Mítt Summar: Føroyska summarið er nakað av tí vakrasta í verðini
Lívsstílur
Mítt Summar: Føroyska summarið er nakað av tí vakrasta í verðini
Hjá Mariu Ziskason Nesá verður tað spontanu útferðirnar í nærumhvørvinum og tað heimliga, sum hon millum annað gleðir seg til í summar
Eftir: Anniku Kunoy Im 07.07.2021

Navn: Maria Ziskason Nesá
Aldur: 31 ár
Starv: Arbeiðir hjá Fótbóltssambandi Føroya við ábyrgd av kvinnufótbólti
Bústaður: Norðragøta

Tá eg sigi summar, sigur tú...?
– Beint nú sigi eg EM-fótbóltur. Eg elski at hava fótbólt á skíggjanum, og í løtuni er tað EM hjá monnum. Næsta summar verður EM endaspæl hjá kvinnum, og soleiðis melur tað í ring við stórum endaspølum hvørt summar. Tað er líkasum starskotið til summarið heima hjá okkum, og okkum dámar væl at gera eitt sindur burturúr steminginum rundanum dystirnar við eitt nú máltíðum, sum hóska til londini í kappingini. Mær dámar tað serliga væl, tí fótbólturin veruliga megnar at savna okkum. Sjálvt lítla dóttir mín (2½ ár) heldur tað vera stuttligt at síggja spælararnar syngja tjóðsang, og nú er hon eisini byrjað at rópa “mááál”, tá hon sær bóltin fara í netið.
– Men summarið er (tíbetur) eisini so nógv annað, og vit royna altíð at vera so nógv uttandura sum gjørligt, tí føroyska summarið er nakað av tí vakrasta í verðini. Sóljur, ljósar nætur við fuglaljóði og hendinga sólríkir dagar, sum helst skulu gagnnýtast til fulnar!

Hvørjar ætlanir hevur tú í summar?
– Eg ætli mær at brúka tíð og orku upp á tað heimliga, og so ætli eg at lata nógv pláss vera fyri spontaniteti. Vit hava nokk av smærri og størri verkætlanum í og uttanfyri húsini hjá okkum, og eg havi serliga sett mær fyri at fáa eitt uttandura spælirúm til dóttrina liðugt (tað hevur “bara” staðið í hálvum gekki í ein mánað ella tveir), men annars havi eg tilvitað latið vera við at leggja nakra ætlan fyri summarið – tað kennist fantastiskt!

Hvat gleðir tú teg mest til?
– Eg gleði meg ordiliga nógv til at hava frí og at dyrka teir møguleikarnar, sum vanliga ikki virka so forkunnugir ella spennandi. Vit hava til dømis sett okkum fyri at vitja so nógv hugnalig støð og spælipláss í Føroyum, sum vit klára. Tað er so lekkurt at bara leypa avstað og koyra til Selatraðar, Oyndarfjarðar ella Nesvíkar. Ein tími ella tveir á einum sandi ella góðum spæliplássi kunnu gera ein dag heilt perfektan, tá man sum vit hevur eitt smábarn, men eg vóni so eisini, at vit í ár klára at gera spontanu útferðirnar eitt siiindur longri. Í fjør keyptu vit eitt alvorliga stórt tjald og ein stormkøk, sum vit ongantíð so frægt sum tóku í brúk – tað mugu vit royna at gera í ár!

Hvat stað í Føroyum er vert eina vitjan um summarið?
– Í mínum uppvøkstri brúktu vit nógva summartíð í Hattarvík, haðani bæði omma og abbi mín vóru, og tí havi eg eitt ávíst tilknýti til bygdina. Har eru simpulthen fantastiskt. Útsýnið líkist heimsins enda, og eg kenni best bygdina sum eitt stórt spælipláss. Har dámar mær ótrúliga væl at vera, sjálvt um tað seinnu árini er blivið alt ov langt ímillum.
– Harumframt er tað eisini deiligt at vitja í Suðuroynni og Sandoynni. Vit vóru til dømis í Skálavík á Hvítusunnu, og áin har man vera eitt tað besta spæliplássið í landinum. Long, vøkur og passaliga grunn til smábørn.

Hvat er besta ráðið tú hevur til summarið við børnum?
– Eg havi ikki so nógvar sumrar við børnum at minnast afturá, men higartil havi eg lært, at barnið hjá okkum ikki setur stórvegis krøv til ferðamál ella skrá – hon ynskir sær faktiskt bara at vera saman okkum. So “less is more” er helst mítt besta ráð higartil, tí hon er enn somikið lítil, at ein túrur í svimjihøllina ella á spæliplássið kann nøkta tørvin.
– Meira praktiskt snýr tað seg mest um altíð at hava nóg mikið av turrum klæðum og mati í bilinum ella taskuni, og harumframt havi eg ófatiliga stóra gleði av at hava eitt bleytt teppi liggjandi í bagagurúminum á SUV-bilinum hjá okkum, tí tað er eitt perfekt pusliborð, tá blæðan knappliga skal skiftast.

Hvørji ting fært tú ikki verið fyri uttan í summar?
– Her hevði eg sjálvandi viljað bara sagt sólkrem, men má nokk eisini leggja regnklæðir afturat. Í øllum førum ting, sum gera tað møguligt at vera uttandura...

Hvat dámar tær best at eta og drekka um summarið?
– Frísk jorðber er nakað av tí lekrasta í verðini. Tað royni eg í veruleikanum at eta alla summarhálvuna, men góðskan og úrtøkan er so avgjørt best um hesa tíðina, so tað eiga vit inni næstan allan juni og juli, og eg eti tað gjarna frá morgni til myrkurs. Afturat tí eri eg øgiliga glað fyri rabarbur og serliga at kóka saft úr teimum. Mær dámar væl at blanda heimakókaða rabarbusaft við brúsvatn til gerandisbrúk ella brúsandi vín til veitslubrúk – faktiskt brúktu vit uppskrift av CuteCarbs blogginum til vælkomst í brúdleypi okkara í 2013, og eg havi endurnýtt hana so at siga hvørt summar síðan.