. Eg hugsi ikki so nógv um, um mær klæðir alt, sum eg eri í, men meira, um eg kenni meg væl í klæðunum.

Mítt skáp beint nú

Kjólar fylla altíð nógv í mínum skápi og eru eisini tað, sum eg brúki mest. Eg kenni meg altíð væl í einum kjóla. Í løtuni dámar mær eisini væl at vera í buksum og so til dømis eini skjúrtu, blusu ella kjóla uttanyvir. Eg havi eisini fleiri ymiskar jakkar, frakkar og vestar, sum, haldi eg, eru ein umráðandi partur av tí endaliga búnanum.

Eg eri ongantíð serliga køld, so dýnujakkar og tjúkkar troyggjur hava ongantíð verið ein partur av mínum klædnaskápi. Somu klæðir ganga aftur bæði summar og vetur, men um veturin brúki eg meira 'lag á lag', til dømis buksur innan fyri kjólar.

Yndismerki

Eg havi einki ávíst yndismerki, men donsk merkir fanga altíð mítt eyga, sum eitt nú Ganni, Baum und Pferdgarten, Stine Goya, Mads Nørgaard og Munthe. Sjálvt um hesi merkini eru míni yndis, so haldi eg eisini, at Zara, H&M og Gina Tricot kunnu gera kul klæðir.

Myndir
9 myndir

Yndisplagg

Í løtuni er mítt yndisplagg uttan iva grøni vesturin frá danska merkinum ÉNWEST. Hann kann fáa tey keðiligastu klæðini at síggja fantastisk út og eisini fáa tey vakrastu klæðini at gerast uppaftur meira týðilig. Hann kann brúkast til alt.

Skógvar

SNEAKERS. Teir eru so deiligir at vera í, so eg havi tað torført við at fara í aðrar skógvar. Ofta kenni eg meg eisini so fína í øðrum skóm enn sneakers.

Skógvar

SNEAKERS. Teir eru so deiligir at vera í, so eg havi tað torført við at fara í aðrar skógvar. Ofta kenni eg meg eisini so fína í øðrum skóm enn sneakers.

Tilhoyr

Eg brúki altíð ur, ringar og oyraringar. Mær dámar eisini væl stuttlig hárlastikk og hárboylar. Sólbrillur eru eisini eitt av mínum yndistilhoyri, sum eg brúki alt árið.